hósdagur 18. september 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 106 · 19. september 2014
11
VIKUSKIFTI
Hvat er ein vakur-
leikaviðgerð?
Ein vakurleikaviðgerð er at ein viðgerð frá lækna, sum rættar okkurt øki á
kroppinum. Viðgerðir sum bróstaøking, - minking ella -lyfting vera bólkaðar
undir vakurleika viðgerðir, eins og innspræning av botox, retalyn ella líknandi
evnum vera bólkaðar sum vakurleikaviðgerðir. Hinvegin vera viðgerðir sum eitt
nú negláseting, hárekstensions ella hárliting og líknandi ikki mettar at vera
"vakurleikaviðgerðir".
Á útlendskum máli vera hesar viðgerðir róptar "cosmetic surgery" og "plastic
surgery", hóast seinna heitið eisini fevnir um viðgerðir, sum ikki eru beinleiðis
tengdar at tí vit vanliga rópa vakurleikaviðgerðir.
Artharmonia
og teirra útboð
Á Artharmonia eru mest vanligu viðgerðirnar skurðviðgerðir í
andlitið, so sum ovaru og niðaru eygnalok og andlitslyfting. Eisini
eru skurðviðgerðir av bróstunum sera vanligar.
Nógvar aðrar skurðviðgerðir verða gjørdar, hóast tær ikki
verða umrøddar á heimasíðuni hjá Artharmonia. Eitt nú at bøta
um innvendar bróstvørtur, ymsar skurðviðgerðir av hondunum,
skurðviðgerðir fyri nógvan sveitta undir hondini og so framvegis.
Artharmonia bjóðar hesar viðgerðir, sum lesast kunnu um á
artharmonia.fo:
Bróstalyfting
Bróstaminkan
Bróstaøking
Búkur - eykahold og fiti tikið burtur
Eygu - fiti og húðarposar tiknir burtur
Fitisúgving - eyka fiti tikin burtur um allan kroppin
Móðurmerki og finnur -
Nøs - vaksa ella minka um
Oyru - oyru løgd inn ella út, ella minkað
vakurleikaviðgerðir