hósdagur 18. september 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 106 · 19. september 2014
10
VIKUSKIFTI
Føroyingar
duga væl við
vakurleika
viðgerðum
Á klinikkini Artharmonia í Havnini gera tríggir læknar
kropsviðgerðir av alskyns slag. – Tað eru bæði kvinnur
og menn, sum leita sær til okkara, sigur Eliesar Olsen,
lækni, sum tó ikki heldur, at føroyingar eru sum
amerikanarar, tá ið umræður vakurleikaviðgerðir.
Vakurleikaviðgerðir
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Seinastu átta árini hava tríggir læknar,
Hans Jákup Simonsen, Theodor Høga
garð og Eliesar Olsen, staðið á odda fyri
klinikkini Artharmonia, sum áður var á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men nú heldur
til á Smyrilsvegi í Havn. Her hava teir
fingist við vakurleikaviðgerðir av yms
um slag, hóast Eliesar ikki dámar at
nýta júst tað orðið.
– Tá ið tú nýtir heitið "vakurleika
viðgerðir" hugsa tey flestu beinan
vegin um hvussu hetta verður nýtt í
USA. Soleiðis er tað als ikki hjá okkum,
sigur Eliesar Olsen.
Hann vísir á, at flest allir føroyingar,
sum leita sær til Artharmonia, hava
veruligar trupulleikar, sum tey vilja
gera okkurt við. Talan er ikki um nakað
ekstremt, eins og tað vit síggja úr USA.
Fólk fyri tað mesta realistisk
Áðrenn ein fær viðgerð frá Artharmo
nia, so skal ein longri tilgongd fremj
ast, so at sjúklingurin er vísur í, at við
komandi viðgerðin er tann rætta.
Seinastu árini er tað serstakliga
áhugin fyri at skera burt tung eygnalok,
sum hevur vundið uppá seg. Haraftrat
eru tað fólk, sum hava fingið gastrik
bypass, sum leita sær til Artharmonia,
at snikka sær húðina til.
– Tað er ein trupuleiki, tá ið fólk eru
klænkað eftir ovurfita, so hongur húðin
leys, og bæði búkurin og bringan eru
ógvuliga órógvandi fyri sjúklingin, sig
ur Eliesar Olsen.
Hann heldur, at slíkar viðgerðir
kunnu ikki beinleiðis bólkast undir vak
urleikaviðgerðir, tí veruleikin er, at hesi
fólkini hava tørv á at fáa yvirskotshúð
burtur, tí tey hava ampa av tí.
– At sita til dømis sum kassadama
í einum handli, og hava eygnalok sum
hanga, er ikki stuttligt. Eg skilji væl at
fólk ikki tíma at fáa viðmerkingar frá
kundum um, at tey síggja troytt út, sig
ur Eliesar Olsen.
Alt kann ikki skerast burtur
Hóast føroyingar ikki kunnu sammetast
við amerikanarar, so kemur tað fyri, at
Eliesar og hinir læknarnir á Arthar
monia senda fólk avstað aftur, tí teirra
ynski ikki eru heilsugóð.
– Tað er umráðandi, at tey fólkini,
sum koma til okkum, eru vís í, at tey
vilja hava hesa viðgerðina. Men tað er
sanniliga eins umráðandi, at vit eru
vísir í, at viðgerðin kann hjálpa sjúkl
inginum, sigur Eliesar Olsen.
Hann vísir á, at onkuntíð er veruligi
trupulleikin hjá teimum, sum leita sær
til hansara, at tey einki sjálvsálit hava.
– Vit mugu gera greitt, um viðgerðin
fer at hjálpa viðkomandi við tí, sum
tey halda er galið við teimum. Men tað
kemur meira enn so fyri, at fólk vænta
at alt lívið hjá teimum broytist um tey
bara fáa eina viðgerð. Og so er tað okk
ara uppgáva at royna at staðfesta hvat
veruliga bagir, sigur Eliesar Olsen.
Á Artharmonia vilja tey ikki fremja
vakurleikaviðgerðir á fólk, um tey ikki
meta, at fólkini hava eina góða fatan
av hvat viðgerðin í veruleikanum ger
við útsjóndina.
– Tað er umráðandi at fólk vita
hvat tey keypa. Og tí royna vit at av
dúka áðrenn, um teirra metingin av
úrslitinum av viðgerðini er so veru
leikakent sum gjørligt, sigur Eliesar
Olsen.
Bæði kvinnur og menn
Flestu viðgerðirnar, sum Artharmonia
ger, eru viðgerðir av bróstum.
Men Eliesar Olsen vísir á, at bæði
kvinnur og menn leita sær til klinikkina
á Smyrilsvegi at fremja vakurleikavið
gerðir.
– Tað eru nógvar kvinnur, sum koma
til okkara, eftir at tær hava átt teirra
børn, og vilja hava bróstini snøggað til
aftur, sigur Eliesar Olsen.
Og meðan kvinnurnar vilja hava
bróstini vakrari, so eru menninir meira
áhugaðir í, at ikki síggja troyttir út.
– Menn koma serliga til okkara við
ov tungum eygnalokum, eftir gastrik
bypass viðgerð, og síðani at taka burtur
arr og tattoveringar, sigur Eliesar Olsen.
Fólk liva longri í dag, og tískil krev
ur samfelagið meira av okkum. Vit eru
ung longri, og skulu helst síggja gott
út longri.
Eliesar Olsen vísir á, at so at siga
allar viðgerðir kunnu fremjast hjá
Artharmonia, men seinastu árini hava
læknarnir tikið allar viðgerðir innan
"andlitslyfting" burtur, tí teir vilja av
markað sítt øki.
– Vit hava verið til í átta ár nú, og
hava roynt okkum víða. Men vit royna
eisini at avmarka okkum og laga til før
oysk viðurskifti, sigur Eliesar Olsen.
Hann vísir á, at síðani Artharmonia
byrjaði hevur áhugin verið støðugur,
og teir tríggir hava nógv mikið at gera
við at geva føroyingum vakurleikavið
gerðir.
vakurleikaviðgerðir