Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 106 · 19. september 2014 5 VIKUSKIFTI undir fýra eygum fyri hesum í langa tíð. Teir hava eisini goldið túsundtals krónur sjálvir fyri at sleppa til venjingar og kappingina í New Zealandi. Upprunaliga uppgávan hjá Jan Ottosen í Australia var at venja manslandsliðið, men hann var eisini biðin um at hjálpa við øðrum lið um. Eitt nú var hann við kvinnu­ lands liðnum í stranda hond­ bólti í HM kapping í Brasil, og hann lat eisini universi­ tets liðnum í Sydney eina hjálp andi hond, tá ið liðið í summ ar spældi seg til Super Globe kapping í Qatar. Í løtuni er Jan Ottosen staddur í Danmark, og hann venur eitt U16 lið í Aalborg. Men hann skal aftur til Australia seinni í ár og næsta ár at røkja ymsar venjara­ upp gávur. Umdømið frammanfyri mannin Jan Ottosen er kendur sum ein bersøgin venjari, sum ikki sparir upp á krút ið, tá ið ástendur. Sjónvarps upp­ tøkur í Føroyum fang aðu Jan Ottosen, tá ið hann undir einum steðgi í hond bólts­ dysti brølaði eftir sínum spælarum. Hesar upptøkur eru kliptar saman og lagdar á YouTube, og tær eru komnar víða. – Tá ið eg kom til Australia av fyrstan tíð, var umdømið hjá mær longu komið hagar. Nógv høvdu sæð mítt time­ out á YouTube, og tað tóktist, sum tey vildu sleppa undan at fáa somu viðferð, sigur Jan Ottosen flennandi. – Eg haldi bara, at tað er stuttligt, at tað liggur ein sovorðin video á YouTube, tí hóast eg sjáldan reageri soleiðis í einum time­out, so hjápir tær mær kanska eitt sindur, tá ið eg skal hava spælararnar at gera, soleiðis sum eg vil hava tað. Eisini tá ið Jan Ottosen var í Brasil til HM í stranda­ hondbólti, vóru tey fleiri, ið kendu upptøkuna av honum, og onkur vildi enntá hava Jan at umseta tað, sum hann hevði sagt. Hondbóltur er lívið Jan Ottosen fjalir ikki út yvir, hvønn týdning hondbóltur spælir í hansara tilveru. – Hondbóltur er mítt lív, og eg brúki stóran part av mínari tíð til at hugsa um og fáast við hondbólt. Eg havi bara meg sjálvan at hugsa um, og mær nýtist ikki so nógv fyri at klára meg, og tí kann eg eisini átaka mær skift andi uppgávur og eisini verða nógv á ferð, sigur Jan Ottosen. Í hesum árinum hevur hond bólturin ført hann til Føroyar, Danmarkar, Svøríki, Týskland, Holland, Dubai, Thailands, Australia, Brasil, New Zealand og New Caledonia. – Eg eri stungin av einari ferðainsekt, og eg havi sera stóran hug at ferðast við hondbólti. Tað kann væl verða, at eg vendi nøsini norðureftir aftur, tí eg kenni á mær, at eg eri ikki liðugur við føroyskan hondbólt. Eg hevði tað sera gott í Føroyum og havi framvegis tætt samband við føroyskar vinir. Komandi tíðina havi eg aðrar uppgávur, men tað kann væl verða, at eg komi aftur til Føroya einaferð seinni, sigur Jan Ottosen. eydun@sosialurin.fo Hvat ger teg glaðan? – Nakað av tí størsta, ein hondbóltsvenjari kann upp liva, er, tá ið tú lærir ein spælara – líkamikið um hann er ungur ella vaksin – nakað, tað so lukkast, og spælarin verður glaður. Tá eri eg eisini veruliga glaður. Hvør er tín størsta ítróttaruppliving? – Eg havi havt fleiri stórar upplivingar, men skal eg nevna onkrar, so var tað heilt serligt fyri meg at vera við flogbóltslandsliðnum til Oyggjaleikirnar á Isle of Wight, at luttaka í HM í beach hondbólti í Brasil og so ikki minst tann fyrsta steypafinalan við KÍF, tá ið sera nógv var gjørt burturúr. Tá ið Australia fyrr í ár vann undankapping í New Zealandi, hildu Jan Ottoson og øll hini, at Australia hevði vunnið sær rætt at lut taka í HM enda spæl­ inum. Men ein finta hjá al­ tjóða hondbólts sam band­ inum gjørdi, at Australia bleiv ikki viður kent sum lut takari í HM, og í staðin skuldi Týsk landi, sum kiks aði í undan kapp ing ini, hava pláss ið hjá Australia. – Týsklandi er kanska týdningarmesta hond bólts­ tjóðin, og tí skuldu teir fyri einhvønn prís við til HM. Tað gekk so út yvir okkum. Tað var ikki bara ein gøla fyri australskan hond bólt, tað merkti eis ini, at eg mest sum onga løn fekk fyri mítt arbeiði, sigur Jan Ottosen, – Ein týðandi partur av mínari løn skuldi koma frá stuðulsavtalum, ið vit fingu til HM­kappingina, men tey sponsoratini blivu av ongum, og tí havi eg lítla og onga løn fingið fyri ar­ beiðið í Australia, sigur Jan Ottosen. eydun@sosialurin.fo Misti pengar av HM-gøluni »Eg havi bara meg sjálvan at hugsa um, og mær nýtist ikki so nógv fyri at klára meg, og tí kann eg eisini átaka mær skiftandi uppgávur og eisini verða nógv á ferð« UM Jan OttOsen Jan Ottosen er 37 ára gamal hondbóltsvenjari úr Thisted. Áðrenn hann kom til Føroya at verða venjari í 2009, vandi hann ymisk lið í Norðurjútlandi. Jan var í trý ár venjari í KÍF og síðani hálvtannað ár í VÍF. Síðani ársskiftið hevur Jan verið landsliðsvenjari í Australia. Í løtuni er hann staddur í Danmark og er venjari í Aalborg. Men hann skal aftur til Australia seinni í ár og næsta ár at røkja ymsar venjarauppgávur har. Mynd: Cinara Piccolo/Photo&Grafia – Hondbóltur er mítt lív, og eg brúki stóran part av mínari tíð til at hugsa um og fáast við hondbólt, sigur Jan Ottosen, sum í ár hevur havt eitt australskt ævintýr