Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. september 2014 · Nr. 107 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur At B36 stríddi og spældi seg til sigur í Runavík ber við sær, at tað hjá HB nú fyrst og fremst snýr seg um at verja silvurkrónurnar, og at B68 vann fyri aðru ferð á rað ber við sær, at niðurflytingin aftur spøkir á Argjum silvurkrónur Jóannes Hansen Tá ið B36 fyrr í summar fór frá sigri og til sigur, varð møgu­leikin luftaður her á síðuni, at tað kundi fara at vera, at tað longu á mikkjals­ messu fór at verða greitt, at árstalsfelagið hevði vunnið FM fyri tíggjundu ferð. Tapini ímóti KÍ og Víkingi bóru við sær, at tann møguleikin ikki longur var so upplagdur, og í B36 hugsa tey ikki um, nær FM heitið verður vunnið. B36 venjarin Sámal Erik Hentze undirstrikar aftur og aftur, at tað snýr seg um at vera bestur, tá ið 27. umfar er av. Í gjár tók B36 risa stig á leiðini fram ímóti FM heit­ inum. 3-2 sigurin á NSÍ var kærkomin í kappingini við HB um at vinna FM, og hann var serliga kærkomin, tí hann var ruddulig stað­ fest­ing av, at moralurin er í lagi. Eftir steðgin bæði ar­ beiddi og spældi B36 sum eitt topplið. Í fýra tímar – ímóti KÍ og Víkingi og fyrra hálvleik í gjár – høvdu ann­ ars sera málsóknu B36 spæl­ ararnir ikki funnið vegin til mótstøðumálið. So eksplo­ deraði tað, tá ið alt gekk upp í hægri eind framman­fyri trúgvu áskoðar­unum, sum vóru nógvir í Runavík. Tveir av lyklaspælarunum, sum sein­astu ferðirnar ikki hava verið heilt so eyðsýndir, sum teir annars hava verið – Róaldur og Lawal – skoraðu málini. Lukasz Cieslewicz vísti, hvussu týdningarmikil hann er, og liðið alt var í FM hýri. Sunnudagin verður mikkjals­messa, og tá skal B36 aftur út á bygd. Burtur­sæð frá bumm­túrinum í Sunda­ lagnum fyrr í summar, tá ið EB/Streymur vann 1-0, hevur B36 hvørja ferð vunnið fulla úrtøku á bygd. Í Fuglafirði var sigurin so trivaligur sum 5-2. Samstundis sum Sámal Erik Hentze og hansara menn sunnudagin fara at stríð­ast í Fuglafirði, fær HB vitjan av Víkingi. Um tað spælir soleiðis av, at B36 enn eina ferð vinnur fulla úrtøku í Eysturoy, og Víkingur held­ ur fram við sigursrøðini – teir hava nú vunnið fimm ferðir á rað – so verður tað ikki so langt frá, at B36 fer at tryggja sær FM heitið eina viku eftir mikkjalsmessu. Stríð um silvurið Eingin ivi er um, at tað vera B36, HB og Víkingur, sum fara at vinna skreytið. Í gjár kom HB aftur á beint eftir tvey tap á rað. Skála varð sent úr Gundadali við 2-0 tapi. Jóan Símun Edmunds­ son og Alex José dos Santos skoraðu málini stutt undan steðginum. – Hetta var ein keðiligur dystur. Skála hugsaði bara um at verja. Vit spældu ikki so skjótt, sum vit áttu at gjørt, um tað skal eydnast at skora nógv mál. Eftir steðgin hugsaðu vit um av­ bjóð­ingina, sum bíðar næsta sunnu­dag, tá ið vit fáa vitjan av Víkingi, var niðurstøðan hjá Heðini Askham, venjara hjá HB. Skála liðið er manningar­ liga illa fyri. Fýra ella fimm av teimum, sum í vár fóru undir setningin av varðveita liðið í fremstu røð, vóru í gjár á vøllinum. Tveir – Jóhan B. Johansen og Jan I. Hansen – vóru fyri fyrstu ferð á besta liðnum, og tveir aðrir – Símun Petur Poulsen og Marner Poulsen – hava spælt ávikavíst tríggjar og tveir dystir. – Sjálvandi fóru vit eftir at vinna stig. Men tá ið fyritreytirnar verða havdar í huga, so er hetta úrslitið at liva við. Eftir steðgin hevði eg ikki nógv at gera, sigur Skála málverjin Suni Ernstosson. Spenningurin í Gundadali snúði seg meiri um at fylgja við í, hvussu tað gekk hjá B36 í Runavík, og hvussu tað gekk hjá Víkingi við Marg­ áir. Í báðum førum sá tað gott út skilt á tann hátt, at B36 og Víkingur eina løtu lógu undir. At tað endaði við sigrum til hesi bæði favo­ritt­ liðini ber við sær, at dags­ skráin hjá HB er tann sama. Tað snýr seg um at vinna og harvið at varðveita næst­ fremsta plássið, og so fæst at síggja, um sigur í síðsta um­fari ímóti B36 fer at bera gull­merkini við sær. Eingin slingur í valsinum Í Streymnesi vísti Víkingur, at tað er ikki uttan orsøk, at steypavinnararnir nú hava vunnið fimm sigrar á rað – fýra í landskappingini og steypa­finaluna. Tað skelk­aði sjálvandi, at EB/Streym­ur beinanvegin legði seg fram­ um. Eftir innlegg var Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen so óheppin at stýra bóltin í málið aftanfyri Geza Turi. Málið lyfti hýrin í heima­ leguni, men sum tíðin leið sást, at breiddin og dýpdin á Víkinga liðnum er nógv størri, enn hon er í EB/ Streymi. Undanfarin ár hev­ur vongverjin í vinstru, Hanus Jacobsen, ofta skorað fleiri mál. Undan gjár­deg­ num var hann skrásettur fyri tvey í ár, og í gjár tvífaldaði hann máltalið. Súni Olsen stað­festi 3-1 sigurin við brots­sparki, og Sigfríður Clementsen eftirmetti av­ rikið hjá sínum monnum so­ leiðis: – Fyrstu løtuna eftir at teir høvdu skorað, runnu vit aftan á teimum. Vit javn­ aðu undan steðginum, og so høvdu vit tak á tí. Spæl­ ar­arnir orka væl, teir renna nógv,og tá ið teir eru góðir fót­bóltsspælarar og eiga nógvar royndir, so ber tað gott fótbóltslið við sær. Og við sigri í Gundadali ímóti HB kunnu tit taka tykkum nærri silvur­krón­ unum? – Vit gleða okkum at spæla ímóti HB í Gundadali. Tað er altíð hugaligt, og tað passar okkum væl, at tað hjá HB er neyðugt at leypa á og skora mál. Tað er neyðugt hjá teimum, um møguleikin at fáa fatur á B36 skal verða varð­veittur. So kunnu vit í út­gangs­støðuni leggja dent á at verja og at dúva upp á skjót mótálop, sigur væl nøgdi Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen. Og silvurkrónurnar eru í eygsjón? – Tað er ikki bara upp til okkum at avgera. HB er seks stig frammanfyri okkum. Vit fegnast um, at spælararnir í ár hava varðveitt støðið, eftir at teir vunnu steypafinaluna ímóti júst HB. Nú fokusera vit á okkara dystir,og so fæst at síggja, hvat tað fer at røkka til. AB er hótt Einki er liðugt fyrr enn alt er lið­ugt. Tað er veruleikin í kapp­ingini um FM og heiðurs­merkini, og tað er veru­leikin í kappingini um at sleppa undan niðurflyting. Eftir góða AB gongd í summ­ar søgdu argjamenn, at nú hugdu teir uppeftir, Allan Enghamar HB-fjeppari A walk in the park. Skála kundi onki og vit eru nøgdir við 3 stig. NSÍ tveita alt burtur til síðst, so nú verður torført. fjeppara sms Bárður Olsen AB-fjeppari Eingin vilji, einki skil, ongar flytingar, einki mál og einki stig. Her má okkurt alvorligt handa um vit ætla okkum at blíva verandi framman fyri bađiđ botn liđini. fjeppara sms Steingrím Jacobsen Skála-fjeppari Við øllum skaðunum og karantenunum sum í løtuni hava rakt liðið, so er eitt 2-0 tap nokk ikki tað ringasta sum kundi henda... fjeppara sms Rógvi Dam EB/Streymur-fjeppari Gudviti nær víkingarnir gevast at smílast. Eingin vinnur á Víkingi. Saman standa vit stærk fjeppara sms Rúni Klein Joensen Víkinga-fjeppari Vit stađfestu aftur í dag at vit hava nógv tađ besta liđiď í ár, sera óheppiđ viđ teimum 9 javnleiknum ígjøgnum hettar besta áriđ í søgu felagsins, men vit vinna greipuna komandi ár. Vit vunnu í dag ímóti Sundalagsmonnum sum ongan geist hava " What so ever" ein skuffandi mótstøđa. Vit kundu aftur í dag vunni viđ 5-6 málum,men er alt ov óneyvir framman fyri málinum. Men burtursæđ frá tí spæla vit undirhaldandi og fantastiskan fótbólt. Komandi senda vit heimaliđiđ í Gundadali heim viđ ongum. WLYV fjeppara sms Nú eru spenningur um niðurflyting og