Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 19. september 2014 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hallur Hansson hevur bara skotið trý í landskappingini í ár, men nú tykist hann so smátt finna málið aftur. Tað hava vit brúk fyri á landsliðnum At Hallur Hansson verður sparkaður niður í heilum. Hetta hendi aftur í Runavík, har mótstøðuliðið upp til fleiri ferðir ger keðilig fríspørk móti miðvallaranum Ongin Lava Andreas Lava Olsen skuldi verða ein styrkur fyri Víking, tá hann flutti aftur á klettarnar í summar, men higartil er tað bara blivið til 266 minuttir í landskappingini. Hann stríðist við skaða og spældi heldur ikki mikukvøldið. sigur Jens Joensen, ið sat uttan­fyri við leikbanni í gjár. NSÍ hevur spælt allar dystir­nar móti botnliðnum. Tí hava teir nú fimm dystir at fáa brotið mynstrið og vinna á einum av hinum lið­ num. Toppskjúttarnir brenna Hvørki toppskjúttin í Effo-deildini, Klæmint Andrasson Olsen hjá NSÍ, ella næst topp­skjúttin í deild­ini, Finnur Justinussen úr Víkingi, megnaðu at fáa mál í dystinum mikukvøldið. Klæmint er seks mál frá at seta nýtt met í føroyskum fótbólti. Hann hevur skotið 19 mál í landskappingini higar­til. Metið er 24 mál upp á eitt kappingarár. Tað eiga Súni Fríði Barbá og Uni Arge frá avika­vist 1995 og 1997. Klæmint hevði ein stóran møgu­leika í fyrra hálvleiki, men skotið fór framvið mál­ inum. Finnur Justinussen er komin upp á 15 mál í hesum kappingarárinum, og eltir nú Klæmint í stríðnum um gull­ skógvin. Heldur ikki hann kom á máltalvuna í gjár. Hann fekk somuleiðis besta møguleikan í fyrra hálvleiki, tá hann bleiv spældur leysur, men Andras Gango bjargaði. Sostatt fekk ongin av teimum nakað mál, men Finnur Justinussen skal fáa kredit fyri, at hann legði upp til málið hjá Sølva Vatn­ hamar. Víkingur avgjørdi í seinna hálvleiki Í stuttum var talan um javn­ an fyrra hálvleik, har bæði lið­ini høvdu møguelikar at fáa mál. Í seinna hálvleiki var Víkingur neyvari fyrstu løtuna og fekk hol, tá Hallur Hansson stútaði eitt horna­ spark frá Bárði Hansen í málið. Síðani tók Víkingur yvir og var omaná restina av dyst­inum. Tá ein tími varð spældur avgjørdi Sølvi Vatn­ hamar dystin, tá hann og Finnur Justinussen spældu seg gjøgnum verjuna hjá NSÍ. Heimaliðið hevði innan­ fyri eitt heilt stutt tíðarskeið tríggjar møguleikar at koma aftur í aftur, men antin stóð verjan fyri, ella rakti Pól Jóhannus Justinussen ikki málið. Víkingur vann uppiborið og staðfesti støðuna sum besta liðið í Føroyum – í løt­ uni. trondur@sosialurin.fo 4 Geza Turi Bjargaði góðum møguleika frá Andy Olsen væl í fyrra hálvleiki og var sum heild tryggur í Víkinga málinum 4 Bárður Hansen Átti frálíkt upplegg til 1-0 málið. Umframt tað, so var hann bæði góður offensivt og defensivt 4 Súni Olsen Átti tvær avgerandi takklingar í fyrra hálvleiki, har hann bjargaði vandamiklum støðum. Er góður í uppspælinum og leikti væl í miðverjuni 4 Erling Jacobsen Liðskipari til dystin mikukvøldið. Stóð væl defensivt og helt millum annað Klæmint Olsen vekk frá vandamiklum støðum 4 Hanus Jacobsen Hevði gott tamarhald á í verju­ spæl­inum og var eisini fleiri ferðir við í áloðs­støðum 4 Hans Jørgen Djurhuus Víkingur var greitt omaná á mið­vøll­inum, har Hans Jørgen eisini var av­gerandi í leiklutinum sum maðurin, ið vann teir flestu nærdystirnar 4 Sølvi Vatnhamar Skoraði eitt frálíkt mál og skuldi havt fingið eitt afturat tá Hanus Jacobsen spældi hann leysan. Spældi annars væl 5 Hallur Hansson Besti leikarin í føroyskum fótbólti fyri tíðina. Er einstaklingurin á Víkinga liðnum, ið skarar framúr mestsum hvønn dyst og dysturin í Runavík var einki undantak 3 Filip Djordjevic Var kanska tann minst sjónligi Víkinga leikarin. Arbeiddi væl, men tað manglaði neyvleiki 4 Heðin Hansen Hevur ment seg við rúkandi ferð í ár. Var nógv við í spælinum og er góður til at varðveita bóltin 4 Finnur Justinussen Átti tað næsta málið, har hann fyrst rennur seg leysan og síðani velur at spæla yvirum til Sølva Vatnhamar. Leikti ein góðan dyst spælarameting Myndir: Álvur Haraldsen NSÍ Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Monrad Holm Jakobsen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv – Magnus Olsen (Sjúrður Jacobsen, 73.), Justinus R. Hansen ■ (Haraldur R. Højgaard, 64. ■) – Andy Olsen (Meinhard Olsen, 64.), Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg ■ – Klæmint A. Olsen Víkingur Geza Turi – Bárður Hansen, Súni Olsen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus (Gunnar Vatnhamar, 81.), Hallur Hansson – Heðin Hansen (Sámal Jákup Joensen, 90.), Finnur Justinussen, Philip Djordjevic (Magnus Jarnskor, 88.) 1 til 6 11. umfar: KÍ - Víkingur 2-4 12. umfar: AB - Víkingur 0-3 13. umarr: Víkingur - Skála 5-0 14. umfar: B68 - Víkingur 1-3 15. umfar: Víkingur - HB 0-0 17. umfar: ÍF - Víkingur 2-2 18. umfar: Víkingur - EB/Str. 1-1 19. umfar: Víkingur - AB 2-2 20. umfar: Víkingur - KÍ 1-1 21. umfar: Víkingur - NSÍ 6-1 22. umfar: B36 - Víkingur 0-2 16. umfar: NSÍ - Víkingur 0-2 * Víkingur ikki tapt í tólv dystir í landskappingini...