hósdagur 18. september 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 106 · 19. september 2014
15
VIKUSKIFTI
Óeftirfarandi søguskriving
Tað er í tíðini síðan tá skrivað fitt um hetta
tíðarskeiðið í samband við Congo. Men tá ið
Dollin ikki hevur verið partur av kendu søg
uni, so er størsti parturin av tí, sum er skrivað,
antin beinleiðis skeivt ella mangulfult.
Hetta fer henda nýggja bókin at rætta uppá
grundað á skjøl í bretskum søvnum umframt
annað atkomiligt tilfar.
Tá ið bókin um Dollan kom út í 2010 varð
longu staðfest, at Dollin hevði byrjað tað, sum
kallaðist Congo Reform Campaign í 1903, við
teimum avleiðingum hon fekk.
Tá var niðurstøðan, at tær myndir, sum
hann hevði brúkt í hesum sambandi, vóru
horvnar.
Men nýggjar kanningar vísa, at tað er ikki
so. Tær eru nevniliga ógvuliga væl kendar.
Um tað t.d. verður googla “congo atrocites leo
pold” koma fleiri av hansara kendu myndum
fram av fólki, har høgra hondin er avkvett.
Hesar myndir eru eisini í bókum og rit
um, sum umrøða hesa tíðina í Congo. Tað eru
tveir myndatakarar, sum hava fingið heið
urin fyri hesar myndir. Annar er trúboðarin
Alice Harris, eisini frá Balolo missiónini. Í ár
hava verið í minsta lagi tvær framsýningar
í Bretlandi, har boðskapurin er, at tað eru
Alice og maður hennara John Harris, sum
byrjaðu hesa herferðina móti støðuni í Congo
við egnum myndum. Tað eru eisini bøkur og
greinar skrivaðar við sama boðskapi.
Tað er tó lætt at staðfesta, at Harris hjúnini
tóku sína fyrstu kendu mynd í mai 1904. Tey
komu til Bretlands á heysti 1905, og teirra
fundarrøð byrjaði í 1906. Hetta var langt
aftaná Dollan.
Hin er William D. Armstrong, leiðari á
missiónsstøðini Bonginda, har Dollin eisini
virkaði. Sagt varð um Armstrong, at eitt eyð
kenni fyri hansara myndir var, at hann vavdi
hvít klæði um viðkomandi, so meislaði arm
urin sást betri á myndunum.
Men tað kann staðfestast, at tað kann
ikki vera Armstrong, sum hevur tikið hesar
myndir.
Permumyndin til bókina av Mola og Yoka
vísir fyrstu myndina, sum kann dagfestast.
Her siga fleiri søgufólk, at henda myndin
er tikin av Armstrong, tí hvítu klæðini um
kroppin eru eyðkenni fyri myndirnar hjá
honum.
Men henda mynd er tikin í bygdini Ikoko,
hagar Casement og Dollin komu, áðrenn teir
komu til Bonginda. Hetta merkir, at Arm
strong kann ikki hava tikið hesa mynd, tí
hann var als ikki í Ikoko, har aðrar líknandi
kendar myndir eru tiknar. Tað eru líknandi
myndir tiknar í Bonginda. Men serfrøðingar
siga, at alt bendir á, at tað er sami fotografur,
sum hevur tikið hesar myndir.
Henda próvførslan vendir tískil øvugt av
tí, sum er ætlanin við henni. Tá ið bert Dollin
av teimum báðum hevur verið í báðum støð
um, kann tað bert vera hann, sum hevur tikið
hesar kendu myndir.
Fyri at fáa hesa søguna at passa við sjálv
gjørdu niðurstøðuna verður av professionell
um søgufrøðingum enn tá gjørd tann søga, at
Armstrong var saman við Casement á ferðini,
og at hann tá hevur tikið hesa myndir. Tá ið
ein so fyrst hevur sagt tað, taka onnur tað
upp aftur og leggja kanska eitt sindur afturat.
Men tað er lætt at staðfesta frá dagbókini
hjá Casement, at hetta passar ikki. Einasti
hvíti maður á ferðini umframt Casement var
Dollin. Armstrong var á eini dagsferð saman
við Casement inn í landið, meðan teir lógu í
Bonginda. Men tá var Dollin eisini við.
Søgan stuðla av fremstu
søgufrøðingum
Tað tykist, sum at søgufólk ofta fara ógvu
liga lætt um sannleikan. Tey gera sær sína
niðurstøðu, og so verður próvførslan lagað
har eftir. Tí er nógv av tí, sum verður skrivað,
beinleiðis í stríð við sannleikan.
Tað er lutfalsliga lætt at finna tilfar um
hetta mál. serliga á skjalasavninum hjá Lon
don School of Economics í London. Men
hetta verður bert gjørt í tann mun, sum hetta
tænir ásetta setninginum. Eitt gott dømi um
hetta er bók, sum er skrivað av fyrrverandi
medarbeiðara á tí skjalasavnið í Edin
burgh, har skjølini hjá Balolomissiónini eru
varðveitt. Hann tekur ikki Dollan uppá tungu,
hóast hann veit betur.
Men at gera hetta
vildi oyðilagt hansara
niðurstøðu!
Tað eru tó tíbetur
søgumenn, sum í hes
um førinum viðganga
síni mistøk. Ein av
teimum er søgupro
fessarin Kevin Grant
frá Hamilton lærda
háskúlanum í stat
inum New York.
Hann hevur skrivað,
at myndirnar, sum
vórðu brúktar í um
røddu Congo herferð
vórðu tiknar til Bretlands av Casement. Tá
ið hann varð gjørdur varur við, at hetta ikki
kundi bera til, tí fyrst Dollin og síðan Grattan
Guinness, leiðari á Balolo missiónini, byrjaðu
sína herferð í november 1903, meðan Case
ment kom til London 1. desember, ásannaði
hann, at hann kundi ikki hava rætt. Hann
hevur síðan stuðla míni áskoðan um hetta
mál. Í seinasta telduposti segði hann seg
skriva eina bók um umrøddu Harris hjúnini.
Hann segði seg í bókini fara at vísa til mínar
kanningar og niðurstøður.
Søgufrøðingur hugtikin av bókini
Ætlanin var, at bókin skuldi koma út sam
stundis sum frímerkið. Men hon verður nakað
seinkað, og tað hevur eisini sína góðu orsøk.
Bókin hevur longu vakt áhuga millum
søgufrøðingar, eisini í USA. Ein av hesum
er søguprofessarin Dean Pavlakis frá Carroll
College í Montana. Hann er serfrøðingur við
urskiftum í Congo og er sjálvur við at skriva
bók alment um Congorørsluna, og kemur hon
út komandi ár.
Hann hevði frætt um ætlaðu bókina og
spurdi um kann kundi síggja mítt handrit.
Tað var sjálvsagt í lagi. Á henda hátt kann
hann fáa tilfar frá mær, sum hann ikki hevur
sjálvur, og tað sama kundi so vera hinvegin.
Dean hevur onkrar viðmerkingar til
handritið, men sigur: .. your manuscript is
a stunning piece of work. Your research on
Danielsen sets a very high standard that
others would do well to follow.
Leysliga umsett sigur hann: “Títt handrit er
eitt framúrskarandi arbeiði. Tínar kanningar
eru á einum sera høgum støði, sum onnur
áttu at fylgt”. Aðrar viðmerkingar eru sama
slag bæði frá honum og øðrum.
Tað eru eisini søgufrøðingar í Bretlandi,
Belgia og Írlandi, sum siga tað sama.
Tað eru í hvussu er tvær bøkur, sum koma
út í USA, sum fara at hava sannleikan um
Dollan vísandi til mítt tilfar.
Her verður tískil talan um eina bók, sum
er ein framúrskarandi lýsing av einum føroy
ingi, sum skapti heimssøgu. Hon er so und
irbygd, sum nøkur søga kann vera, váttað av
fleiri serfrøðingum.
Útsøluprísurin verður kr. 200. Tey sum
hava hug at geva viðskiftifólki og kenningum
hesa søgu, kunnu fáa hana fyri kr. 175, um
bíløgd verða minst 5 eintøk. Tá fylgir fyrsta
dagsbrævbjálvi við frímerkinum við.
Sjálvur geri eg ikki nakað serligt burtur úr
bókum, sum eg skrivi. Men henda søgan er
so serstøk, at hon eigur at verða kend, eisini
í Føroyum. Skuldu bólkar av áhugaðum havt
áhuga fyri tí, vil eg fegin hava eina framløgu,
har bókin kann fáast fyri serprís. Teldupostur
kann sendast til: olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur:
Í komandi parti verður hildið fram við røðini um Kristian
Djurhuus. Hesa ferð verður tað um kongavitjanina í 1921.
Frímerki við føroyskari heimssøgu
Hesar myndir eru ein partur av próvtilfarinum
í bókini. Serfrøðingar meta, at tað er sami
fotografur, sum hevur tikið allar myndirnar.
Men tær eru tiknar í hvør sínum staði. Tann
ovara røðin í Ikoko og tann niðara í Bonginda.
Tað er bara ein kendur myndamaður, sum
hevur verið í báðum støðum, og tað er Dollin.
Daniel J. Danielsen
Dollin (1871-1916)