Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-18, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 106 · 19. september 2014 8 VIKUSKIFTI – Tað snýr seg um at fáa tað besta fram – Eg haldi ikki tað skal snúgva seg um at broyta útsjónd. Endamálið má vera at fáa eina betri útgávu av tær sjálvum fram, sigur 50 ára gamla Elna Johannesen, sum tríggjar ferðir hevur fingið vakurleikaviðgerðir. Vakurleikaviðgerðir Barbara Holm barbara@sosialurin.fo At fáa sær eina vakurleikaviðgerð ella báð­ar tvær er eingin synd. Tað heldur í øll­um før­um ikki 50 ára gamla Elna Jo­ hanne­sen, sum fekk sína fyrstu viðgerð fyri yvir 20 árum síðani. Tað var ein erlig viðmerking frá tveim­um skúlanæmingum, sum fekk Elnu Johannesen til at leita sær eftir hjálp. Sum barn og ung var Elna púra nøgd við sína útsjónd. Hon hugsaði ikki um útsjóndina, fyrr enn hon gjørdist tann­ár­ing­ur, og tvær gentur viðmerktu "sum handan gentan hevur stóra nøs". – Eg fór heim, og speglaði mær frá øllum síðum, og fann útav, at tað pass­aði. Eg hevði veruliga eina ótrúliga stóra nøs, sigur Elna. Síðani tann dagin royndi Elna at gera alt fyri at fjala sína nøs. Hon fór at lesa til sjúkrasyst­ur og flutti til Havnar, men upp ígjøgnum øll ungdómsárini syrgdi hon fyri, at eingin sá á hana frá síð­uni, tí so sást tann stóra nøsin. – Tað var ein álvarsamur trupulleiki fyri meg, og eg hevði lítið sjálvsálit or­ saka av hesari stóru nøsini, sigur Elna Jo­hanne­sen. Ein dagin, tá Elna vitjaði í Keyp­ manna­havn, fór hon inn í ein handil at royna klæði, og í skiftirúminum sá hon seg sjálva frá øllum síðum. – Eg hugsaði "nú kann vera nóg mik­ið við hesari nøsini", sigur Elna. Hon skundaði sær at ringja til eitt priv­at sjúkrahús í Keypmannahavn, og eina viku seinni hevði hon verið undir skurð og fingið munandi minni nøs. – Tá eg kom heim aftur varnaðist eg, at fleiri byrjaðu at viðmerkja mína út­sjónd. Tey hildu eg sá gott út, uttan veru­liga at síggja hvat var øðrvísi. Men eg haldi tað var mítt sjálvsálit, sum bara bleiv nógv betur, greiður Elna Jo­ hanne­sen frá. Vil ikki hava stein deytt andlit Meðan nasaviðgerðin veruliga broytti sjálvs­myndina og sjálvsálitið hjá Elnu, so hevur hon eisini fingið tvær smærri við­gerðir, sum ikki hava havt somu ávirk­an á hana. Talan er um restalyn innspræning mill­um eygnabrýrnar og millum nasa­ glugg­ar­nar og munnin, og hendan við­ gerðin javnar út rukkur. – Eg føldi fyri nøkrum árum síðani, at eg sá so óð út, tí rukkurnar millum eygna­brýrnar vóru so ógvusligar, greið­ ur Elna frá. Hon hugsaði seg aftur um, og hesa­ ferð gjørdi hon av, at hon heldur vildi keypa sær vakrari útsjónd, enn at keypa sær klæðir ella okkurt annað. Hesar viðgerðir er Elna eisini glað fyri, men hon er tó varin við júst resta­ lyn innspræningum, tí tað kann gerast ov nógv av tí góða. – Eg minnist eg var til eina veitslu utt­an­lands fyri nøkrum árum síðani, og har vóru nógv ríkfólk til staðar. Fleiri teirra sóu út sum, at tey høvdu púra deytt andlit, sigur Elna Johannesen. Og júst hesum er Elna varin við. Hon vísir á, at hon ikki ynskir at taka burt­ur øll tekin um aldur, men bert ynsk­ir at gera nakað við tey viðurskifti, sum hon er hørm um. Viðmæla øllum at gera tað við máta Elna Johannesen er sannførd um, at peng­arnir hon hevur nýtt til vak­ur­ leika­við­gerðir, vóru væl brúktir. Hon hev­ur ongantíð angrað sínar viðgerðir, men er samstundis fortalari fyri, at fólk ansa sær við slíkum. Elna arbeiðir sum sjúkrasystur hjá komm­unulækna í Eysturoynni, og her hevði hon ikki ivast í at rátt fólki til at ganga hesa leið. – Um fólk hava eitt hvørt, sum tey eru ógvuliga hørm um, so haldi eg av­ gjørt tey skulu gera nakað við tað. Men tað skal sjálvandi vera við máta, og allir smá­lutir skulu ikki rættast uppá, sigur Elna. Hon heldur, at miðlarnir í dag føra við sær, at hægri krøv vera sett til kvinn­ur og menn. – Vit skulu altíð vera vøkur og full­ kom­in í øllum lívsins samanhangum, men hvør er í veruleikanum tað, spyr Elna. Hon heldur, at tað eigur at vera ald­urs­mark á nær fólk kunnu fáa sær ávís­ar viðgerðir, sum til dømis tær, sum taka burtur rukkur. – Tá eg síggi ungar gentur í 20'unum fáa sær restalyn í andlitið, so harmist eg teirra vegna. Tað er ikki rætt, tí um tær gera slíkt í so ungum aldri, so kunnu vit bara stúra fyri hvar tað endar, sigur Elna. Hon vísir á, at slíkt má gerast við máta, tí fært tú restalyn innspræningar nóg ofta, so gloymir tú hvussu tú sært út, og byrjar at varnast skeivleikar um alt andlitið. – Tað eru nógv dømi um kvinnur, sum byrjaðu varliga, men síðani fingu eitt mishátt andlit uttan lív, vísir Elna Jo­hanne­sen á. Tó er hon sannførd um, at tað er eing­in orsøk at liva eitt lív við skeiv­leik­ um, sum ávirka teg í gerandisdegnum. – Er okkurt tú brennur fyri at broyta, so er bara at leypa útí tað, heldur Elna Jo­hanne­sen. vakurleikaviðgerðir