Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-18, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 106 · 19. september 2014 Í ranga strúpan U17 nýggjan venjara? In.fo skrivaði í vikuni, at U17 bruttohópurin hjá fótbóltsgentunum var úttikin. Antin er okkurt broytt á landsliðnum, ella var talan um eitt mistak, tá ið Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, alt í einum trónaði fram í sambandi við greinina. Veit nakar, um Maud er blivin fótbóltsvenjari? Heilagt ljós yvir Boogie Street Sunnudagin verður kanadiski sangarin og sangskrivarin Leonard Cohen 80 ár. Hetta verður hildið við tiltaki í Norð­ ur­landa­húsinum, har Hanus Kamban, rithøvundur, fer at hug­leiða um lívið og virkið hjá Cohen. Tekstirnir og løgini hjá Cohen eru skapt á mótinum millum erotikk og andaligan longsul, millum Mount Baldy og Boogie Street. Millum annað hesin spenningur verður lýstur í fyrilestrinum, sum verður í Kringl­uni sunnudagin kl. 16.00. Fólkafundur í Runavík Festivalurin hjá fólkaræðinum verður hetta viku­skiftið hildin í ítróttardeplinum í Runavík. Áhuga­fe­løg, fakfeløg, politiskir flokkar og onnur – teirra mill­um Sea Shepherd – luttaka á Fólkafundinum, har hugskotið er at fáa í lag samskifti millum borg­ar­ar, mynduleikar, politikarar og onnur. Fólka­fund­ur­in verður 19. og 20. september. ítróttardepilin 19. og 20. september Countrykvøld á hotelli Leygarkvøldið verður countrytónleikur í miðdeplinum á Hotel Føroyum í Havn. Har hava tey serlig countrykvøld við serligari matskrá, røðu frá Peter Rouch, felagssangi og tónleiki frá Halli Joensen, Kristinu Bærendsen og Evi Tausen. Tiltakið byrjar leygarkvøldið kl. 19.00, og út á náttina verður almennur dansur á hotellinum. Hotel Føroyar leygarkvøldið kl. 19.00- baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein – Vit skulu heldur spara enn hækka skattin – Vit hoyra alsamt, at fokus er á børnini, tá tey fara í skúla, og ikki eitt orð verður grett um týdningin av tíðini áðrenn. Børn verða ikki fødd 6-7 ára gomul, um nakar ivast. Gunvá við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík, tekur ikki undir við skattahækking næsta ár Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum – Klókum kvinnum dámar betur klókar menn, enn klókum monnum dámar klókar kvinnur Natalie Portmann, amerikanskur sjónleikari Lekrar rumpur? Frálíkur endi hjá U21-landsliðnum Sosialurin Ætlar hann at týna mannaættina? Bill Gates letur 50 milliónir til ebola Portal.fo Teir fingu so reytt! Tað gjørdist tíðliga greitt sunnudagin, at B36 fór ikki at fáa gult. Teir vóru aftanfyri 2-0 og vóru ein spælari í undirtali. Sosialurin Ruddið forsíðuna! Verður helst nakað av útróðri hesa vikuna Portal.fo Meira at grenja um! Grønland upp í Hoyvíks- sáttmálan In.fo Ja, og Sea Shepherd skal heim! Tjóðveldi: Útlendingar skulu út úr veiðiliðnum í føroysku fiskivinnuni Norðlýsið