mánadagur 22. september 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 22. september 2014 · Nr. 107
ítróttur
S
um støðan er í løtuni, so verður einki
umboð fyri føroyska ítróttarjournalistikkin
við í Belfast, tá okkara stolta A-landslið
skal spæla EM undankappingardyst móti
Norðurírlandi í komandi mánaði.
Hóast tað er lutfaldsliga bíligari at flúgva,
journalistarnir kunnu røkja fleiri uppgávur og
arbeiðisumhvørvið er digital og lættari at fáast við,
enn fyri 24 árum síðani, so minkar talið av journa
listum, sum eru við landsliðnum á ferð.
Tá Føroyar spældu í Kasakstan farna kappingarár
var ongin føroyskur fjølmiðil við. Tað kundi tykjast
sum eitt eindømi, tí talan var um land langt vekk við
strongum innfarakrøvum. Tað fekk millum annað
málverjin, Gunnar Nielsen, at sanna, tá hann kundi
verið burturvístur, tí hann hevði gloymt passið.
Tíverri sær tað út til, at tað bara var byrjanin
upp á ein veruleika, sum vit mugu venja okkum við.
Pengarnir eru ikki til staðar longur. Fjølmiðlarnir eru
týndir fyri pengar, meðan tað ongantíð hava verið
fleiri pengar í føroyskum landsliðsfótbólti. Menta
málaráði týnir Kringvarpið og vil ikki geva niðurbarda
stóvninum fleiri pengar, men við lýsingarpengunum
halda teir lív í Kringvarpinum, fyri síðani at týna hinir
fjølmiðlarnar, sum veruliga liva av lýsingarpengum.
Atlantic Airways spælir ikki við longur og nú fer
landsliðið avstað uttan nakran fjølmiðil. Sostatt
verður føroyski dekningurin av dystinum tað, sum vit
síggja í sjónvarpinum.
Hvat vilja vit?
Kringvarpið manglar áleið fýra milliónir krónur fyri
at kunna framleiða A-landsdystirnar fyri UEFA. Og
tað fyri ein væl bíligari prís enn týska fyritøkan,
sum kom allan tann langa vegin til Føroyar við bæði
arbeiðisfólki og útgerð. Tað eru fýra milliónir krónur,
sum Kringvarpið hevði fingið innaftur upp á eina
undankapping í yvirskoti av at framleiða dystirnar.
Heldur standa vit í dag í eini støðu, har
Kringvarpið hevur keypt rættindini til dystirnar, men
nú ikki kann senda fólk avstað til Belfast. Boðini frá
leiðsluni hjá Miðlahúsinum er, at tað eru ongir pengar
at fylgja landsliðnum. Dysturin er jú í sjónvarpinum!
Meðan okkara politikkarar rópa um at fáa fólk at
koma aftur til Føroyar, so taka teir tey bestu og mest
áhugaverdu størvini frá okkum. Úlendingar skulu
framleiða landsdystir, ein eginleiki sum Kringvarpið
annars hevur prógvað, at tey kunnu við føroyskari
arbeiðskraft. Einastu fjølmiðlastørvini sum verða
eftir við hetta lag eru samdøgurðslangar portal-vaktir,
við copy-paste tíðindum frá fsf.fo og heimasíðunum
hjá feløgunum, meðan formenn og íðnir fjepparar
skulu geva lurtaranum eina greiða mynd av gongdini
í einum dysti sunnudag, har liðið hjá teimum spælir.
Hetta tí Kringvarpið ikki hevur pengar til at senda
journalistar til dystirnar.
Kom heim til eitt spennandi Føroyar – keyp tær
eina teldu og lær teg copy-paste, tykjast boðini verða
av landsins ovast hædd.
Eru vit so býtt?
Eru vit so býtt, at tað er líka mikið hvussu ítrótturin
í Føroyum verður dekkaður av fjølmiðlunum? Er tað
fínt, at portalarnir bara kopiera tað, sum verður sent
út frá FSF og øðrum síðum, sum hava áhugamál í
dekkninginum av einum dysti og ávísum hendingum?
Tá eg hyggi meg um í samfelagnum, so hugsi eg at
soleiðis er – yvir allan kambin. Serliga tykist politiska
skipanin liva væl av at fjølmiðlarnir bløða. Tað gongur
so eisini útyvir ítróttin og okkara stolta landsliðið,
sum annars hevur áhugan hjá okkum flestu.
Fjølmiðladeyðin nær
Ítróttar klumman
Tróndur Arge
■ Var tað »Askhams bussar«
Skála parkeraði?
( HB - Skála )
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
ítróttur ítróttartoymið
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Tróndur Vatnhamar
liðugur í FSF
Róaldur heldur fram í B36
Navnframi Tróndur Vatn
hamar er ikki longur markn
aðarleiðari hjá Fótbóltssam
band Føroya. Hann váttar í
dag, at partarnir hava gjørt
eina fráfaringaravtalu, sum
verður sett í gildi frá í gjár av.
– Ja, eg kann vátta, at
eg og FSF hava gørt eina
fráfaringaravtalu,
sum
merkir at eg ikki longur eri
í starvi í Fótbóltssamband
inum. Um tit vilja hava fleiri
viðmekringar, so mugu tit
seta tykkum í samband við
Virgar Hvidbro, aðalskriva,
sigur Tróndur Vatnhamar í
dag.
Tróndur
Vatnhamar
hevur verið sera sjónligur
í arbeiðinum hjá FSF, har
hann millum annað hev
ur verið vertur í FSF-varp
inum og rekur nógv vitj
aðu Facebook síðuna hjá
Fótbóltssambandinum, um
framt at hann hevur skipað
fyri løgmansfinaluni sein
astu trý árini.
Aðalskrivan
hjá
Fót
bóltssambandinum, Virgar
Hvidbro, váttar somuleiðis
tíðindini, men vil heldur ikki
gera fleiri viðmerkingar.
– Eg vátta, at partarnir
hava gjørt eina fráfaring
aravtalu, sum inniber, at
Tróndur Vatnhamar gevst
frá í gjár av at rokna. Fleiri
viðmerkingar havi eg ikki til
málið, sigur Virgar Hvidbro.
Starvið sum marknaðar
leiðari hjá FSF verður tó ikki
lýst leyst fyribils.
– Vit arbeiða við nøkrum
broytingum og tí verður
ongin settur júst hatta starv
ið fyribils. Vit koma at gera
nakrar umrokeringar um
ársskiftið, sigur Virgar Hvid
bro at enda.
– Eg havi verið ótrúliga
glaður og takksamur fyri av
bjóðingina og ynski FSF og
serliga fjepparunum alt tað
besta, sigur Tróndur Vatn
hamar, sum hevur verið í
starvinum síðan sept. 2011
Tróndur Vatnhamar
www.ab.fo:
"Hatta var ikki gott nokk. Innsatsurin var elendigur", sigur Sjúrður bersøgin
og staðfestir, at enn eru allar súður langt frá syftar viðvíkjandi luttøkuni
hjá AB í EFFO-deildini komandi ár.
www.b36.fo:
Tað tók sína tíð – og á vegnum sá meira enn svart út. Men við einum
fantastiskum come-back eydnaðist okkara at koppa øllum á høvdið inni
við Løkin
www.eb.dk:
Dansk traditionsklub tæt på lukning. Vejle Boldklub har varskoet
sponsorerne om konkursbegæring
www.hb.fo:
Góði siguri á Skála í dag hevði helst smakkað betur um onnur úrslit høvdu
fløskað seg fyri okkum. Hóast vit vóru omaná allan dystin og til tíðir
spældu heilt væl, varð talan um ein av linnligastu upplivingum í Gundadali
í fleiri ár.
www.vikingur.fo:
Við áleið sama leikarahópi undir leiðslu av Sigfríði Clementsen, halda vit
í Víkingi at tað skuldu verið góð útlit fyri enn einum góðum kappingarári í
2015.
Heimasíðurnar skriva:
Hóast hann ikki er meira
enn 23 ára gamal, so telist
Róaldur Jakobsen millum
teir heilt royndu á liðnum
hjá B36. Miðvallarin, sum
fekk sín fyrsta landsdyst
fyri stuttum, hevur longu
spælt 199 dystir fyri besta
liðið hjá B36, og nú stendur
eisini greitt, at hann eisini fer
at stýra hvíta miðvøllinum í
2015.
Róaldur hevur nevnliga
sett sítt navn niðast á sátt
málan, sum bindur hann at
B36 komandi ár. Ein undir
skrift, sum vit í felagnum
sjálvandi fegnast almikið
um.
Hetta kemur sum ein
reaktión uppá, at tey í B36
meta, at KÍ hevur verið í B36
leguni og ført samráðingar
við millum annað Róald Jak
obsen.
KÍ avsannar tó søgurnar.
Les meiri um tað á síðu 3.