mánadagur 22. september 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. september 2014 · Nr. 107
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Nú skulu vanligir handlar
eisini sleppa at selja øl og
vín.
Tað heldur Poul Michel
sen, tingmaður fyri Fram
sókn.
Í næstum fer Framsókn
at leggja uppskot fyri
Løgtingið um at loyva
vanligum handlum at selja
øl og vín.
Poul Michelsen sigur, at
tey eru í ferð við at snikka
uppskotið til og at tað verð
ur lagt fyri Løgtingið nú í
heyst.
At handlar skulu sleppa
at selja øl og vín, er púra
í samsvari við tað, sum
stórur meiriluti av fólki
vil hava, sambært eini
kanning, Gallup gjørdi fyri
framsókn í apríl, og sum
vit umrøða aðrastaðni her
á síðunum.
Beinleiðis skeivt
Annars er støðan tann,
at ein hornasteinur í okk
ara almenna rúsdrekka
politikki er tað grund
sjónarmið, at lættari tað
er at fáa fatur á rúsdrekka,
meiri fara fólk at drekka.
Men tað er Poul Michel
sen alt annað enn samdur
í.
– Tað páhaldið er bein
leiðis skeivt, Tað er bara at
hyggja at gongdini síðani
vit fingu Rúsuna.
–
Rúsan
gjørdi
tað
nógv lættari at fáa fatur
á Rúsdrekka enn tað var
frammanundan, tá ið fólk
sjálvi, hvør sær máttu bí
leggja sær tað tey ætlaðu
at drekka, úr Danmark, ella
øðrum londum.
– Men rúsdrekkanýtslan
í Føroyum er ikki økt síðani
Rúsan kom, tvørtur ímóti er
hon kanska heldur minkað,
sigur Poul Michelsen.
– Orsøkin til tað, er at
síðani Rúsan kom, er tað
ikki longur neyðugt hjá
fólki at leggja rúsdrekka
inn undir seg, og at keypa
niðurfyri í sama mun sum
tað var fyrr.
Poul Michelsen heldur
enntá, at hendan gongdin
fer at verða enn týðiligari,
kunnu fólk keypa sær eina
vínfløsku, ella tvær øl, tá ið
tey annars eru til handils
og keypa gerandisvørur.
– Tað kann eisini hugs
ast, at tá ið fólk fara í Rús
una, keypa tey í størri mun
niðurfyri, enn tey høvdu
gjørt, var øl og vín at fáa
í handlinum niðri á næsta
gøtuhorni.
– Fari eg niðan í Rúsuna,
keypi eg í hvussu so er
nakað niðurfyri, men kann
eg fáa tað í einum vanligum
handli, er eingin orsøk til
at keypa meir enn ta einu
vínfløskuna, ella tær báð
ar ølirnar, eg skal brúka
akkurát tá.
– Tí vænti eg ikki, at tað
fer at økja um nýtsluna,
sigur Poul Michelsen.
– Vit skulu eisini ásanna,
at tað eru summi fólk, vit
aldrin røkka, sama hvussu
vit royna at seta avmark
ingar í vegin fyri søluni.
– Men tað er eisini ein
spurningur um frælsið hjá
fólki skal líða undir tí, sigur
formaðurin í Framsókn.
Betri og bíligari
Ein grundgeving fyri at
varðveita Rúsuna, hevur
verið, at hon hevur eina
stóra og dýra goymslu, og at
tað er eingin privatur hand
il, sum fær ráð til at liggja
inni við so fjølbroyttum
úrvali.
Avleiðingin av at lata
vanligar handlar sleppa
at selja rúsdrekka verður
sostatt, at úrvalið fer at
versna munandi, tí handlar
fara bara at selja tað, fólk
keypa mest av.
– Eg eri grundleggjandi
ósamdur, tí eg eri ógvuliga
sannførdur um, at verður
rúsdrekka at fáa í fríuum
handli, fer úrvalið at batna
munandi, sigur tingmaðurin
fyri Framsókn.
– Tað ivist eg onga løtu
í, tí tað er brúkarin alt ov
klókur til at lata sær lynda,
leggur hann afturat.
Poul
Michelsen
sær
tvørtur ímóti fyri sær, at
onkur serhandil fer at at
stinga seg upp, sum bara
fer at selja øl og vín.
Og hann ivast heldur
ikki í, at prísirnir fara at
lækka, tá ið tað verður selt
í fríum handli.
Hinvegin heldur hann
ikki, at rúsdrekka er ov
dýrt sum so. Men kemur
kapping í, fer tað sjálvagt
at trýsta prísin niðureftir,
sigur Poul Michelsen.
Men tá ið tú sigur, at tú
ikki stúrir fyri, at nýtslan
fer at veksa, hví so bara
lata handlar sleppa at selja
øl og vín? Hví ganga tit ikki
plankan út og lata handlar
eisini sleppa at selja sterkt
rúsdrekka?
– Tað er kanska fyri ikki
at byrja ov harðliga. Nógv
lond
hava
avmarkingar
á rúsdrekkaøluna og eg
haldi, at tað hevði verið
eitt ov stórt stig at tikið í
einum.
Poul Michelsen sigur, at
uppskotið hjá Framsókn
verður lagt fyri Løgtingið
nú í heyst.
Í heyst
Tað eru nøkur viðurskifti,
sum tey arbeiða við at orða,
eitt nú, hvussu handlarnir
skulu skipa søluna.
Í hesum sambandi skal
hugsast um, antin handl
arnir skulu hava øl og vín
í einum rúmi fyri seg og
um tað ikki skal vera loyst
at selja øl og vín fyrrenn
eftir eina ávísa klokkutíð
á degi.
Hjá formanninum í Fram
sókn er tað heilt sjálvsagt,
at teir handlar, sum ikki
halda lógir og reglar um at
selja øl og vín, skulu heilt
einfalt missa loyvið.
Veto
Spurningurin er so hvørjar
møguleikar eitt uppskot
um hetta hevur at verða
samtykt.
Sleppur hvør tinglimur
sær at atkvøða eftir síni
egnu sannføring, er møgu
leikin í hvussu so er størri,
enna hann er nú.
Støðan í hesi samgonguni
er nevniliga tann, at Mið
flokkurin hevur vetorætt í
málum sum hesum.
Og krevur Miðflokkurin
at allir tinglimir í samgong
uni atkvøða nei, noyðast
teir at virða avtaluna við
Miðflokkin og atkvøða nei.
Og tað neyvan nøkur
loyna, hvat Miðflokkurin
heldur um fría rúsdrekka
sølu.
Handlar sleppa
at selja øl og vín
tíðindi
86%
Ein stórur partur av teimum, sum atkvøddu blankt á seinasta løgtingsvali, vilja hava fríari
rúsdrekkasølu
Tað vísir kanningin, Gallup hevur gjørt fyri Framsókn.
Kanningin vísir, at heili 86 prosent av teimum, sum atkvøddu blankt á seinasta
løgtingsvali, vilja at matvøruhandlar eisini skulu sleppa at selja øl og vín.
So nógv drekka føroyingar
Hendan talvan vísir, hvussu nógv føroyingar drekka um ári, heilt frá 1970 til 2013. Her er talan um tað, sum verður selt í Rúsuni og frá bryggjaríunum sjálvum. Tað merkir, at tollfríur
innflutningur er ikki við. Talvan vísir, at rúsdrekkasølan er ikki vaksin síðani Rúsan kom, men nýtslan hevur spakiliga flutt seg
frá at fólk drukku meiri sterkt fyrr, men nú drekka fólk minni sterkt rúsdrekka, men meiri øl og vín
Tey ungu ivast mest
Tað er í øllum aldursbólkum, at meiriluti er fyri at matvøruhandlar eisini fáa øl og vín at
selja.
Tað vísir kanningin, Gallup hevur gjørt fyri Framsókn.
Men tað vísir seg, at tað eru tey heilt ungu, tey ímillum 15 og 24 ár, sum eru mest
ivingarsom.
Tað eru bara 53 av teimum ungu, sum taka undir við fríari rúsdrekkasølu liggur undirtøkan
omanfyri 60 prosent og aldursbólkurin, har undirtøkan er størst fyri frælsari rúsdrekkasølu,
er tey ímillum 40-49 ár, tí av teimum vilja heili 70 prosent hava øl í vín í handlarnar.
RÚSDREKKASØLA Nú verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at lata vanligar handlar sleppa at selja øl og vín