Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. september 2014 · Nr. 107 ítróttur fótbóltur meðan teir fegnaðust um, at fjarstøðan aftur til niður­ flytingar­strikuna vaks. Nú stendur aftur á goml­ um nøglum á Argjum. Fimm tey seinastu umførini hevur úrtøkan verið tvey stig. AB hevur ikki vunnið síðani 10. august, tá ið tað endaði við 2-0 heimasigri á ÍF. Í gjár var AB í Fuglafirði, og har var einki at ivast í. Fuglfirðingar vóru sera væl upplagdir, og teir vunnu trivaligan 3-0 sigur. Undanfarnu árini hevur samanspælið millum Dánjal á Lakjuni og Clayton Soares riggað væl. Í ár hava teir báðir verið skaðadarvaðir, men fyrstu løtuna í gjár rigg­aði tað heilt væl. Clayton Soares skoraði tvey mál, og í báðum førum átti Dánjal upp­leggið. Tíverri noyddist Dánjal av vøllinum longu, tá ið ein hálvur tími var farin. Fram ímóti dystarenda staðfesti miðvallarin Bogi Reinert Petersen trivaliga sigurin, tá ið hann við høvd­ inum setti bóltin í málið, eftir at Leivur Joensen, sum hevði avloyst Dánjal á Lakjuni, hevði sent innfyri. – Hetta var besta leik­ liga avrikið hjá okkum í ár. Sjálvandi var tað týdningar­ mikið, at vit beinanvegin skoraðu tvey mál, men vit fegnast sum heild um hug­ burðin og spælið, sum vóru væl betri enn undanfarnu ferðirnar, sigur Bogi Reinert Petersen. Lyklastøða var tað, tá ið AB miðskeiðis í 2. hálvleiki misnýtti brotsspark. Jákup Mikkelsen stórbjargaði, tá ið AB miðvallarin Bárður Olsen royndi seg úr ellivu metrum. – Vit vóru ikki klárir frá fyrsta bríksli, og tað kostaði. Vit royna at koma aftur í aftur, men tað riggaði ikki. Tað bar til hjá teimum at leggja dent á verjupartin og so at kontra, staðfesti Bárður Olsen, sum eisini ásannar, at tað aftur er spenningur um niðurflytingina. – Vit eru seks stig og betri málmun frammanfyri B68. Sunnudagin skulu vit inn á Svangaskarð, og nú snýr tað seg bara um at savna okkum um ta uppgávuna. Hon er sera týdningarmikil, og tað er alt avgerandi at vinna ímóti B68. B68 hevur takið á KÍ Klaksvíkingar høvdu gjørt nógv burturúr, at fiaskoin á Svangaskarði fyrr í summar ikki skuldi endurtakast í gjár. Tá ið Petur Reinert bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 1-0 til B68! Ibrahima Camara skoraði einsa­malla málið stutt eftir steðgin. KÍ royndi at svara aftur, og lítla løtu eftir B68 málið sendi Ndende úr góðari støðu við høvdinum bóltin í stólpan. B68 helt tørn, og tað var stórur fagnaður millum heima­fólkið eftir síðsta bríkslið: – At AB tapti í Fuglafirði, og at vit vunnu ber við sær, at vit hava fingið ein nýggj­ an møguleika. Vit hava alla tíðina trúð upp á tað, og nú er tað upp til okkum at gera tað, sum vit hava ávirk­an á. Avrikið í dag var gott. KÍ var oman á fyrsta hálva tíman. So fótaðu vit okk­um orduliga, og eftir steðgin gekk tað javnt á. Tá ið vit vóru komnir framum, spældu teir við longum send­ingum, og tað gjørdi tað ikki verri fyri okkara stinnu verjuspælarar. Skjótu fremstu menninir hjá okkum vóru eisini vandamiklir í fleiri førum, sigur B68 mið­ vall­arin André Olsen. Í KÍ leguni var vónbrotið stórt. – Tá ið vit hava vunnið á topp­liðunum og so tapa ímóti botnliði, so sigur tað seg sjálvt, at vit eru vón­ brotnir. Vit mugu bara ásanna, at avrikini eru óstøðug, og at botnstøðið er ógvu­liga lágt. Tíverri spark­ aðu vit ov nógv og spældu ov ÍF Jákup Mikkelsen – Frank Poulsen, Bartal Eliasen, Fritleif í Lambanum ■, Nenad Saric – Ari Ó. Ellingsgaard, Kristoffur Jakobsen, Bogi Reinert Petersen ■ – Dánjal á Lakjuni (Leivur Joensen, 34. ■), Clayton Soares (Pól Magnus Petersen, 84.), Bogi Løkin (Andrias Poulsen, 72.) AB Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Andras B. Vágsheyg ■, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen – Bárður Olsen ■, Hørður Mohr (Jobin Drangastein, 70.), Kári Nielsen – Magnus Egilsson, Aleksandrs Cekulajevs (Leivur Holm Joensen, 64.), Sandri Færø (Gert Drangastein, 79.) B68 Hans Jørgensen – Niklas Poulsen, Ovi Magnussen, Mads Rosenberg ■, Óli Olsen – Hákun Edmundsson, Jann Ingi Petersen (Andrias á Líknargøtu, 22.), Evrard Blé, André Olsen ■ – Ibrahima Camara, Jonleif Højgaard (Ari Johannesen, 80.) KÍ Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø ■, Heðin á Lakjuni (Tórur Justesen, 46.) – Ndende Adama Guéye, Henry Heinesen ■, Hjalgrím Elttør – Álvur F. Christiansen (Ivan Joensen, 86.), Páll A. Klettskarð, Heðin Klakstein (Ísak Simonsen, 80.) EB/Streymur René Tórgarð ■ – Jónas þór Næs, Egil á Bø (Allan Hansen, 85.), Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen (Hanus Olsen, 85.) – Brian Olsen, Niels Pauli Danielsen, Gunnar Zachariassen – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen Víkingur Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar (Magnus Jarnskor, 85.), Hallur Hansson, Súni Olsen – Heðin Hansen (Sámal Jákup Joensen, 85.), Finnur Justinussen, Philip Djordjevic (Hans Jørgen Djurhuus, 62. ■) HB Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen (René S. Joensen, 84.), Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Alex José dos Santos – Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen ■, Heini Vatnsdal ■ (Pál Mohr Joensen, 51.) – Levi Hanssen, Andrew av Fløtum (Kristin R. Mouritsen, 75.), Jóan Símun Edmundsson Skála Suni Ernstsson – Karstin Justesen (Jan I. Hansen, 84.), Andras Frederiksberg, Petur Pauli Mikkelsen, Holgar Durhuus – Símun Petur Poulsen (Marnar Poulsen, 73.), Pauli G. Hansen, Ólavur Mikkelsen, Uni Jacobsen ■ - Jóhan B. Johansen (Alexandur Johansen, 61.), Brian Jakobsen 1-0: Clayton Soares 2. 2-0: Clayton Soares 6. 3-0: Bogi Reinert Petersen 79. Dómari: Alex Troleis 1-0: Ibrahima Camara 53.  Dómari: Petur Reinert (2-0) 3-0 (0-0) 1-0 1-0: Jóan Símun Edmundsson 36. 2-0: Alex José dos Santos 40. Dómari: Eiler Rasmussen (2-0) 2-0 Argjafrensar sóu út til at hava vaml av luktinum í Fuglafirði KI hevur mist 13 stig ímóti botn 3 liðunum, um teir dystirnir voru vunnir, so var KÍ nr 3....ófatuligt hvussu man kann blaka tað vekk SMS til 3. hálvleik SMS til 3. hálvleik Atli spælir ikki meir við Vikingi, Van Gaal manglar ein verjuleikara SMS til 3. hálvleik Var tað "Askhams bussar" Skála parkeraði? SMS til 3. hálvleik Myndir: Álvur Haraldsen Kristian Joensen KÍ-fjeppari Upp á tindar, gjøgnum dalar. Upp á tindar, gjøgnum dalar. Koyr á KÍ fjeppara sms Øssur Jacobsen B68-fjeppari Gott nokk hava vit ikki líka nógvar pengar sum Man Utd, men tá id mann hevur viljan og tann rætta hugburdin, so er tad størri enn pengar, 3 stig er 3 stig fjeppara sms Birgir Petersen ÍF-fjeppari Frensarnir hava verið og fingið "manukyru" í Fuglafirði í dag, tí varð onki klór av teimum. Góður dystur hjá okkum dag, við sovornum spæli skulu øll lið ræðast okkum fjeppara sms 1-0: sjálvmál 4. 1-1: Hanus Jacobsen 39. 1-2: Hanus Jacobsen 58. 1-3: Súni Olsen br 82.  Dómari: Dagfinn Forná (1-1) 1-3 lítið, staðfesti KÍ miðvallarin Hjalgrím Elttør. Hvussu verður nú við vón­ini at røkka út í Europa? – Nú lagaðu hini úrslitini tað soleiðis, at vit framvegis hava møguleika at røkka fjórða plássinum, sum vit undan kappingarbyrjan settu okkum fyri at røkka. Men so skulu vit vinna ímóti Skála á heimavølli leygar­ dagin, segði KÍ miðvallarin Hjalgrím Elttør. joannes@sosialurin.fo