mánadagur 22. september 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 22. september 2014 · Nr. 107
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
Ein stórur meiriluti av før
oyingum heldur, at vanligir
matvøruhandlar skulu eisini
sleppa at selja øl og vín.
Tað vísir ein kanning,
Gallup hevur gjørt fyri Fram
sókn.
Kanningin, sum er gjørd
í apríl í ár, vísir, at heili 63
prosent av øllum føroyingum
yvir 15 ár, vilja hava, at mat
vøruhandlar eisini sleppa at
selja øl og vín.
Í slíkum kanningum er
ikki óvanligt, at nógv fólk
ikki hava tikið støðu, men í
hesum føri er lítil og eingin
ivi, tí tað eru bara fýra pro
sent av føroyingum, sum ikki
hava tikið støðu til spurn
ingin.
Sostatt eru 33 prosent av
fólki, sum ikki vilja hava øl og
vín í vanligu handlarnar.
Fleiri menn
Kanningin hjá Gallup og
Framsókn vísir, at tað eru
heldur fleiri mannfólk enn
konufólk, sum vilja hava frí
ari rúsdrekkasølu.
Tað eru nevniliga 71 pro
sent av mannfólki, sum vilja
hava fría rúsdrekkasølu, men
bara 55 prosent av konufólki
vilja hava øl og vín í matvøru
handlar. Men tað er tó eisini
ein meiriluti av konufólki.
Tilsvarandi eru væl fleiri
konufólk
enn
mannfólk,
sum ikki vilja vita av fríari
rúsdrekkasølu, tí tað siga 41
prosent av konufólki og 26
prosent av mannfólki.
Somuleiðis vísir kanning
in, at taðer í øllum aldurs
bólkum, at stórur meiriluti
er fyri at selja øl og vín í
handlunum. Og samstundis
er meiriluti fyri tí øllum
pørtum í landinum, uttan í
Eysturoy.
At enda vísir kanningin
eisini, at meiriluti er fyri
fríari rúsdrekkasølu í veljara
skaranum hjá llum flokkum,
uttan Miðflokkinum.
Føroyingar
vilja hava
fríari rús
drekkasølu
RÚSDREKKASØLA Nýggj kanning
vísir, at stórur meiriluti av Føroya
fólki heldur, at matvøruhandlar
skulu sleppa at selja øl og vín
Fleiri í Miðflokkinum
Miðflokkurin førir seg mangan fram, sum ein flokkur, ið ikki er til at vika í tí, tey kalla etiskum
málum. Og her er rúsdrekkasølan eitt mál, har Miðflokkurin hevur staðið rimmarfast upp á,
at ongar broytingar skuldu gerast sum gjørdi rúsdrekkasøluna fríari enn hon er í dag.
Men kortini vísir kanningin, Gallup hevur gjørt fyri Framsókn, at meiri enn fimtihvør
stuðul hjá Miðflokkinum, ella 21 prosent av teimum, sum velja, ella høvdu valt Miðflokkin,
vilja hava øl og vín í matvøruhandlarnar.
Kanningin vísir eisini, at í Framsókn er full semja um hetta, tí har vilja allir veljarar hava
fríari rúsdrekkasølu.
Næstastørsta undirtøku frá fríari rúsdrekkasøla frá tjóðveldisfólki, tí heili 86 prosent av
teimum vilja hava vín og øl í handlarnar.
Mest havnarfólk
Tað eru mest havnarfólk, sum vilja hava fríari rúsdrekkasølu í Føroyum.
Kanningin, Gallup hevur gjørt fyri Framsókn, vísir, at heili 72 prosent av
havnarfólki halda at tað er ílagi, at matvøruhandlarnir eisini fáa øl og vín at
selja.
Men flest alla aðrastaðni í Føroyum er eisini meiriluti fyri tí.
Tað er bara í Eysturoy, at meiriluti er ímóti loysa teymarnar. Men meirilutin er
lítil, tí tað eru bara 49 prosent av Eysturoyingum, sum vilja lata matvøruhandlarnar
sleppa at selja øl og vín.
Persónligt frælsi
Hetta snýr seg eisini um persónliga frælsi hjá fólki sigur Poul Michelsen og hann ivast ikki
í, at sleppa handlar at selja øl vín, verður úrvalið størri og prísirnir lægri