mánadagur 22. september 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 22. september 2014 · Nr. 107
ítróttur
fótbóltur
Lars Muller! Dómarin hevur
nøkur heilt serlig evni til
at leiða ein dyst. Hann
dømdi fyrimyndaliga væl
og spælararnir tykjast
eisini virða hann meiri enn
flestu av hinum. Var við
til at gera dystin góðan.
Tað byrjar at blíva so kalt
nú, at vetrarjakkin má við
til dyst. Tað fáa vit nokk
ikki gjørt so nógv við.
Hørður: Leikbannið ov langt Eg føli sjálvur at hattar er ein provu
katión, men í fylgi tí, sum Ransin N. Djurhuus(dómarin, blaðm) forkláraði,
so er hatta ikki ein provukatión. Men eg haldi sjálvur, at leikbannið er
ov stórt, til nakað sum er so lítið, sigur Hørður Askham um støðuna,
tá hann sparkar út eftir Halli Hansson og fær tríggjar dystir leikbann.
Jákup á Borg
gekk á odda
Sjálvt um Jákup á Borg
ikki spældi sum ein eingil
og hevur spælt betri, so
var undangongumaður, tá
tyngsta takið skuldi takast.
Tá B36 skuldi skuldi hála seg
úr 0-2 og finna trúnna upp á
at tað ber til aftur.
Tá traðkaður fleiri av
profilinum
á
B36
fram.
Við Jákupi á Borg á odda,
komu menn sum Róaldur
Jakobsen, Lukasz Cieslewicz
og Adeshina Lawal veruliga
til sín rætt, meðan spælarar
sum Andrias H. Eriksen,
Høgni Eysturoy og Alex
Mellemgaard tóku ábyrgd,
hóast tað kundi tykjast lætt
ast bara at geva skarvin yvir.
Fyrsta málið var framúr
flott frá Róladi Jakobsen, tá
hann uttanfyri brotsteigin
plaseraði bóltin heilt úti
við stongina. 2-2 málið er
ein villa frá NSÍ, sum endar
við at bólturin støkkur til
Adeshina Lawal, sum er ísa
kaldur frammanfyri mál
inum og sendir bóltin upp í
málhornið.
Avgerandi málið er eitt
týpiskt Adeshina Lawal mál.
Hann rennur eftir øllum og
tað gjørdi hann eisini hesa
ferð, tá verjan sendi ein
langan bólt inn um verjuna.
Framherjin úr Nigeria fær
høvdið
á
bóltin
áðrenn
Andras Gango kemur út. So
er bara eftir at trilla bóltin í
málið.
Klæmint leggur
einki í søgubøkurnar
Hóast NSÍ var á odda 2-0, so
megnaðu teir ikki at vinna.
Sostatt hevur NSÍ framvegis
ikki vunnið á nøkrum øðrum
enn trimum teimum aftastu
liðnum. Hini dystirnir hava
bara givið fýra stig.
Klæmint A. Olsen er topp
skjútti í føroyskum fótbólti
við 20 málum. Hann fekk
eisini eitt í gjár, men tað
leggur hann ikki so nógv í.
Sjálvt um hann bara er fimm
mál frá at seta nýtt met.
– Tað hugsi eg ikki um
nú. Eg hugsi bara um, at vit
skulu røkka Europa League
plássunum, sigur Klæmint A.
Olsen, sum eisini er liðskipari
hjá NSÍ.
B36 hevur nú viðrák
Við støðuni 2-1 til NSÍ
fer heimaliðið í mótálop.
Andrias Eriksen brýtur úr
verjuni, sum er í undirtal,
og vinnur bóltin áðrenn NSÍ
arnir blíva púra leysir. Løtu
seinni er 2-2.
Stutt undan avgerandi
málinum hevur NSÍ størsta
møguleikan
í
dystinum.
Klæmint er púra leysur í
fimm metrinum, men ein
B36 verjuspælari tveitir seg
fyri og fær ruddað vekk.
So smáir eru marginal
arnir í fótbólti. Eisini tá ein
landskapping er heili 27
umfar lang. Við málinum til
3-2 hevur B36 nú tryggjað
sær viðrák, eftir at teir taptu
tveir dystir upp í slag.
Við
eini
umskipaðari
verju, aftanfyri 2-0 og á gátt
in til at tapa triðja dystin upp
í slag, kom B36 við sínum
aftursvarið. Eitt meistarligt
aftursvar!
trondur@sosialurin.fo
3
Tórður Thomsen
Sær eitt sindur ivasamur út í fyrra
málinum, sum er ov lætt. Hevði annars
stórar trupulleikar av útspørkunum í
fyrra hálvleiki.
3
Høgni Eysturoy
Aftur eitt miðal avrik frá Høgna.
Tapti tvídystin til 2-0 málið hjá Pól
Jóhannus, men stóð annars sterkur,
tá tað stóð mesta á. Kom fleiri ferður
fram við.
3
Andrias H. Eriksen
Hevði tað nakað trupult í
uppspælinum, men í verjustøðu stóð
hann sterkur. Átti ikki lut í málunum
og vann nakrar týdningarmiklar bóltar í
seinna hálvleiki, tá NSÍ fór í mótálop.
3
Odmar Færø
(Út 25.min) Torført at meta um, tí
Odmar spældi bara 25 minuttir og var
skaddur. Eitt miðal avrik hartil.
3
Alex Mellemgaard
Reisti seg eftir vánaliga avrikið
farna vikuskiftið. Var nógv á bóltinum
og vísti seg frá síni bestu síðu í seinna
hávlvleiki, tá mest stóð á.
3
Klæmint Matras
Hann er ongin ørn á bóltinum, men
tveitur seg í allar taklingar og brýtur
spælið hjá mótstøðuliðnum. Soleiðis
var eisini í Runavík.
4
Róaldur Jakobsen
Skoraði eitt vakurt mál, sum gav
B36 viðvind, tá tað sá ringast út. Hevði
dirigentstokkin í hondini tað mesta
av dystinum, men sjuskaði eisini við
onkrum av avleveringunum.
4
Lukasz Cieslewicz
Ikki tann besti dystinum, sum
hann hevru spælt, men var aftur
høvðusmaðurin aftanfyri tað mesta, ið
B36 skapti.
5
Jákup á Borg
Traðkaði til, tá B36 hevði mest
brúk fyri honum. Vísti seg sum ein
liðskipara og undangongumann, tá NSÍ
var á odda 2-0. Tryggur á bóltinum og
bleiv feldur oftani.
3
Hanus Thorleifsson
(Út 90.min) Spældi faktist ikki
serliga væl, men gevst ongantíð at
arbeiða fyri liðið. Tað gevur í longdini
og Hanus er ein týdningarmikil partur
av liðnum, sjálvt um hann mest er sum
at rokna sum ein »squad player«.
Dagsins spælari:
5
Adeshina Lawal
Skorar avgerandi málini og rann
eftir hvørjum møguleika. Ísakaldur
framman málið. Spældi ikki besta av
øllum, men ein áleypari, sum skorar
tvey so avgerandi mál verður løntur við
góðum karakterum.
2
Símun Joensen
Tóktist ótryggur fyrsta hálva tíma
á vøllinum. Má átaka sær stóran part
av 1-0 málinum. Er feilplaseraður
í miðverjuni og tað sást aftur, men
avrikið bleiv betri, tá B36 raknaði við.
Rógvi Poulsen
(Inn 90.min) Kom inn seinasta minuttin
spælarameting
Myndir: Álvur Haraldsen
NSÍ Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Monrad
Holm Jakobsen, Jens Joensen ■, Einar Tróndargjógv
– Jann Martin Mortensen (Haraldur R. Højgaard,
67. ■), Magnus H. Olsen ■ (Sjúrður Jacobsen, 81.),
Justinus R. Hansen, Pól Jóhannus Justinussen ■ –
Andy Olsen (Meinhard Olsen, 85.), Klæmint A. Olsen
B36 Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy,
Andrias Eriksen, Odmar Færø (Símun Joensen, 25.),
Alex Mellemgaard –Róaldur Jakobsen,
Klæmint Matras, Lukasz Cieslewicz
– Jákup á Borg, Hanus Thorleifsson
(Rógvi Poulsen, 90.), Adeshina Lawal
1 til 6
Skifti B36 Gummi-Tarzan
út aftaná 50 minuttir?
SMS til
3. hálvleik
John Andersen
NSÍ-fjeppari
Eitt er, at vit ikki tora at vinna
dystir ímóti topp 7.. Men at
geva mótstøðuliðunum mál, er
totalt langt úti... NSÍ spældi ein
fínan fyrra hálvleik, ja faktiskt til
støðan bleiv 2-0, og so tók B36
yvir.. Fari at útfordra venjaran
og leikarar til at spæla væl
ein heilan dyst, so fáa vit heilt
sikkurt ein sigur aftrat í ár
fjeppara sms