Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 19. september 2014 · Nr. 106 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tað stendur nógv á NSÍ - B36 Lars Müller Sunnudagin Hóast tað higartil ikki hevur eydnast NSÍ at vinna ímóti sjey teimum ovastu, so siga tølini frá fyrr í ár, at tað hevur verið tætt við ímóti topp­liðnum. B36 var heppið at vinna 1-0 við Løkin í 9. umfari, tá ið B36 málið mest sum var kringsett allan 2. hálv­leik. – Hóast tað ikki hevur eydnast at vinna, so hava vit í fleiri førum verið tætt við, og gongdin fyrr í ár gevur okkum mót um, at tað kann eydnast ímóti B36, sigur miðverjin Jens Joensen, sum mikukvøldið var leik­ bannaður. Tað er greitt, at Árni Frederiksberg ikki verð­ ur við. Ímóti Víkingi sá hann gult fyri fimtu ferð. Í B36 vilja teir ikki so fegnir vera við, at gummibein spøkja: – Ímóti Víkingi var eg vón­brotin. Vit spæla um FM heitið, og tí hevði eg roknað við betri avriki, tá ið vit taptu 2-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Nú fokusera vit á NSÍ avbjóðingina. Tað er mín uppgáva, at fáa spælararnar at vísa rætta hugburðin og spæl­ið, sum teir so ofta hava víst, at teir megna, sigur B36 venj­arin Sámal Erik Hentze. Fyri B36 hevur tað stóran týdning, at Jákup á Borg er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið bæði skaddur og leik­bannaður. Turkur hjá HB HB - Skála Eiler Rasmussen Sunnudagin kl. 15.00 Eftir framúr avrik í langa tíð hevur tað seinastu vikur­nar vent heilt øðrvísi hjá HB. Eftir 1-0 tap í steypa­final­ uni ímóti Víkingi var úrs­litið sunnudagin 1-0 tap í Klaks­ vík. HB var leingi leik­liga omaná, og HB hevði eina røð av møgu­leikum at skora mál, men tað eydnaðist ikki. Frástøðan til grannarnar á toppinum er tann sama, sum hon var undan síðstu ferð­ini út á bygd í ár. Í síðstu fimm umførunum skal HB spæla fýra ferðir í Gundadali og eina ferð á Argjum. Fyrsta royndin á heima­ vølli verður ímóti Skála, um er um reppið at missa plássið í bestu deildini: – Hóast vit taptu í Streym­nesi, so var leikliga av­rikið gott, og vit vístu góðan hugburð. Liðið hevur áður vísti seg at vinna nógv stig í trongdari støðu, og vit geva ikki skarvin yvir, sigur Suni Ernstsson, sum nú aftur er málverji hjá Skála. Knirkar hjá EB/Streymi EB/S - Víkingur Dagfinn Forná Sunnudagin klokkan 15.00 Sunnudagin vann EB/ Streym­ur 3-1 á heimavølli ímóti Skála. EB/Streyma venj­arin, Rúni Nolsøe, ásann­ ar, at tað ikki hongur so væl saman leikliga: – Vit missa alt ov nógv í upp­spæl­inum. Tá ið tað er á egnari hálvu, so er tað vanda­ mikið. Skála spældi væl, men vit mugu ásanna, at tað var heppið, at hetta avrikið hjá okkum ikki var ímóti stinn­ ari liði. Hetta gongur ikki ímóti víkingunum, sum eru væl samanspælir og hava undan­vind. Vit vita allir, at tað verður neyðugt við nógv betri leikligum avriki sunnu­ dagin, um tað skal eydnast at vinna og harvið at varðveita møguleikan fyri at luttaka í Europa næsta summar. Nú skal KÍ standa royndina B68 - KÍ Petur Reinert Sunnudagin klokkan 15.00 Javnleikur á útivølli ímóti Víkingi, sigur í Gundadali ímóti B36 og sigur ímóti HB í Klaksvík. Tað er úr­tøkan tríggjar tær seinastu ferðir­ nar hjá KÍ. Eyðun Klakstein fegn­ast um gongdina. Sam­ stundis ásannar hann, at tað eru úrslitini ímóti niðastu lið­unum, sum eru orsøk til, at KÍ framvegis er á sætta plássi: – Vit taptu fyrr í summar 5-3 á Svangaskarð, og á heima­vølli ímóti B68 endaði tað málleyst. Tí taka vit ferð­ ina út á Toftir í sera stórum álvara. Tað er nú, at vit skulu standa royndina. Ímóti HB vístu spælararnir, at teir megna at vinna nærdystir. Hetta var serliga í 2. hálvleiki, og um vit skulu hugsa um at vinna á B68, so er fyrsta treytin, at hesin parturin riggar. B68 venjarin Jógvan Martin Olsen rósar sínum spæl­arum: – Í Fuglafirði arbeiddu teir nógv og væl, og í løtum hekk spælið væl saman. Hóast tað ikki sær so væl út, so eiga spælararnir rós fyri hug­ burð­in, sum teir vísa undir venjing. Vit ætla at enda kapp­ingar­árið væl, sigur B68 venjarin. Hava mist Europa úr eygsjón ÍF - AB Alex Troleis Sunnudagin klokkan 15.00 Sunnudagin tapti ÍF 2-1 á heimavølli ímóti B68. ÍF venj­ arin Albert Ellefsen ásannar, at harvið er møguleikin at røkka málinum aftur at vera við í europeisku kappingini næsta summar burtur. – Vit eru illa skaða­plág­ aðir, og liðið er ikki nóg væl fyri at lyfta seg upp. Fyri felag­ið hevur tað stóran týdn­ing, at vit nú klára hetta sum frægast, og at tað verður foku­serað á, hvussu næsta kapp­ingar­ár skal fyrireikast. Tað vil siga, hvør skal hava ábyrgd av liðnum, og hvørjir skulu manna liðið. AB er stór avbjóðing, sum vit fara undir við størstu virðing. Í AB siga teir setningin vera at varðveita plássið í deildini og harvið at sleppa undan niðurflyting: – Ímóti NSÍ høvdu vit møgu­leikar, men vit vóru ikki nóg avgjørdir og neyvir. Hvørki í álopspartinum ella í verjuni. Skulu vit hugsa um at vinna í Fuglafirði, so verður neyðugt at betra um hetta, ásannar AB málverjin Heðin Stenberg. joannes@sosialurin.fo ítróttur VIT TIPPA Tróndur Arge tippar... 1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa umførini í Effodeildini Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 22 15 4 3 43 19 +24 49 2 HB 22 13 6 3 47 17 +30 45 3 Víkingur 22 10 9 3 45 23 +22 39 4 EB/Streymur 22 9 7 6 36 27 +9 34 5 NSÍ 22 9 4 9 43 34 +9 31 6 KÍ 22 8 6 8 33 32 +1 30 7 ÍF 22 6 7 9 30 39 -9 25 8 AB 22 5 7 10 25 47 -22 22 9 B68 22 3 4 15 18 51 -33 13 10 Skála 22 2 6 14 13 44 -31 12 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 fótbóltur Myndir: Álvur Haraldsen ÍF KÍ NSÍ Skála Víkingur Ikki við: Jan Ellingsgaard (Fiburspr. 3 vikur), Høgni Zachariassen (Brotið kjálkabeinið, restina av árinum), Poul Nolsøe Mikkelsen (Lærkrikin, ivasamt hvussu leingi), Heri Nesá (Burturstaddur) Við aftur: Nenad Saric Ivasamt: Bárður J. Heinesen (Leikbann 2 dystir) Ivasamt: Heðin á Lakjuni Við aftur: Ísak Simonsen Ikki við: Árni Fredriksberg (Leikbann 1 dyst) Við aftur: Jens Joensen Ikki við: Poul N. Poulsen (Slitið krossbandið, úti 1 ár), Jákup Johansen (Leikbann 2 dystir), Edvin Jacobsen (Leikbann 1 dyst), Teitur R. Joensen (Burturstaddur), Pætur Dam Jacobsen (Skaddur), Høgni Midjord (Skaddur) Jákup Jacobsen (Brotið østbeinið, úti restina av árinum) Ikki við: Dánial Pauli Lervig (Skaði í fótliðinium, úti restina av árinum, skal undir skurð) Ivasamt: Andreas Lava Olsen (Lærkrikin)