Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-18, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 106 · 19. september 2014 12 VIKUSKIFTI Hvat heldur tú um vakurleikaviðgerðir? Tað veldst øgiliga nógv um, hvat tað er fyri vakurleikaviðgerð. Eg haldi, at vakurleikaviðgerðir hava øgiliga nógv at siga fyri okkara sjálvsálit – hjá nøkrum er tað týdningarmikið at koyra allar rukkur burtur við botox ella at operera okkurt størri ella minni. Tað hevur helst nógv at gera við okkara egna krops­ideal, og tá mann fær sær eina vak­ur­leika­við­gerð, er tað helst fyri at royna at sleppa nærri at idealinum. Kundi tú funnið uppá at fingið tær eina vakurleikaviðgerð? Akkurát nú eri nøgd við mína út­sjónd – tað sum eg vil broyta, kann eg broyta við nøkrum túrum á rennibandinum. Eg havi tó roynt so­vorðið sum neglaviðgerðir og vippu ekstension – og tær vik­urn­ar tað helt, føldi eg meg eyka vakra. Er nøkur viðgerð, ið tú heldur er ov nógv av tí góða? Tað verður ov nógv av tí góða, tá fólk fáa sær meira av nøkrum tey hava ríki­ligt av frammanundan. Bæði kjálka-, bróst- og nasa- implantatir kunnu blíva ov ógvuslig. Less is more! Hvat heldur tú um vakurleikaviðgerðir? Eg haldi, at tað er deiligt og positivt, um fólk tíma at gera okkurt við seg sjálv­an. Nøkur, ella kanska tey flestu, eru kedd um eitt ella annað við síni út­sjónd, ið krevur meiri enn eina hárviðgerð ella gellack, og um so er, haldi eg, tað er fínt, at tey fáa sær eina størri ella minni vakurleikaviðgerð – tað kann í summum førum eisini verða neyðugt fyri teirra lívsgóðsku. Kundi tú funnið uppá at fingið tær eina vakurleikaviðgerð? Ja, um eg hevði ráð, kundi eg gott funnu uppá alt møguligt. Men havi ong­ an­tíð enn fingið botox ella aðrar skurviðgerðir, sjálvt aftaná at hava tapt nógv, valdi eg ikki at fjerna leysa húð, tí eg meti ikki, at tað hevði gjørt meg glað­ari uppá nakran máta. Tó havi eg síðsta árið ofta hugsa um at fingið bo­ tox í ”bekymringsrukkurnar” millum eyguni, men eg haldi, tað er ov dýrt til ta tíðina, tað heldur. Er tað nøkur viðgerð, ið tú heldur er ov nógv av tí góða? Fyri meg var tað at blíva skorin fyri at fáa líka slættan búk sum ein 16 ára gom­u­l ov nógv, og soleiðis er alt relativt. Tó skal eg viðganga, at tá kvinnur fáa sær so stór bróst, at tær ikki síggja niður á gólv og uppaftur, tá standi eg spyrj­andi? Men tað er akkurát tað, sum ofta vísir seg við slíkum. Byrjar man fyrst at koyra í og úr, so vil man bara hava meira, og tí er tað kanska best, at eg bara lati verða at koyra botox í ”bekymringsrukkurnar”. Hvør veit, hvat tað kann enda við – hóast eg gott kundi hugsa mær eina Jennifer Lopez rumpu :) lagt til rættis: Barbara Holm Før Guðrun við Rættará Hvat heldur tú um vakurleikaviðgerðir? Eg haldi, at vit skulu hava tað gott. Fært tú tað betri av eini vakurleikaviðgerð, frið­ur verið við tí. Eg ivist tó í, um størri bróst ella varrar í sjálvum sær gera, at tú fært tað betri. Tá skalt tú arbeiða við onkr­um meiri grundleggjandi. Kundi tú funnið uppá at fingið tær eina vakurleikaviðgerð? Nei. Eg eri 29 ára gamal, men fyrstu rukk­urnar kring eyguni komu longu langt­síðani. Hetta hóast eg eti rímiliga heilsu­gott og venji javnan. Soleiðis er tað bara. Mær dámar væl at eldast og at síggja onnur eldast. Hinvegin kenni eg fólk, sum hava havt gleði av at lyfta eygnalokini, tí tað hevði verið ein fysiskur trupulleiki. Er tað nøkur viðgerð, ið tú heldur er ov nógv av tí góða? Nú havi eg ikki nærlisið økið, men anus­bleiking ljóðar passaliga ørt eftir mínum tykki. Hvat heldur tú um vakurleikaviðgerðir? Sum eina byrjan havi eg eitt ambivalent for­hold til vakurleikaviðgerðir. Eri est­et­ik­ari av nátúru, so útsjónd hevur týdn­ing, harvið ikki sagt, at tað er tað ein­asta, so langt frá. Um tær viðgerðir, sum verða gjørdar, ikki leypa framav og gerast sjónligar burturúr heildini, so eri eg við. Vakurleikaviðgerðir, sum verða gjørdar inneftir, tað vil siga fyri per­sónin sjálvan og sjálvsvirðið teirra, er jú ein persónligur spurningur, júst sum tatoveringar. Kundi tú funnið uppá at fingið tær eina vakurleikaviðgerð? For­feingiligheit er ikki nakað nýtt fyri­brigdi, vit hava drigist við tað í túsundvís av árum. Broytingar í út­ sjónd hava altíð verið gjørdar, smáar føt­ur, vepsa-taljur, og onnur ting, sum hava verið frammi í tíðini gjøgnum øld­irn­ar. Nógv av hesum av­spegl­ aðu tíð­ar­hósk­andi idealir ofta sett av yvirstættini. Í dag eru vit mentalt onki broytt, men tøkniligar menningar á læknaliga økinum, umframt øðrum økjum, hava gjørt broytingar í útsjónd tilgongiligar hjá øllum! Og her er tað so, at fólk ganga amok og blíva sum børn í einum leiku­toys­ handli. Eg kundi, um hetta var neyðugt, gott funnið uppá at fingið mær eina vak­ur­leika­viðgerð, tit høvdu bara ong­ an­tíð vitað tað. Er nøkur viðgerð, sum tú heldur er ov nógv av tí góða? Eg standi av, tá tað fyrsta tú sært á ein­um persóni er nakað kunstigt, andlit sum einki siga, tí allir musklarnir eru lamm­að­ir av botox og bróst og varrar, sum síggja út til at hoyra heima á ein­ um øðrum persóni. Mantraði má verða: "Bara tí eg kann, er ikki sikkurt eg skal" Anna Nygaard Rólant Waag Dam Høgni Heinesen vakurleikaviðgerðir