hósdagur 18. september 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 106 · 19. september 2014
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Føroyingurin sum
skapti heimssøgu
Tann 24. september gevur Postverk Føroya út eina nýggja røð av frímerkjum. Eitt teirra
hevur heitið Casement frágreiðingin 1904 – Daniel J. Danielsen Dollin (1871-1916). Her
er talan um ein ókendan part av heimssøguni, har føroyingur hevði avgerandi leiklut
S
íðan 2007 hava lesarar av hesi
røð kunnað fylgt við í søguni um
havnarmannin Daniel J. Danielsen,
Dollan, sum hevði ein avgerandi
leiklut í søguni hjá Congo, sum
fyrst í undanfarnu øld var persónlig ogn hjá
belgiska konginum Leopold 2.
Tað er henda søgan, sum Postverkið við
urkennir við frímerki, teknað av Anker Eli
Petersen. Høvuðspersónurin á frímerkinum
er Dollin sjálvur. Hin er írin Roger Casement,
sum fyri 110 árum síðan legði fram sína frá
greiðing um ræðustýrið í Congo. Tað eru tvey
skip á frímerkinum. Tað ovara er missións
skipið Pioneer, Tað niðara eru Henry Reed,
sum var brúkt til umrøddu kanning. Við
báðum skipum var Dollin skipari og mask
inmeistari.
Í Afrikakortinum er Congo sett inn. Tað
sigur nakað um støddina á landinum, sum
er til støddar sum ein fjórðingur av øllum
Europa.
Aftanfyri hetta frímerki er ein sera spenn
andi og áhugaverd søga, sum hevur verið
púra ókend í øllum heiminum til nú.
Kanningarnar av hesi søgu hava hildið
áfram heilt fram til bókin er farin til prent
ingar. Tí verður í sambandi við frímerkjaút
gávuni givin út á enskum tann samlaða søgan
hjá Dollan.
Hetta verður gjørt í samstarvi við Neil
Dickson og dóttir hansara Katie, sum hava rit
stjórnað og rættlisið tilfarið fyri at tryggja, at
bókin er á einum dyggum støði. Neil Dickson
er leiðari fyri Brethren Archivists and His
torians Network (BAHN) í Bretlandi. Hann
er søgufrøðingur og var eisini Tórði Jóanssyni
til hjálpar, tá ið hann skrivaði sína ritgerð um
føroysku Brøðrasamkomuna.
Tað er fyrst og fremst áhugin og eggjanin
hjá Neil fyri at takka, at henda søgan er komin
so langt. Tað er BAHN, sum kemur at standa
sum útgevari av bókini. Hetta verður gjørt
fyri betur at røkka teimum, sum skriva søgu
úti í heimi, serliga tí enskttalandi heiminum.
Tórður eigur eisini tøkk fyri sín leiklut. Hann
gjørdi Neil Dickson varan við fyrru bókina
um Dollan og hevur alla tína verið ein eggjan.
Dollin dugnaligur men
bráur og ótolin
Søgan er í stuttum, at Dollin kom til Congo
í 1901 at sigla á Congoánni við missións
skipinum Pioneer hjá Congo Balolo Missi
on. Hann hevði tann trupulleika, at hann
var ótolin og harðliga sintur. Hetta skapti
honum trupulleikar millum sínar egnu, og
kært varð um hann til missiónina. Tískil
varð hann kallaður heim til Ongland. Men
á vegnum heim oman eftir Congoánni verð
ur heimkallingin tikin aftur. Hansara felagar
í Congo høvdu avvíst hesar ákærur, og teir
góvu honum eitt heilt einastandandi um
mæli. Hann var framúr maskinmeistari, og
hann lærdi skjótari lokala málið enn aðrir
trúboðarar.
Á ferðini oman eftir Congoánni hittir Dol
lin bretska konsulin Roger Casement, sum
hevði fingið til uppgávu at kanna søgurnar
um yvirgang móti fólkinum. Casement
manglaði ein maskinmeistara og skipara, og
Dollin tók við hesum starvi.
Teir ferðaðust so niðan og oman eftir
Congoánni í tveir mánaðir. Úrslitið var um
rødda Casementfrágreiðingin í 1904, sum
staðfesti ræðusøgurnar, sum gingu millum
manna.
Tað er eydnast at fáa til vega eitt bræv frá
Casement til bretska uttanríkisráðið, har hann
rósar Dollan til skíggja fyri hansara luttøku í
ferðini. Hann sigur beint út, at uttan Dollan
hevði ferðin ikki verið so væl eydnað, sum
hon gjørdist. Bert hetta er nóg mikið til at
gera Dollan søguligan.
Hann kemur aftur til Bretlands um 12.
oktober 1903 og vil hava sína missión at fara
alment í hernað móti ræðuleikunum í Congo.
Hetta hevði hon ongan hug til at gera, áðrenn
Casement sjálvur kom aftur til Bretlands
hálvan annan mánað seinni.
Hesum hevði Dollin ikki tol til at bíða eft
ir. Hann fór tí sjálvur í hernað við at hava
almennar fyrilestrar við ljósmyndum, sum
hann sjálvur hevði tikið.
Í frásøgnum frá hesum fundum í bretsk
um bløðum verður frágreiðingin hjá Dollan
sammett við kendu bókina Smáttan hjá Onkul
Tom, sum var um amerikanska trælahaldið.
Hetta man vera ein av heimsins kendastu
bókum. So henda sammeting sigur ikki so
lítið.
Tá ið Balolomissiónin sá, hvønn ans hesir
fyrilestrar vaktu, fór hon sjálv í holt við eina
fundarrøð. Hetta mót egnari samtykt áðrenn
Casement kom heim.
Eitt framhald av hesum fundum var stovn
anin av Congo Reform Association í mars
1904. Endin var, at Lepold 2. kongur í Belgia
í 1908 varð kroystur at geva Congo frá sær
sum sína persónliga ogn.
Annar søguligi leikluturin
Tað er so eingin ivi um, at Dollin eigur um
framt ferðina við Casement ein søguligan
leiklut í hesi gongd. Tað var hann, sum slóðaði
fyri, og sum við sínum karismatiska framburði
og sínum myndum av fólki við avhøgdum
hondum fekk fólk at rakna við, so onnur eisini
vildu gera bart.
Søgufólk ásanna, at hetta er fyrsta manna
rættindaherferðin í søguni við nýtslu av
fotomyndum.
Men hóast hetta er hann púra gloymdur og
hevur verið stórt sæð ókendur fyri sítt avrik
í meira enn 100 ár.
Frá byrjan 1904 verður hann ikki tikin
uppá tungu. Heldur ikki av sínum samstarvs
monnum Edmund Morel, sum var leiðandi í
hesi kampanju, og Harry Grattan Guinness,
sum var leiðari á Balolo missiónini, har Dollin
virkaði.
Ein orsøk kann vera tann, at Dollin var
so fortur og bráður, at tað var ov nógv fyri
hesar báðar, og tí hava teir fryst hann úti. Dol
lin flytur til Føroya í 1904 fíggjarliga stuðl
aður av missiónini, so tá var hann eisini av
vegnum.
Nýtt frímerki:
Á permuni sigast stendur, týtt til føroyskt:
Óli Jacobsen hevur gjørt eitt gott og hugtakandi
arbeiði við at geva manni, sum higartil hevur
verið gloymdur, sítt rætta pláss í fyrstu
stóru mannarættindarørsluni í 20. øld.
Undirskrivað av Adam Hochschild, sum
hevur skrivað bestsellaran “Kong Leopolds
Arv”, sum er týdd til fleiri mál.
Dollin gjørdi, at avkvettu hendurnar, blivu eitt
eyðkenni fyri stýrið hjá Leopold 2. í Congo.
Hetta gav eisini íblástur til skemtitekningar
í bløðunum. Henda er frá 1908.