hósdagur 18. september 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 106 · 19. september 2014
6
VIKUSKIFTI
Føroyskir filmsdagar
Filmur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroyskur filmsframleiðsla er avmark
að og spjødd, men seinastu árini hevur
vaksandi áhugi verið fyri filmsfram
leiðslu í Føroyum, og útlit eru fyri,
at fleiri filmar verða gjørdir komandi
árini.
Næsta vikuskiftið verður føroyskur
filmur í miðdeplinum á tiltaki, ið verð
ur hildið Norðuratlantsbryggjuni og
Cinemateket í Keypmannahavn. Um
framt hesi er eisini Norðurlandahúsið
við í samstarvinum um filmsdagarnar.
– Í Føroyum er eitt vaksandi films
umhvørvi, sum við grundarlagi í verk
støðum hjá Klippfisk, arbeiðir við at
skapa meira fastar og gevandi karmar
fyri føroyska filmsframsleiðslu, skriva
fyrireikararnir í skránni fyri films
dagarnar í Keypmannahavn.
Fyrsti filmurin vístur
Í ár eru liðin júst 25 ár, síðani fyrsti veru
ligi føroyski filmurin varð framleiddur.
Tað var filmdurin Altantic Rhapsody,
sum í 1989 vísti gerandisdagin og ger
andissøgur í Havn. Hendan filmin
leikstjórnaði Katrin Ottarsdóttir, og
hon hevur hesi árini síðani verið mest
virkni og heiðraði føroyski leikstjórin.
Hon er eisini aktuell við nýggjum filmi,
Ludo, sum letur føroyska filmsdagarnar
í Keypmannahavn upp.
Útlendskir leikstjórar hava víst
Føroyum og føroyskum søgum áhuga,
og Føroyar hava verið pallseting í fleiri
útlendskum filmum. Í 1961 gjørdi týski
leikstjórin Frank Wisbar eina filmati
sering av søguni Barbaru hjá Jørgen-
Frantz Jacobsen, og 36 ár seinni gjørdi
danski Nils Malmros sína filmsútgávu
av klassisku skaldsøguni. Báðir filmar
nir verða vístir á filmsdøgunum í Keyp
mannahavn.
Ein av fyrstu filmunum, sum varð
upptikin í Føroyum, var norski film
urin Selkvinnen, ið er frá 1953. Hesin
filmurin verður eisini sýndur á tiltak
inum.
Eisini til Føroya
Føroysku filmsdagarnir í Keypmanna
havn verða hildnir frá 25. september
til 2. oktober. Filmarnir verða sýndir
á Norðuratlantsbryggjuni og í
Cinemateket.
Sjey spælifilmar, tríggir doku
mentarfilmar og tólv stuttfilmar eru á
skránni, og eisini luttaka fleiri av leik
stjórunum og greiða frá sínum filmum
– eitt nú Katrin Ottarsdóttir og Nils
Malmros.
Føroysku filmsdagarnir koma eisini
til Føroya – tað verður tíðliga næsta ár.
við feskum og
forkunnugum
Gamlar perlur eru funnar fram til føroyskar filmsdagar í
Keypmannahavn, har nýggjastu føroysku filmarnir eisini verða sýndir
Stórfilmurin hjá Nils Malmros um Barbaru verður við á føroysku
filmsdøgunum í Keypmannahavn. Leikstjórin luttekur eisini
Í 1961 gjørdi týski leikstjórin Frank
Wisbar eina filmatisering av søguni
Barbaru hjá Jørgen-Frantz Jacobsen
Fyrsti føroyski spælifilmurin er Atlantic Rhapsody,
sum Katrin Ottarsdóttir leikstjórnaði í 1989
Sagnin um kópakvinnuna verður brúkt í norska
filminum Selkvinnen frá 1953. Hetta er ein av fyrstu
spælifilmunum, sum varð upptikin í Føroyum