hósdagur 18. september 2014síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 106 · 19. september 2014
13
VIKUSKIFTI
Hvat heldur tú um
vakurleikaviðgerðir?
Eg haldi, at tað er deiligt, at man hevur
møguleikan at fáa sær vakurleikavið
gerð, um man veruliga hevur tørv á tí.
Eg haldi, tað er fantastiskt, at fólk, sum
hava trupulleikar við teirra útsjónd, um
tað so er viðføtt, av sjúku ella vanlukku,
kunnu fáa hjálp á hesum økjum.
Kundi tú funnið uppá
at fingið tær eina
vakurleikaviðgerð?
Sjálvandi hugsar man um
tað viðhvørt, og serliga tá
man í dag hevur so nógv
fokus á útsjóndina og tann
perfekta kroppin. Men tað
er ongantíð blivi til meira
enn bert ein tanka, so eg
kann ikki siga, at hetta er
aktuelt fyri meg sum nú er.
Er nøkur viðgerð,
ið tú heldur er ov
nógv av tí góða?
Ja tað eru viðgerðir, sum eg
haldi eru blivnar misnýttar.
Serliga tá viðgerðirnar ganga útyvir
tann natúrliga vakurleikan, har tey
persónligi trekkini doyggja í botox og
plastikskurðviðgerðum. Eg haldi, at tað
er sera óheppið, at summi eru bangin
fyri at eldast og tískil blíva bundin av
hesum viðgerðum. Hesi signal kunnu
gera, at tey ungu í dag fáa eina skeiva
mynd av hvat veruligur vakurleiki er.
Hvat heldur tú um vakur
leikaviðgerðir?
Ja, tað er nú ikki nakað eg gangi og
hugsi um ofta. Men tað er sjálvandi
sera útbreitt ímillum tey kendu í Holly
wood! Eg haldi tó, tað er fínt, at fólk,
sum hava sálarligar trupulleikar við
onkrum uttaná, gera okkurt við tað.
Men sum heild haldi eg lítið um tað,
og haldi í veruleikanum, at tað er eitt
sindur langt úti, og eitt ræðuligt signal
at senda ungum gentum og dreingjum.
Kundi tú funnið uppá at fingið
tær eina vakurleikaviðgerð?
Nei, eg kundi ikki funnið uppá at fingið mær eina vakurleikaviðgerð. Eri nøgdur
við meg sjálvan.
Er tað nøkur viðgerð, ið tú heldur er ov nógv at tí góða?
Eg haldi, at tað er ov nógv av tí góða, tá kvinnur fáa sær alt ov stór bróst, ala
Linse Kessler. Annars haldi eg, at so sum alt er ov nógv av tí góða. Men fólk,
sum veruliga hava trupulleikar av tí, ja, tað er helst í lagið. Men langt úti at man
yvirhøvur er komin har til.
Hvat heldur tú um vakurleikaviðgerðir?
Mær dámar væl, at man í dag hevur møguleikan at snøgga sína útsjónd. Hetta er
nakað, sum menniskju altíð hava gjørt, kanska mest av átrúnaðarligum orsøkum.
Men í dag fyrigongur tað meira á einum egoistiskum støði, har pengar, makt og
útsjónd tíanverri ofta eru ein fyrimynd í materialistiska resinum. Eisini eru tað
tey, ið dragast við ein kropsligan trupulleika alt sítt lív, har viðgerðir kunnu rætta
uppá “brekið”. Tað er gott. Í mun til fyrr, hava vit í dag ein veruligan møguleika
at vísa okkara sonnu narsissistisku síðu, bæði online og offline. So leingi ein
vakurleikaviðgerð ikki ger skaða inn á onnur, so er tað ein vakur partur av tí
natúrliga frælsinum. Vælferðarsamfelagið hevur við sær, at flestu fólk liva eitt
trygt og gott lív, har stúranin fyri framtíðini er óviðkomandi. Tað tykist mær tí
heilt tragikomiskt, at meðan ein partur av heiminum gleðist yvir eitt heim, sum
stendst av einum tilgjørdum tjaldi, frøist hin parturin um vakrar spegilsmyndir,
flottar bilar og lagurhøllir av vín og osti.
Kundi tú funnið uppá at fingið tær eina vakurleikaviðgerð?
Tað kundi væl hent seg, at eg einaferð velji at seta meg í vakra skurðstólin hjá
plastiklæknanum. Men í skrivandi stund eri eg 32 ára gamal og havi ongan tørv á
at sannføra meg og onnur um, at eg riggi inn í menniskjaskaptu plastikrammurnar.
Fyri meg snýr tað seg um at hava tað gott við mær sjálvum, og teimum man
er nær. So leingi hendan kabalin gongur upp, so er tað óviðkomandi um mín
útsjónd hóskar til mín, tín ella reklamumannin.
Er tað nøkur viðgerð, ið tú heldur er ov nógv av tí góða?
Tað eru uttan iva fleiri viðgerðir, ið kunnu fáa mítt smíl fram. Men tað mest
ynkeliga og ómannliga, eg havi sæð, eru menn, sum fáa sær implantatir í búkin,
fyri at fáa størri búkmusklar. Tað er bæði óerligt, ósportsligt og abstrakt.
Páll Oddur
Rubeksen
Símun
Samuelsen
Evi
Tausen
oying
Hvat heldur tú um
vakurleikaviðgerðir?
Hetta er ein torførur spurningur. Eg
haldi veruliga, at vakurleiki kemur
innanífrá, og tað er ikki í útsjóndina,
vit eiga at leggja størsta dentin.
Samstundis livi eg mitt í eini sera
útsjóndsfokuseraðari verð, har lýsingar,
miðlar og rákið sum heild alla tíðina
bombardera meg við, hvussu eg skal
síggja út. Eg viðgangi, at eg verði ávirk
að av tí, hóast eg veit betri.
Eg havi ongantíð sjálv gjørt nakað
drastiskt, men eg skilji væl, at fólk lata
seg tøla. Tað er eitt massivt trýst. Og eg
hugsi, at um tú byrjar at broyta, skera
og sproyta – hvar skalt tú so steðga?
Kundi tú funnið uppá at fingið
tær eina vakurleikaviðgerð?
Beint nú svari eg nei. Men eg veit, at
man ongantíð skal siga ongantíð. Og
eg haldi eisini, at tað er munur á at
fáa eina »sjálvsálitsviðgerð« og so
eina gemena vakurleikaviðgerð. Tað
er munur á at fáa nýggj bróst eftir t.d.
krabbamein – ella tí tað leingi hevur
givið trupulleikar við sjálvsálitinum
(ella rygginum) – ella um tú hinvegin
“bara” ynskir bringuna aftur hagar hon
var, tá tú vart 18, tí tað var penari.
Kroppurin er tað mest fantastiska,
vit nakrantíð koma at eiga, og eg haldi
tað vera vakurt, at hann eisini sigur eina
søgu um eitt vællivað lív fylt av látri
og gráti, sól og kulda, barnsburðum,
bróstageving og arbeiði. Eg eri nú 33 ár
– og eg ynski at viðurkenna tað, heldur
enn at flýggja til ein annan yngri aldur.
Men eg eri ikki frelstari enn so, at eg
stundum suffi um rukkurnar, sum nú
byrja at vísa seg, og at tað er verri at
halda formin..
Er nøkur viðgerð, ið tú heldur
er ov nógv av tí góða?
Veit ikki um nøkur einstøk viðgerð er
ov nógv av tí góða. Men tað kann lætt
gerast ov nógv av tí góða, tá tú ikki
vilt viðurkenna, at tíðin gongur og
kroppurin verður merktur av lívinum.
Nógvar Hollywooddamur eru til dømis
ov nógv av tí góða – eg hevði ynskt, at
eg dugdi so væl at strúka, at eg fekk
mínar kjólar bara helvtina so slættar,
sum teirra andlit eru.
Jú – ein viðgerð er, sum er for nógv:
eg havi skilt, at man kann bleikja sær
endan, og eg meini so við: tá man fær
eina damu í kittli at smyrja klorin á
anus, haldi eg, at man er farin í so
langt. Tá treingir man til at síggja
ein dokumentar úr Sýria, Ghaza ella
Ukraine og hevja eyguni eitt ánilsi
útum seg sjálva.
Eydna
Skaale
ar
um vakurleikaskurðviðgerðir
vakurleikaviðgerðir