Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. september 2014 · Nr. 107 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Kríggj millum KÍ og B36 KÍ kennir einki til, at felagið skal hava verið í samráðinum við fleiri spælarar hjá B36, men ákærir B36 fyri at hava verið í samráðinum við spælara hjá KÍ. Tróndur Arge Kreppufundur í B36 Í vikuni hevur nógv órógv verið í B36. Orsøkin er, at KÍ og Mikkjal Thomassen hava verið úti eftir fleiri av spæl­arunum hjá B36. Talan skal verða um Odmar Færø, Ró­ald Jakobsen, Benjamin Heine­sen og møguliga Hørð Ask­ham. Mikkjal Thomassen hev­ur verið venjari hjá øllum hes­ um fyrr, tá hann frá 2011 til 2013, umframt eitt tíðarskeið í 2009. Hetta hevur fingið B36 at reagera. Tey í árs­tals­fe­ lag­num eru ikki glað fyri áhug­an, sum KÍ vísur teirra spæl­ar­um og í løtuni verður arb­eitt við at halda upp á spæl­ar­ar­nar. Tað ljóðaði eis­ ini, at KÍ hevði verið eftir Ade­shina Lawal. Hóast stjørn­an hjá honum veksur fyri at kalla hvønn dyst, so er sum skilst ikki áhugi frá KÍ eftir honum longur. B36 hevði fyrr í vikuni eitt kreppufund, har teir við­ gjørdu støðuna, sum teir eru komnir í viðvíkjandi spæl­ar­ um. B36 liggur í løtuni til at FM og harvið fáa upp til fleiri milli­ónir krónur í kassan. KÍ avsannar søguna Niclas Niclasen, sum er odda­maður fyri 1.liði hjá KÍ, avsannar søgurnar um KÍ skal leita í B36 eftir spæl­ar­ um. – Tað eru bara eg og Tumm­as Lervig(formaður í KÍ, blaðm), sum hava heim­ ild at samráðast vegna KÍ. Vit hava ikki verið í sam­ ráð­ing­um við nakran í B36. Hin­vegin, so hevur B36 ver­ið á fundi við Álvi F. Christi­an­ sen, sigur Niclas Niclasen. Fyri teirra viðkomandi, so er venjaraspurningurin ikki avgreiddur enn, hóast søg­urn­ar siga, at tað verður MIkkj­al Thomassen, sum hev­ur váttað at samráðingar eru millum hann og KÍ um at taka við sum venjari kom­ andi kappingarár. – Vit taka hetta árið fyrsta, so hyggja vit upp á komandi kappingarár, men ongin avtala er gjørd við­ víkj­andi venjari komandi ár, sig­ur Niclas Niclasen. Tað hevur ljóðað, at Eyð­ un Klakstein er ferdigur í KÍ. Felagið hevur ikki longt sátt­ mála við venjaran. – Eyðun Klakstein er venj­ ari hjá KÍ til árið er komið at enda. So taka vit eina avgerð aft­an­á tað. Kappingarárið í ár hev­ur ikki verið nøktandi, og tað er heldur ikki nøktandi, at vit bara hava fingið eitt stig móti B68, sigur Niclas Nicla­sen at enda. KÍ leitar á Skála Sambært keldum KÍ hevur eis­ini eyguni eftir Pæturi Dam Jacobsen, sum í ár skifti frá EB/Streymi til Skála. Eft­ ir tapið um vikuskiftið tyk­ ist púra vist, at Skála ikki yvirlivir í best deildini. Pæt­ ur Dam Jacobsen er komin upp um tey 30 árnini og sum skilst, so er hann ikki sinn­að­ ur at brúka eitt ár í 1.deild. Hesum hevur millum ann­að KÍ og helst eisini EB/ Streym­ur noterað sær í bók­ ina. Heðin Hansen var í samráðingum við HB Víkingur kunngjørdi í vikuni, at teir hava longt sáttmálan við U21 landsliðsspælaran, Heð­in Hansen, og venjaran Sig­fríða Clementsen. Í eina tíð hevur ljóðað, at HB vóru áhugaðir í at fáa Heð­in Hansen til felagið. HB stend­ ur til at missa fleiri spæl­ ar­ar sum eitt nú Kristin R. Mouritsen og Heina Vatns­ dal. Víkingur gjørdi tó skjótt av og gjørdi ein nýggjan sátt­mála við Heðin, sum av álvara hevur fingið seg roynd­an í ár. Hann hevur spælt yvir 30 dystir fyri Vík­ ing á ár. Tað er einki undarligt í, at Víkingur nú hevur longt við venjaran Sigfríða Clem­ ent­sen. Felagið hevur skriva søgu í altjóða samanhangi, tá teir komu heilt til triðja um­far í Europa League, fe­ lag­ið hevur vunnið steypa­ fin­al­una og liggur til at blíva numm­ar trý, við einum møgu­leika at blíva nummar tvey. Álvur til Havnar Tað ljóðar, at Álvur F. Christi­ an­sen verður at síggja í Tórs­ havn­ar Kommunu komandi kapp­ingarár. Hann er fluttur til høvðusstaðin og so er nær­liggjan at seta hann í sam­band við feløgini í Havn. Álvur hevur ikki heilt funn­ið stevið í ár og hevur einki mál skotið hetta kapp­ i­ng­arárið. 25 ára gamli vong­ ur­in skoraði í fjør heili tíggju mál. Vísandi til viðmerkingina hjá Niclas Niclasen um, at B36 hevur verið á fundi við Álv, so er okkurt um søguna. EB/Streymur: Onga viðmerking Navnframi Signar í Homr­ um er formaður í EB/ Streymi. Hann vil ikki gera við­merkingar til støðuna í EB/Streymi. In.fo skrivaði í farnu viku, at Arnbjørn Han­ sen er á veg til HB, meðan fe­løg vilja hava Hans Paula Samu­el­sen. Tað er millum annað fíggj­ ar­liga støðan í EB/Streymi, sum gera at spælarar í størri mun leita aðrastaðni. EB/ Streym­ur hevur myndað topp­ing í føroyskum fótbólti síð­ani 2006, men tann tíðin tyk­ist vera komin til ein fyri­ bils enda. Hóast nógvu søgurnar, so vil formaðurin í felagnum ikki gera viðmekringar til støð­una í løtuni. Tað eru fimm umfør eftir av lands­ kapp­ing­ini og enn er ikki geitt, um felagið megnar at vinna sær luttøku í Europa League til komandi ár. Soleiðis sum Sosialurin skil­ir støðuna, so bendir nógv á, at Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen er á veg úr felagnum. Eisini ljóð­ar, at EB/Streymur fer at brúka komandi tíðina at finna ein fíggjarligan javn­ vág, so tað er samsvar millum inn­tøkur og útreiðslur. Gert Hansen til Víking Eisini liðskiparin hjá EB/ Streymi er á veg úr fe­lag­ num. Úr Sarpugerði ljóðar, at fe­lag­ið í longri tíð dyrgt eftir Gert Hansen, sum býr í Gøtu. Gert Hansen viðgongur, at Víkingur hevur spurt seg, men vil ikki vátta søg­una um, at hann longu hev­ur tikið avgerð uum at spæla við Víkingi komandi kapp­ ing­ar­ár. – Eg vil siga tað so, at Vík­ ing­ur hevur spurt seg fyri, sig­ur Gert Hansen, sum ann­ ars altíð hevur spælt við EB/ Streymi. Keldir hjá Sosialinum siga, at avgerðin longu er tikið, og at Gert Hansen komandi ár verð­ur Víkingur. Gert kann spæla á fleiri plássum bæði í verj­uni og á miðvøllinum. Albert ivasamur í ÍF Hóast Albert Ellefsen hevur sáttmála fyri komandi kappingarár, so tykist ivamál verða um um hann heldur fram í starvinum. Arbeitt verður við at finna eina loysn, soleiðis at Albert kann hada fram sum venjari og arbeiða fulla tíð við síðuna av. Ein møguleiki er, at Alexandar Jovevic fær størri ábyrgd sum hjápar venjari. ÍF skal eisini til at gera íløgur í spælarar til komandi kappingarár, um felagið skal gera sær vónir um at bjóða av aftur í Evropa. Jógvan Martin ikki venjari komandi kappingarár – Í løtuni er nógv sum bend­ ur á, at eg ikki verið venjari nakra­staðni komandi ár, men tað er tó ov tíðliga at siga nakað við vissu fyrr enn kapp­ingin er av, sigur Jógvan Martin Olsen við Norðlýsið. Jógvan Martin Olsen hev­ur í ár saman við Øssi Han­sen verið høvuðsvenjari hjá B68. Men í løtuni bendir nógv á, at Jógvan Martin ikki held­ur fram. – Fyri fyrstu ferð nakr­ an­tíð havi eg ikki fingið nakr­an fyrispurning frá nøkr­um felagi til komandi kappingarár. Mín sáttmáli við B68 gongur út eftir hetta kapp­ing­ar­árið og í løtuni bend­ur nógv á, at eg ikki haldi fram, sigur Jógvan Mart­in Olsen við Norðlýsið. trondur@sosialurin.fo U21 upptakt fótbóltur Kring fótbóltsføroyar: