Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 106 · 19. september 2014 4 VIKUSKIFTI undir fýra eygum Eyðun Klakstein Í meira enn fýra ár var hann ein av stóru profilunum í føroyskum ítrótti. Kontanti og miðvísi hondbóltsvenjarin úr Norðurjútlandi fekk góð úrslit í føroyskum hondbólti, og tað var ikki minst í KÍF, at hann vann sær stóra stjørnu. Beint eftir ársskiftið kunn gjørdi Jan Ottosen, at hann gavst sum venjari í Før oy um, tí hann hevði fingið spennandi upp­ gávu í Australia, har hann skuldi leiða teirra manslið í kapping fram ímóti HM­ endaspæli. – Tá eg kom til Føroya at verða venjari av fyrstan tíð, ætlaði eg at brúka trý ár til tað. Men eg var í Føroyum í hálvt fimta ár, og tá eg so fekk møguleikan í Australia, valdi eg at velja hann fram um Føroyar hesaferð, sigur Jan Ottosen. Tað var umvegis ein australskan málverja, sum spældi eitt ár í KÍF, at Jan Ottosen skapti sambandið til Australia, og tað var eis­ ini hetta sambandið, sum hevði við sær, at hann varð settur sum landsliðsvenjari í Australia. – Uppgávan at verða hond bóltsvenjari í Australia var ov lokkandi og spennandi at siga nei til. Eg havi míni ár sum hondbóltsvenjari altíð verið til reiðar at søkja nýggjar avbjóðingar og upp­ liv ingar, og tað fari eg eisini at gera frameftir, sigur Jan Ottosen. Krevjandi umstøður Hond bóltur er ein lítil ítróttar grein í Australia, har eitt nú rugby, cricket, fót bóltur og netbóltur eru millum stóru ítróttar­ greinar nar. Tí er tað eis ini av bjóð andi at verða lands­ liðs venjari í hond bólti, tí um­ støður nar stundum trupular. – Australia er eitt risa­ stórt land, og tað er langt mill um stóru býirnar. Tá vit skuldu hava samling við lands liðnum í Sydney, máttu nógvir spælarar ferð ast langan tein og sjálv ir gjalda fyri ferðina, tí hond bólts­ sam bandið hevur ongar peng ar at gjalda ferðing fyri, greiðir Jan Ottosen. – Høvdu vit verið í Europa, so svaraði tað til, at spælarar vóru staddir í Føroyum, Moskva, Rom, London og aðrastaðni í Europa. Avstandirnir í Australia eru sera stórir, og tað kundi eisini ávirkað okk­ ara viku skiftis venjingar, tí summ ir spælarar vóru ikki við til fyrstu venjingina, og summir spælarar máttu fara tíðliga avstað, tí teir skuldu náa heimaftur til arbeiðis mána morgun. Jan Ottosen er tó impo­ ner aður av, hvussu nógv australskir spælarar leggja fyri. – Mínar royndir í før­ oysk um hondbólti eru, at før oyskir spælarar eru ótrú liga arbeiðs samir og raskir, og soleiðis er eisini í Australia. Spælararnir hava ein fantastiskan hugburð og ar beiða hart fyri tí. Tekniskt eru teir á nøkunlunda sama støði sum føroyskir spæl­ arar, men teir eru eitt vet betri taktiskt, heldur Jan Ottosen. Øgiligt vónbrot Stóra málið við venjara upp­ gávuni hjá Jan Ottosen var at vinna Australia luttøku í HM endaspælinum í Qatar í 2015. Tað skuldi gerast um vegis dystir ímóti New Zealandi. Undankappingin í New Zealandi varð spæld í apríl mánaði, og tað lukkaðist Jan Ottosen og hansara monnum at vinna uppgerðina. Harvið høvdu teir vunnið seg til HM­kappingina, ið er tað størsta innan hondbóltin. Vónbrotið var sera stórt, tá ið altjóða hond bólts sam­ bandið ikki vildi viðurkenna lut tøkuna hjá Australia, men í staðin lat plássið til Týsk­ land, ið ikki hevði vunnið seg í endaspælið. – Vit vóru øll ótrúliga vón brotin av viðferðini, vit fingu. Tað er eingin ivi um, at tað snúði seg um at fáa Týskland við til HM, tí nógvir pengar eru í týskum hond bólti. Tað skuldi so ganga út yvir okkum, sigur Jan Ottosen. Hóast hann og onnur í Australia royndu at gera vart við sína støðu, lukkaðist tað ikki at fáa neyðuga undir­ tøku millum tey, ið stíla fyri, og Australia slapp ikki við til HM. – Eg var ikki minst vón­ brotin vegna spælararnar, sum hava arbeitt sera hart Hvat heldur um grindadráp? – Eg havi fleiri ferðir luttikið í grindadrápi, og eg haldi, at mann skal virða og varðveita lokalar traditiónir – eisini grindadrápið. Eingin uttanífrá skal avgera tað fyri føroyingar. Sea Shepherd hevur einki at gera í Føroyum, og tey skuldu sloppið at svomið heim. Hvat er títt yndisstað í verðini? – Eg plagi at finna mær vøkur og friðarlig støð í øllum teimum londum, eg havi búð ella verið í longri skifti. So eg havi yndisstøð í Danmark, Australia, Brasil og eisini í Føroyum. Tá eg var venjari í Føroyum, koyrdi eg javnan til Gjógv at njóta friðin har. víðahvar YouTube skeld hjá jan kenT Tá ið Jan Ottosen fyrr í ár kom til Australia at vera landsliðsvenjari í hondbólti, vistu tey flestu – takka verið YouTube – hvussu hann kann reagera í einum time-out. Tað heldur hann kann gera uppgávuna sum hondbóltsvenjari lættari. Jan Ottosen stórtrívist á ferð sum hondbóltsvenjari og roknar við, at hann einaferð kemur aftur til Føroya at verða venjari Myndir: Álvur Haraldsen