hósdagur 18. september 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 106 · 19. september 2014
7
VIKUSKIFTI
Tiltikin útgáva rundar fimmti
Tá ið mætasti tónleikabólkur nakratíð í 1964 fór
í studio at innspæla nýggja plátu, var tað fystu
ferð, at The Beatles upptóku tónleik á eitt 4-sporað
band. Hetta gjørdi nakað við tónleikin hjá bólkinum, og
útgávan A Hard Day’s Night, sum í ár fyllir 50 ár, er ein av bestu
útgávunum hjá Liverpool-dreingjunum. Hevur tú eina lagaliga løtu
um vikuskiftið, kanst við hesari legendarisku útgávu leggja oyru
til popptónleik, sum eingin megnar at gera The Beatles eftir.
LURTA!
kelda: Manntal 2011
Tað ber til at leingja lívið, tíma
fyri tíma.
Tí tey siga, at frukt er so sera
góð fyri heilsuna og alt annað.
Seks um dagin og tú livir longur.
Spurningurin, eg spyrji meg
sjálvan, hvørja ferð, eg eti frukt,
er, um eg fái líka nógva tíð í
hinum endanum sum eg brúki
upp á fruktina her og nú.
Tað tekur eina góða løtu at
eta eitt súrepil, og tað skal skolast
fyrst. Ella skrædla eina banan og
skrubba eina háorkuperu.
Trupulleikin var ikki so stórur,
um eg dugdi at multitaska. Um
eg kundi dustsogið og flust eina
appelsin í senn. Tað eru tey, sum
duga at lata eina greypfrukt úr
við yndi, meðan tey sita á feys
bukkuni.
Spurningurin er, um vit fáa
tann tíman, vit brúka hvønn
dag upp á fruktina, tveir tímar,
taka vit grønmetið við, aftur í
aldurdóminum ella fyrr. Og hvat,
um vit doyggja av C-vitamin
misnýtslu, áðrenn vit blíva gomul
og skulu í holt við uppspardu
vitamineftirlønina?
Og so øll handan vistfrøðin.
Nei, takk, ikki her. Vistfrøði er
ein religión. Eg kann ikki torga
religiónir, tær eru skaðiligar og
geva búkilsku og leyst lív um
framt lyfti um ævigt lív.
Men siga vit, at vit fáa hasar
báðar tímarnar, vit seta av og
brúka til frukt og grønmeti
hvønn dag, 730 tímar, 30,416666
samdøgur um árið, aftur, ja, so
gongur líka upp, tíma fyri tíma.
Einki er vunnið. Annað enn,
at deyðin verður útsettur. Og
er tað nakar fyrimunur? Hann
kemur kortini.
So hví eta frukt og grønt, og
ikki okkurt, sum smakkar væl? Tí
tað siga øll donsku vikubløðini,
nýggjasta testamenti hjá flestu
føroyingum.
Og kann tað, í ringasta føri,
ikki enda við ævigum lívi hesu
megin ævinleikan, um tímar
hvønn dag leggjast afturat í
hinum endanum?
Annars siga tey klóku nú, at
fólk, sum trúgva, liva longur enn
vit, sum ikki trúgva.
Enn eitt dømi um, at rættvísi
er ein býur í Belgia. Teimum, sum
trúgva, nýtist ikki at liva leingi,
tí tey halda jú fram at liva eftir
deyðan. Tey stúra ikki fyri tí eina
degi. Hjá teimum er deyðin bara
ein rundkoyring, inn øðru megin.
út aftur hinu megin og so bara
beint fram í allar ævir.
Kanska er hatta bara enn
ein av hasum annanhvønndag
kanningunum. Annan hvønn er
kaffi drepandi, annan hvønn dag
er tað betri enn nakað annað,
eisini betri enn gudsótti, fyri
heilsuna.
Sum við fruktini og grøn
metinum, sum leingja lívið, fáa
tey trúgvandi tað, tey brúka upp
á trúnna, aftur. Tey fáa minst
tann eina tíman, tey brúka í
kirkjuni, og tann hálva tíman,
tey brúka upp á morgunlesturin
hvønn gerandisdag, aftur, hóast
tey heldur vilja í rundkoyringina
sum skjótast. Tí ævigt er betri
enn stokkut.
Og so øll tey, sum renna
undan onkrum ella eftir onkrum
øðrum, renna sum fyri lívinum.
Og tað er júst tað, tey gera, renna
fyri lívinum. Fyri hvønn tíma tey
renna, fáa tey ein tíma afturat at
renna í.
Tey renna sum undan tarvi
í outfitti fyri minst eina hálva
vikuløn brutto við øllum møgu
ligum tólum uppi á sær, sum
máta pulsin, BMI, BTÚ, arbeiðs
loysið, ferðina, kilometrarnar,
costbenefit, alduhæddina, alt,
sum kann mátast. Tølini eru
prógvið. Vit liva í allar ævir
hesum megin ævinleikin. Tíma
glasið er altíð hálvfult.
Í Himmiríkisfelagsskapinum
ber bara til at renna, tá samdrigið
er.
Kánus spurdi Gánus, hví allar
kvinnurnar í Starvsmannafelag
num ikki krevja, at felagið eitur
Starvsfólkafelagið, og eta eitt
súrepli og eitt rátt brokkoli og
fara út at renna, starvskvinnu
renning.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Ævinleiki
fyri tímaløn
LURTA
LES &
UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
9 ára gamal
súkklaði 35 km
til mammuna
Ein 9 ára gamal drongur í Faaborg í Danmark
longdist mánadagin so illa eftir mammu síni, sum
ikki longur býr saman við honum og pápanum, at
hann tók málið í egnar hendur. Hann súklaði 35
kilometrar úr Faaborg til Assens, har mamman býr.
Tá ið pápin fann út av, at drongurin var horvin, ringdi
hann til løgregluna, og drongurin varð eftirlýstur
í tveir tímar, áðrenn hann varð funnin við eina
bensinstøð í Assens, har fólk høvdu givið honum
okkurt at eta og drekka, tí hann tóktist so troyttur.
Fólk og lagnir
í heimbýnum
Norski rithøv
undin Tomas
Espedal
blandar sjálv
lævisøgur, brøv,
skaldskap og
journalistikk í
sínum søgum
úr heimbýnum
Bergen. Sein
asta útgávan
hjá Espedal,
Bergeners, snýr
seg um fólk í
heimstaðnum,
og Espedal
brúkar seg
sjálvan og sínar upplivingar í sermerkta
mátanum at skriva og siga søgur.
Smáligur kritikkur av Søvndal
Um vikuskiftið verður árligi
Fólkafundurin hildin í ítróttardeplinum
í Runavík. Ein av gestunum á fundinum
er fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin
Villy Søvndal. Hann fer millum annað at tosa
um, hvussu tað er at uppliva smáligan kritikk
um málburð og slipsaknútar heldur enn at verða
viðgjørdur fyri tað, sum hann stendur fyri. Samrøða
verður við Villy Søvndal fríggjakvøldið kl. 20.30.
Craig aftur
sum 007
Fyrst í desember byrja upptøkurnar til nýggjan
James Bond film, og enn einaferð verður Daniel
Craig í leiklutinum sum 007. Hetta verður fjórði
Bond-filmurin við Craig í høvuðsleiklutinum. Ralph
Fiennes skal aftur spæla M, og Ben Whishaw spælir
ein unga útgávu av Q. Naomie Harris heldur fram í
leiklutinum sum Miss Monneypenny. Enn er heitið
á nýggja filminum ikki likið út – arbeiðsheitið er
Bond24. Filmurin skal frumsýnast í oktober 2015.
6,5%
av øllum fólkum
í Føroyum yvir
15 ár hava ikki
føroyskt sum
móðurmál
UPPLIV!
LES!
Visti tú?