Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. september 2014 · Nr. 107 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur H E S A V I K U N A 2 Andras Gango Kostar avgerandi málið, tá hann kemur út úr málinum, men verður ov seinur. Hini bæði málini kann hann ikki gera nakað við. 3 Jónhard Frederiksberg Tvey mál hjá B36 koma frá hansara høgra bakk plássi, tó uttan at hann persónliga kann lastast fyri tey. Annars eitt miðal avrik. 2 Monrad H. Jacobsen Hevði úr at gera við at renna aftaná Adeshina Lawal. Legði upp til 2-0 málið, tá hann sendi Pól Jóhannus Justinussen avstað. Manglar enn nakað í styrki. 2 Jens Joensen Hevði nakrar góðar aktiónir í verjuni, men tað kostar, at tað fara heili trý mál ígjøgnum á heimavølli. Fekk eisini gult kort fyri steðga mótálopi. 2 Einar Tróndargjógv Var um ein háls av Jákupi á Borg, sum Einar oftast bara valdi at fella. Var ikki so nógv framvið, sum hann onkuntíð hevur verið. 3 Magnus H. Olsen (Út 81.min) Legði upp til 1-0 málið og var nógv íblandaður spælinum, serliga í fyrra hálvleiki. Fánaði tó nakað úr dystinum í seinna hálvleiki. 3 Justinus R. Hansen Spældi ein skilagóðan dyst á miðvøllinum. Skapar góða javnvág á liðnum og ger tey einføldu tingini rætt. 3 Jann Martin Mortensen (Út 67.min) Kom væl frá byrjan og tóktist væl upplagdur. Spældi við nógvari orku og bjóðaði B36 verjuni av, men tað stóð ikki við alla tíðina hann var inni. 2 Andy Olsen (Út 85.min) Kom í fleiri góðar støður við bóltinum, men tað seinasta restaði ov oftani í. Spældi ikki illa, men tað telur niður, at tað NSÍ arnir ikki vóru grammari á seinasta triðinginum. 3 Pól Jóhannus Justinussen Frá at traðka á bóltin í einfaldari dribbling til at skjóta eitt flott mál eftir einmansavrik. Nakað soleiðis kann avrikið hjá landsliðsspælaranum lýsast. 3 Klæmint A. Olsen Arbeiddi hart og fekk sítt mál nummar 20. Kundi eisini verið hetjan um hann bóltin í málið til 3-2, men annars eitt miðal avrik. 2 Haraldur R. Højgaard (Inn 67.min) Bleiv skiftur inn á miðvøllin, men eins og móti Víkingi, so var avrikið ikki sannførandi. Er ungur og hevur tíðina frammanfyri sær, men manglar at prógva seg á NSÍ liðnum. Sjúrður Jacobsen (Inn 81.min) Kom inn seinastu løtuna á miðjuni, men tað er torført at gera eina meting um avrikið. Meinhard Olsen (Inn 85.min) Kom inn seinasta minuttin og var nakað á bóltinum. Frískur ungur spælari. spælarameting Tróndur Arge – við Løkin Mótsetningarnar vóru til at fáa eyga á. Seks minuttir inn í seinna hálvleik fór Pól Jóhannus Justinussen truml­andi avstað í vinstru. Hann slapp framvið mót­ støðu­mann­inum og meddaði bóltin flatt í handara síðunet. Sámal Erik Hentze, venj­ ari hjá B36, stendur einsa­ mallur í tekniska feltinum hendur í favn. Hann undrast á hvussu NSÍ kann skora í høgru síðu hjá B36, tá bæði Hanus Thorleifsson og Jákup á Borg eru endaðir á høgru síðu, umframt høgri bakkurin. Spola so fram til 88. minutt og tú sær mót­setn­ ing­in. Adeshina Lawal er sum ikki eina ferð í einum reni tvídysti, tá Andras Gango brádliga kemur úr mál­inum. Hann fær ikki fatur á bóltinum og so kann Adeshina Lawal heldur lættliga trilla bóltin í at kalla tóma málið. Tað gongur upp fyri bæði venjarum, eykaspælarum og áskoðarum fleiri sekund áðrenn, at meistaraliga aftur­ svarið hjá verður veruleiki. Tey bíða bara eftir, at bólturin tekur í net­mesk­ ar­nar, so tey kunnu koma við forloysandi skrál­inum. Á bonkinum hjá B36 háls­ fevn­ast venj­arar og hjálpar­ fólk langt inni á vøllinum, meðan áskoðarar­nir leypa í ein stóran bunka sam­an við spælarunum í horn­inum framman­fyri B36 áskoðar­ unum. Niðast liggur hetjan hendan dagin. Adeshina Lawal, sum nú hevur skotið tólv týdningarmikil mál fyri B36 í ár. Hann hevur saman við liðfeløgunum vent skútuni, júst sum hon var áveg­is at bresta í stóra ís­fjallið. Eftir tvey tap og 51 vána­ligar minuttir við Løkin kom aftursvarið. Eitt meistar­ligt aftursvar til gummi­beinini. Umskúlað B36 verja Í B36 iðra tey seg um, at Hørður Askham hevur fingið tríggjar dystir leikbann, eftir reyða í dystinum móti Víkingi farna vikuskiftið. – Eg føli sjálvur at hattar er ein provukatión, men í fylgi tí, sum Ransin N. Djur­ huus (dómarin, blaðm) for­ kláraði, so er hatta ikki ein provuka­tión. Men eg haldi sjálvur, at leikbannið er ov stórt, til nakað sum er so lítið, sigur Hørður Askham um støð­una, tá hann sparkar út eftir Halli Hansson og fær tríggjar dystir leikbann. Hann saknar eisini eina greiða linju, tá tað kemur slíkar støður. Felagið hevur í Andrias H. Eriksen ein frálíkan av­loys­ ara, men tá so Odmar Færø, hon miðverjin, mátti geva skarvin yvir eftir 25 minuttir kom órógv í. Sámal Erik Hentze valdi at seta Símun Joensen inn í miðverjuna. Tað tók eina løtu hjá honum at finna stevið og tá var støðan longu 1-0 til NSÍ. Odmar Færø hevur havt trupulleikar í eina tíð, men nú er spurningurin hvussu álvarsligur skaðin er. Um hann kann spæla komandi tveir dystirnar til Hørður Askham er tøkur aftur, ella má Sámal Erik Hentze um­ skipa verjuna. – Eg fekk eitt slag í dyst­ inum móti Víkingi, sum ikki er heilt í lagi enn, men tað skal nokk verða í lagi til kom­ andi dyst, sigur Odmar Færø. 1 til 6 (1-0) 2-3 1-0: Klæmint A. Olsen 40. 2-0: Pól Jóhannus Justinussen 51. 2-1: Róaldur Jakobsen 55. 2-2: Adeshina Lawal 64. 2-3: Adeshina Lawal 88. Dómari: Lars Müller Odmar helst klárur til komandi viku Eg fekk eitt slag í dystinum móti Víkingi, sum ikki er heilt í lagi enn, men tað skal nokk verða í lagi til komandi dyst, sigur Odmar Færø, sum mátti geva skarvin yvir aftaná 25 minuttir í dystinum móti NSÍ. B36 prógvði bæði fyri sær sjálvum og øllum øðrum, at teir ikki hava gummibein, tá teir í gjár vendu hóttandi 2-0 tapi til 3-2 sigur við Løkin í Runavík. Eitt meistarligt aftursvar Meistarligt aftursvar Jóannes Niclasen B36-fjeppari Ein fantastiskur sigur hjá okkara dreingum, Vit eru stolt av tykkum, ein fyri allar allir fyri, HVÌTIR.. fjeppara sms