mánadagur 22. september 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. september 2014 · Nr. 107
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Samráð
ingarnar
byrja í
oktober
Um ein mánaða verður
farið undir samráðingar
um makrelkvotuna fyri
2015.
Samráðingarnar
eru
settar at vera 21.-24. okt
ober í London. Tað eru
samráðingarnar millum
strandalondini.
Føroyar eru aftur við í
samráðingunum um kvot
ur. Hetta kom í lag fyri í ár
og loysti eisini upp fyri tí
stongsli, sum ES hevði
sett mótvegis føroyskum
fiskavørum í ES.
Men longu 13. til 17.
oktober
verður
farið
undir samráðingar um
norðhavssildina og um
svartkjaftin. Tær sam
ráðingarnar kunnu eisini
ávirka makrelsamráðing
arnar.
Tað er ein rættari leið at ganga at geva føroysku skipunum eginkvotu
av makreli – og ikki bert uppsjóvarskipunum og heimaflotanum
Tá ið makrelkvotan verður
greið fyri komandi vertíð, so
eiga tey sum fáa burturav at
fáa eginkvotur.
Og føroyska kvotan eig
ur sum heild bert at býtast
í tríggjar lutir. Ein til upp
sjóvarflotan, ein til vanliga
umbýti við onnur lond fyri
onnur fiskasløg og so restina
til heimaflotan.
Jákup Mikkelsen, formað
ur í tingbólki Fólkafloksins,
er ikki í iva um, at hetta fer at
gera, at føroyska samfelagið
fær sum mest burturúr
makrelinum.
– At skipini fáa eginkvotur
er heilt klárt tað besta hjá
einstøku
skipunum.
So
kunnu skipini sjálvi velja,
nær tey fiska og leggja egnan
fiskiskap til rættis, sigur Ják
up Mikkelsen.
Uppsjóvarflotin
Jákup Mikkelsen heldur, at
í útgangsstøðinum, so eigur
uppsjóvarflotin at fáa tey
fyrstu tonsini av føroysku
kvotuni.
– Tey eiga at fáa tann
grundleggjandi
søguliga
partin, sum tey altíð hava
fiskað í norskum sjógvi – til
samans eini 30.000 tons, har
av ein triðingur er farin til at
býta um við tosk í russiskum
sjógvi, heldur Jákup Mikkel
sen.
Restin av kvotuni eigur
so at býtast millum upp
sjóvarskipini,
heimaflotan
og síðani tað til at býta um
við onnur lond, sum Føroyar
vanliga hava gjørt.
Heimaflotin
Formaðurin í tingbólkinum
hjá Fólkaflokkinum heldur,
at tað er umráðandi, at
heimaflotin fær ein verulig
an part av føroysku makrel
kvotuni.
Makrelurin er komin í
føroyskan sjógv, har heima
flotin hevur roynt at lív
bjarga sær í mong ár. Tí er
tað ikki annað enn rætt og
rímuligt, at hesi skip fáa lut
í tí tilfeingi, sum nú er á før
oyska landgrunninum.
Við hesum uppskotinum
velir Jákup Mikkelsen frá,
at rækjuflotin og skip, sum
hava veitt uttanfyri føroysk
an sjógv, yvirhøvur fáa part
í uppsjóvarkvotuni.
– Eg vil tó ikki avvísa, at
tað kunnu gerast undantøk,
um onkur bólkur kemur
serliga illa fyri, at vit so lata
teimum ein part av kvotuni í
eitt ella tvey ár, leggur hann
afturat.
Kvotan
Sum útgangsstøðið eigur
uppsjóvarflotin tey fyrstu
tonsini av kvotuni, Føroyar
fáa, og síðani heimaflotin
og tað, sum skal nýtast at
handla við onnur lond við.
Sjálvandi verður býtið
fyrstu ferð avgerandi, men
síðani kann tann leisturin
brúkast at regulera eftir –
alt eftir hvussu stór kvotan
verður hvørt einstakt ár, sig
ur Jákup Mikkelsen.
Hann heldur ikki, at tað er
neyðugt at áleggja teimum,
sum fáa kvotu, sjálvi at fiska
hana.
– Verður kvotan seld, ja, so
verða pengarnir bert býttir
millum tveir partar heldur
enn at ein fær alt og sæð við
samfelagsins brillum, so er
tað væl bert gott. So er tað
meira enn ein partur, sum
fær ágóðan av uppsjóvar
fiskinum, sigur hann.
Søgulig rættindi
Jákup Mikkelsen vísir á, at
uppsjóvarflotin
søguliga
hevur roynt eftir makreli
ígjøgnum nógv ár. Tí heldur
hann, at tað er skilagott, at
hesin flotin fær fyrsta partin
í býtinum av kvotuni.
– Nú nevni eg 30.000 tons,
tí eg haldi, tonsatalið eigur
at vera har á leið, men hetta
er sjálvandi eitt tal, sum vit
kunnu samráðast okkum
til. Tað sum so er omanfyri
30.000 skal so býtast í trý, tí
harímillum eigur uppsjóvar
flotin eisini at vera ein part
ur, sigur hann.
Hann leggur stóran dent
á, at kvoturnar verða givnar
sum eginkvotur, tí sum hann
sigur:
– Vit hava sæð avleiðing
arnar av at vit ikki hava egin
kvotur. Úrslitið er olympiskt
fiskarí sum tíverri endar
við, at nærum ongin fær tað
burturúr sum ein annars
kundi roknað við. Og taparin
er føroyska samfelagið, sigur
Jákup Mikkelsen
Jákup Mikkelsen
Eginkvota
av makreli næsta ár