Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. september 2014 · Nr. 106 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttur Jóannes Hansen Mikukvøldið kom støðu­ talv­an upp á pláss aftur. Síð­ ani á ólavsøku hevur eftir hvørt umfar verið mint á, at Víkingur og NSÍ hava spælt ein dyst færri enn hini liðini. Útsetti dysturin varð spældur í góðveðrinum miku­kvøldið. Víkingur vann 2-0. Úrslitini seinastu nógvu ferðirnar siga, at í løt­uni er Víkingur besta liðið av øllum, og mikukvøldið stað­ fest steypavinnararnir enn eina ferð, at teir eru á aldu­ kamb­inum. Úrslitið ber við sær, at Víkingur liggur heilt væl á bronsuplássinum. Tað eru nú fimm stig aftur til EB/ Streym og fjórða plássið, og tað eru seks stig upp til HB á silvur­plássinum. Hetta var triðja ferðin á rað, at Víkingur fór av vøll­ inum, uttan at tað er eydn­ ast mótstøðuliðnum at skora mál. Allar ferðirnar eru sigrar­nir vunnir aðra staðni enn á heima­vøllinum í Sarpu­gerði. Eftir 1-0 í steypa­ finaluni ímóti HB var úrs­ litið sunnu­dagin 2-0 ímóti B36 í Gundadali, og í kvøld var úrslitið 2-0 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík. Víkingur hevur nú spælt tólv lands­ kapp­ingar­dystir á rað uttan at tapa. Síðsta tapið var 25. mai, tá ið B36 vann 2-1 í Sarpu­gerði. Ímóti NSÍ var liðfor­mað­ urin Atli Gregersen leik­ bann­aður. Hann ásannar, at tað kennist hugaligt, at tað gongur eftir vild: – Tað er hugaligt at venja. Hýrurin á vøllinum er góð­ ur,og tað møta væl fleiri at fylgja við, tá ið tað gongur væl, enn tað gera, tá ið tað gong­ur minni væl. Atli Gregersen og hinir áskoð­ararnir vóru vitni til gott undirhald við Løkin. Undan steðginum høvdu bæði liðini sínar møgu­leik­ar, og tá skiftust liðini at vera omaná. Tíðliga í 2. hálvl­ eiki sendi sera væl upp­lagdi Hallur Hansson við høvd­ inum bóltin í málið eftir horna frá Bárði Hansen úr høgru, og eftir tað koppaði spælið orduliga gestunum til fyri­munar. Víkingur hevði eina røð av møguleikum, og eftir fínt álop, tá ið tað eydnað­ist Finni Justinussen at sneiða seg leysan í høgru, var Sølvi Vatnhamar blankur mitt fyri, tá ið hann setti bóltin í málið. Síðstu løtuna hevði NSÍ tríggjar risa møguleikar eftir horna, men Pól Jóhannus Justinussen misnýtti. Tapið ber við sær, at vánirnar hjá NSÍ at vinna seg fram til euro­peiska luttøku mink­ aðu. Úrslitið ber við sær, at NSÍ framvegis ikki hevur vunnið ímóti øðrum enn trim­um teimum niðastu. Úrtøkan ímóti Skála, B68 og AB er 27 stig í 9 dystum. Í trettan dystum ímóti hinum lið­unum er úrtøkan fýra stig – í fýra javnleikum. – Vit ætlaðu okkum øll stigini, og vit eru fegnir um, at tað eydnaðist. Men aftur hesa ferð iðra vit okkum um, at úrtøkan ikki er størri. Heldur enn 2-0 til okkum átti úrslitið at verið 5-1 ella 6-2, heldur Víkinga miðvallarin Hans Jørgen Djurhuus. NSÍ venjarin Trygvi Mortensen staðfestir, at tað ikki var so nógv at siga til, at Víkingar­nir fóru við øllum, og at søgan framvegis er, at NSÍ hevur vunnið 27 stig í 9 dystum ímóti Skála, B68 og AB, og at úrtøkan ímóti hin­ um er fýra javnleikir – í 13 dystum: – Tað var serliga eftir, at Hallur Hansson skoraði fram­úr vakra málið, at mun­ urin á liðunum gjørdist sjónskur. Teir eru betri í saman­spæl­inum, enn vit eru. Tá ið teir eru góðir at varð­ veita bóltin, og tá ið tað eru vit, sum skulu fram at skapa møguleikar og skora mál, so verður tað strevið. Tað vísir seg ofta, at liðini, sum hava spælt í Europa, verða alt stinnari, sum tað líður út á heystið, sigur Trygvi Mortensen. Úrslitið mikukvøldið ber við sær, at Víkingur styrkti nógv um sína støðu á bronsu­plássinum. Gongdin seinastu vikurnar letur upp fyri møguleikanum hjá Víkingi at røkka hægri upp enn so: – Tað eru fimtan stig eftir at spæla um. Tað eru seks stig frá okkum og fram til HB, og annan sunnudag skulu vit spæla ímóti HBí Gundadali. Seinastu ferðirnar hava B36 og HB ikki verið so sann­ førandi, sum tey hava verið fyrr í ár. Vit fokusera á okk­ ara avbjóðingar, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at røkka, sigur Atli Gregersen. Fylg føroyska fótbóltinum á www.in.fo og Rás2 ganga á vatninum fótbóltur Liðformaðurin heldur ikki, at tað longu nú kann síggjast burtur frá møguleikanum, at steypavinnararnir kunnu hótta liðini í Gundadali, sum í løtuni kappast um FM heitið, og sum seinastu umførini ikki hava verið so sannførandi LIÐ TÍÐINDI AB B36 B68 EB/Streymur HB Ikki við: Sorin Anghel (Fóturin, helst restina av árinum) Ivasamt: Jobin Drangastein (Lærkrikin), Jógvan Skeel Nolsøe (Baklærið), Andrias B. Vágsheyg (Baklærið) Ikki við: Hørður Askham (Leikbann, 3 dystir) Við aftur: Jákup á Borg (Eftir leikbann) Ikki við: Jóhan Dávur Højgaard (Leikbann 1 dyst) Kristian Anton Andreassen (Leikbann 1 dyst) Ikki við: Jóannes Hansen (Skaði í fótliðinum, ivasamt hvussu leingi) Gert Hansen (Beinbrot, 4-6 vikur) Ivasamt: Arnar Dam (Heilaskjálta, verður nokk við komandi dyst) Ikki við: Símun Samuelsen (Hælsinan, langtíðarskaddur), Gunnar Haraldsen (Lærkrikin, langtíðarskaddur) og Christian R. Mouritsen (Fóturin, langtíðarskaddur) Við aftur: Alex José dos Santos (Leikbann) Víkingarnir