Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 9. juni 2004 19 5-mannafør, gentur: Sílið verjir traditiónirnar Eftir at tær høvdu mist eitt sindur í allar fyrstu tøkunum var tað skjótt, at Sílið vann fremsta plássið, sum tær megnaðu at verja KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tann báturin, sum við gentumanning hevur vunn- ið flest FM kappingar, er Sílið. Fleiri bátar hjá Havn- ar Róðrarfelag hava borið hetta navnið, síðani tað í 1973 varð farið at kappast um FM eftir tí skipan, sum framvegis er galdandi, og manningarnar hava ikki gjørt felagnum fyri skommum. Í fjør var tað hitt 5- mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, Drekin, sum vann FM. Á bygdastevnuni á Skála var tað aftur Drek- in, sum vann, men á Norð- oyastevnu var tað Sílið. – Vit luttóku á Skála, men vit løgdu ikki so nógv í, um vit vunnu ta ferðina ella ikki. Ta ferðina ráddi tað um hjá okkum at prøva okkurt av, og vit høvdu ikki lagt venjingina til rættis soleiðis, at vit skuldu vera væl fyri at vinna ta ferðina. Vit miðjaðu eftir at vera væl fyri á Norðoyastevnu, og vit eru sera fegnar um, at tað eydnaðist at vinna í Klaksvík, sigur Marina Moraitis. Hon er bæði báts- formaður og stýrimaður umborð á Sílinum. – Vit mistu eitt sindur í kanska fimm teimum fyrstu tøkunum. Men so komu vit á rætta lagið. Vit fingu skjótt fatur á hinum bátun- um, og tað var nokk so skjótt, at vit komu í ta støð- una, at vit sóu aftur á hinar, og tíbetur megnaðu vit at halda tørn um ta støðuna. Á málinum var Sílið eina bátslongd frammanfyri Havfrúnna úr Vestmanna og Blik av Argjum, sum á Skála hevði kappast nógv við Drekan. Í Klaksvík endaði Drekin á níggjunda plássinum - einar tríggjar ella fýra bátslongdir aftan- fyri Sílið. Sílið vann tvær ferðir í fjør. Tær vunnu á Fjarða- stevnuni og á Jóansøkuni. Sammett við í fjør eru fimm tær somu, sum rógva við, og tvær eru nýggjar. Manningin liggur millum 18 og 22 ár. Marina Moraitis stýrir, og hinar eru Marjun Persson, Fríða Rasmussen, Arndis Andreassen, Anna Høgne- sen, Tórun Gásadal, sum áður hevur róð við Ørnini, og Hildigunn Niclasen. Fimm ferðir um vikuna hava tær umborð á Sílinum í nógvar vikur vant. Í síðstu viku vandu tær tríggjar ferðir, og tað ætlaðu tær aftur at venja í hesi vikuni. Hvussu tað fer at roynast hjá teimum og øllum hinum fæst at síggja leygardagin. Í Klaksvík var munurin frá Havfrúnni á øðrum plássi og aftur til Junkarin á áttanda plássinum knapp- liga fýra sekund, sum svar- ar til eina stóra bátslongd. Tað fær valla verið meiri spennandi. Fimmmannafør, gentur 1 Sílið 5:45:16 2 Havfrúgvin 5:48:16 3 Blikur 5:49:10 4 Firvaldur 5:49:20 5 Fípan Fagra 5:50:23 6 Frúgvin 5:51:05 7 Ørnin 5:51:06 8 Junkarin 5:52:12 9 Drekin 5:57:10 10 Tjaldrið 6:04:16 11 Falkur 6:14:05 12 Hvassi 6:18:23 13 Spógvin 6:25:01 14 Tekla 6:26:10 Bátsformaðurin á Havnarbátinum, sum leygardagin vann fyri sjeyndu ferð á Norð- oyastevnu, heldur, at allir bátarnir mugu metast sum møguligir vinnarar KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað er lagt upp til eina meiri spennandi og tætta kapping millum 10-manna- førini, enn tað hevur verið í mong ár. Kanska verður kappingin meiri spennandi, enn hon nakrantíð áður hevur verið. Magni Brøðrarberg er bátsformaður umborð á Havnarbátinum, sum leyg- ardagin vann fyrsta FM róðurin í ár. Tað er hann, sum eftir fyrstu kappingina hevur hesi útlitini fyri nýggja róðrarárinum. Hann skuldi vita, hvat hann tosar um. Magni hevur róð síðani í 1994. Sigurin hesa ferð var tann sjeyndi hjá honum á Norðoyastevnu. Hann hevur ikki bara vunnið við Havnarbátinum. Men hann vann eisini á Norðoyastevnu í fjør við Havnarbátinum. – Ta ferðina tóktist tað síggja bjart út hjá okkum í FM kappingini. Men síðani vunnu vit ongan róður. Tað gekk so at siga stútt skeiva vegin. Tí sigur tað seg sjálvt, at sigurin smakkaði væl á Norðoyastevnu í ár. Sjálvandi vita vit ikki, hvussu tað fer at tørna út. Men vit ætla okkum avgjørt at gera okkara til, at gongd- in hesa ferð ikki skal verða, sum hon var í fjør. Hvussu heldur tú vánir- nar eru fyri tí? – Tá ið vit hava vunnið fyrstu kappingina, eru ván- irnar sjálvandi góðar. Vit vilja fegnir vinna alt. Men samstundis er tað hugaligt at staðfesta, at tað skal nógv til, um tað skal eydn- ast okkum at vinna. Róð- urin leygardagin vísti, at kappingin verður rættuliga tøtt og skørp. Hóast tað at enda vóru trettan sekund og havið einar fýra bátslongdir frá okkum og aftur til Hoy- víking á sætta og aftasta plássinum, so rokni eg við, at Hoyvíkingur og sjálvandi allir hinir, sum vit hesa ferð kappaðust við, hava møgu- leika at vinna næstu ferð. Vit kunnu ikki bara skeita eftir Nólsoyinginum, sum endaði næstfremstur. Vit mugu eisini ansa eftir Vest- menninginum, sum plagar at vera drúgvur, og Vág- bingininum, sum heilt víst fer at koma fyri seg. Hesa ferð endaði Eysturoyingur- in á fimta plássinum. Næstu ferð fara teir at rógva í heimasjógvi, har teir vanliga standa seg væl. Fyrra partin av málinum í Klaksvík vóru teir væl við, so tað sær spennandi út, heldur Magni Brøðrarberg. Skifti alla tíðina Á málinum var Havnarbát- urin eina hálva bátslongd frammanfyri Nólsoyingin, sum var ein stóran skut frammanfyri Vestmenning- in. Vágbingurin var tætt undir vestmenningum, meðan tað at enda gjørdist longri aftur til Eysturoy- ingin og Hoyvíkingin, sum í sínum fyrsta róðri misti heilt nógv. Dómarin kendi seg noyddan at skjóta róðurin av, eftir at 10-mannaførini fyrru ferðina vóru send av- stað. Hoyvíkingar og Vest- menningar høvdu verið ov skjótir at sleppa fasta start- inum og spenna í. Tað fingu teir gula kortið fyri. Stóri spurningurin, sum ikki varð svaraður leygar- dagin, var, hvussu tað kundi bera til, at gongdin hjá Eyst- uroyingi kundi verða so skiftandi, sum hon var. Tá ið málið var hálvrógvið og gott tað, var Eysturoyingur væl við í kappingini um fremsta plássið. Hann var eina løtu eina hálva bátslongd og kanska meiri enn tað framm- anfyri hinar. Men eftir einari lítlari løtu, tá ið bátarnir fóru framvið Kósabrúnni, misti guli báturin ferðina. Tað tóktist næstan sum um, at teir róðu í siropi, og fleiri av hinum fóru sendandi framum, áðrenn Eysturoy- ingur aftur fekk um endan. – Stýrimaðurin segði okk- um leingi, at vit vóru ikki fremstir, men at vit vóru væl við. Vit royndu at halda okk- um til okkara setning. Hann er at rógva seigan róður. Tað er týdningarmikið ikki at missa tað úr eygsjón, sum tú hevur sett tær fyri. Tá ið tað so spakuliga fór at ganga okkum til fyrimunar, var tað sjálvandi serliga hugaligt. Men vit kendu okkum ikki heilt vísar í, at vit høvdu vunnið, fyrrenn vit hoyrdu fyrsta skotið, sigur Magni Brøðraberg. Umborð á Havnarbátinum er manningin rættuliga roynd. Níggju av teimum ell- ivu vóru eisini við í fjør, og teir báðir nýggju menninir eru ikki nýggjari enn so, enn at teir hava róð nógv fram- manundan, og teir hava eisini áður roynt seg við Havnar- bátinum. Umborð á Havnar- bátinum er Jógvan Jacobsen stýrimaður, og so eru hinir Jógvan Clementsen, Marius Joensen, Búgvi Poulsen, Magni Brøðrarberg, Jógvan Lutzen, Mayfinn Norðoy, Ingi á Tórgarði, Jógvan Høj- gaard, Ragnar við Streym og Jón Rosenblad. Tíggjumannafør 1 Havnarbáturin 7:18:02 2 Nólsoyingurin 7:20:11 3 Vestmenningur 7:21:21 4 Vágbingur 7:22:16 5 Eysturoyingur 7:25:11 6 Hoyvíkingur 7:31:04 10-mannafør: Allir eru møguligir toppkandidatar - Vit ætla okkum avgjørt at gera okkara til, at gongdin hesa ferð ikki skal verða, sum hon var í fjør, eru boðini av Havnarbátinum Mynd: Álvur Haraldsen Sílið hevði eina góða báts- longd at geva av, tá farið varð undir endaspurtin Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 107 - 9. juni 2004 FCK- dystirnir á TV3 Sum danskir meistarar fær FCK aftur í ár møguleikan at taka lut í kappingini, um at sleppa við í Champions League, har risastórar peningaupphæddir bíða eftir teimum liðum, sum megna at vinna sær vegin fram. Í fjør var sera nær við, tá FCK á útivølli fekk 1- 1 javnleik móti Glas- gow, men á heimavølli kiksaðu donsku meistar- arnir soleiðis at skotar- nir kortini sluppu víðari. Viasat samtakið hevur seinnu árini havt rætt- indindi til at senda frá Champions League, og teir hava so afturat hesum keypt rættindini tilat senda frá undan- kappingardystunum hjá FCK. Hvat mótstøðuliðið verður her, er enn ikki greitt, men helst verður talan um fýra undan- kappingardystir. FCK skal í øðrum undan- kappingarumfari dystast móti liðum, sum eru styrkismett væl lægri enn donsku meistarar- nir, men í væntaða triðja umfarinum verður talan um heilt aðra mótstøðu. Tá kann talan – um illa vil til – gerast um lið sum Real Madrid, Ju- ventus og Manchester United, so einki er at ivast í, at tað standa nógvar milliónir upp á spæl hjá Østergaard og teimum, tá lutakastið verður í juli mánaði. -jm Bisgaard úr FCK Todi Jónsson hevur mist enn ein liðfelaga hjá sær. Tað er miðvallar- spælarin Morten Bis- gaard, sum nú skal spæla fyri enska 1. deildarfelagið Derby. Hann vísti stórspæl í vár, men hevur ikki vilja longt sáttmála við FCK, tí so skal han gjalda stóra skattarokning. Bisgaard er í Danmark eftir einari serligar skattaskipan, men skal hann sleppa bíligari í skatti, má hann fara av landinum aftur innan eitt ár. Morten Bisgaard hevur spælt í FCK síð- ani 2001. -ek Gullrákin, sum hevur verið burtur í næstan fjøruti ár, spøkir aftur í Norðdepli og Hvannasundi, eftir at Sundabáturin á Norð- oyastevnu syrgdi fyri, at eitt sett av gull- krónum ikki fór sjó- vegis av Borðoynni KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Væl meiri enn helmingurin av teimum, sum nú bú- leikast í Norðdepli og Hvannasundi, hava ikki upplivað tað. Tey vita bara um kappróðrarbrøgdini hjá bygdarmonnunum at siga frá tí, sum tey hava hoyrt tey eldru greiða frá. 10- mannafarið Norðingur stendur í neystinum, har hann syngur sín svanasong. Hann verður ikki flotaður aftur til kappróður. Stórar og glæsiligar sigrar til Hvannasund og Norðdepli syrgdi hann fyri miðskeiðis í seksti árunum. Nú er ætl- anin, at hann kanska skal víkja úr neystinum, tí eitt nýtt 5-mannafar skal eiga plássið næsta ár. Leygardagin syrgdu ungir menn í Norðdepli og Hvannasundi - tann yngsti er 19, og tann elsti er 33 - fyri, at eitt nýtt sigursblað varð skrivað í kappróðrar- søguni hjá teimum norðuri í Sundi. Sundabáturin var fyrstur á mál, eftir at hann leingi hevði verið í sera tættari kapping við nýggja Gong- urólv, Stráluna og Jarnbard. Á málinum var fjarstøðan frá Sundabátinum og aftur til fjórða plássið stívliga tvey sekund ella tað, sum svarar til eina stóra hálva ella eina lítla heila báts- longd. – Vit vóru sera væl fyri í startinum. Eg haldi, at vit eftir startspurtin kanska vóru leysir av hinum bátun- um. Men tað var nokk so skjótt, at tað javnaði seg meiri út, og tá ið vit komu á túsund metra málið var munurin lítil og eingin. Vit stríddust heilt nógv við Gongurólv, Stráluna og Jarnbard. Teir høvdu allir onkra løtuna hug at fara framum okkum. Kanska vóru vit onkra løtuna afturi á fjórða plássinum. Men vit mentu okkum aftur, og í sjálvum endaspurtinum stóðu vit okkum best. Livar Nysted er bátsfor- maður umborð á Sunda- bátinum. Tá ið hann verður spurdur, um hetta var prógvið um, at kappróðurin eftir fjøruti ára dvala er um at koma fyri seg aftur í Norðdepli og Hvannasundi, svarar hann soleiðis: – Vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at áhugin er stórur. Leygarkvøldið var mesta fólkið í Klaksvík, tá ið vit komu norður aftur við bátinum. Tað møttu kortini fleiri upp í neystinum, og aftaná hava fleiri givið til kennar, at tey vóru hørm um, at tey ikki vistu um hetta. Tá ið vit mána- kvøldið vandu, sóu vit, at onkrir bilar steðgaðu á byrgingini fyri at fylgja við, og tað er sjálvsagt hugaligt. Tá ið tað kemur til sammetingina við brøgdini fyri næstan fjøruti árum síðani, svarar Livar Nysted, sum er 33 ára gamalur og aldursforseti umborð á Sundabátinum, soleiðis: – Hatta er bara nakað, sum vit hava hoyrt tosað um. Vit kunnu ikki fyri- halda okkum til hatta í veruleikanum. So fyri okkum er tað nakað nýtt, at tað eydnaðist okkum at vinna. Í fjør var Sundabáturin nýggjur. Tá endaði hann á sætta plássinum í FM kapp- ingini. Tá var eitt sindur órudduligt, tí teir skiftu fleiri ferðir fólk. Nú eru bara tveir teirra, sum róðu við í fjør, eftir umborð. Restin eru nýggir rógvarar. Onkur teirra hevur áður róð við dreingjabáti í Klaksvík. Martin Simonsen stýrir, og hinir eru Sigmar Søren- sen, Kristian Olsen, Livar Nysted, Niels í Buð, Debes Sivertsen og Elmar Rubek- sen. Sundabáturin venur sunnanfyri byrgingina í Hvannasundi. Fyri nakað síðani vóru teir nakrar ferð- ir í Klaksvík, og í vikuni upp undir Norðoyastevnu vóru teir aftur á Vánni, og báturin stóð í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum teir samstarva sera væl við. Hetta sást eitt nú aftur í, at fýra dreingir hjálpa til at manna bátarnir í Klaks- vík. Stór kapping Livar Nysted ivast ikki í, at kappingin fer at verða stór í summar, og hann væntar eina sera tætta og harvið spennandi kapping á Skála- fjørðinum nú leygardagin. – Vit peilaðu hinar av alla tíðina. Vit sóu, at tað var so tætt, sum tað kundi verða. Nú venja vit tríggjar ferðir í hesi vikuni, og so fáa vit at síggja. Tað hevur ofta verið at sæð áður, at onkur annar bjóðar seg fram, tá ið kapp- róðrarárið gerst eitt sindur eldri. Vit eru fullgreiðir yvir, at vit skulu geva alt, sum vit hava í okkum, um vit aftur leygdardagin skulu verða fyrstir á mál. Vit ætla at gera okkara, og vit ivast ikki í, at fleiri aðrar mann- ingar eisini far at geva okkum ein skarpan gang. So tað verður spennandi. Seksmannafør, menn 1 Sundabáturin 07.59.03 2 Gongurólvur 08.00.09 3 Strálan 08.00.15 4 Jarnbardur 08.01.12 5 Víkingur 08.07.16 6 Lómur 08.09.17 7 Sølmundur 08.15.17 8 Hvessingur 08.16.20 9 Hósvíkingur 08.22.24 10 Sandingur 08.26.19 6-mannafør, menn: Søga skrivað í Sundi Teir skrivaðu søgu. Ikki síðani í seksti-árunum hava sundafólk verið fremst í kappróðri, men hetta ætla teir á Sundabátinum at broyta Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18