mikudagur 9. juni 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 107 - 9. juni 2004
5-mannafør, dreingir:
Spógvin fekk høvdið fyri seg
8-mannafør:
Argjabáturin aftur á beint
Sjálvur starturin var
einki serligur hjá
nýggja gula bátinum,
men tá ið teir eftir
startspurtin høvdu
vunnið fremsta pláss-
ið, góvu teir tað ong-
antíð frá sær aftur,
hóast tríggir bátar
vóru framvið
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað kundi ikki laga seg
betri hjá NSÍ dreingjunum.
Teir komu á Norðoyastevnu
í nýggjum báti, og størsti
parturin av manningini var
spildurnýggj. Men tað bilti
ikki. Hóast Spógvin ikki
fekk besta startin, so var
tað skjótt, at teir høvdu tog-
að seg fram á fremsta
plássið. Tað slitnaði ikki
sundur aftur til næstu bát-
arnar. Men Spógvin helt
hinar aftanfyri seg.
– Vit startaðu ikki væl. Tí
hildu vit honum uppi í
bekkinum
eitt
sindur
longri, enn hinir gjørdu tað.
Tá ið eg sá, at vit høvdu
lagt hinar afturum okkum,
fóru vit niður á lunnin, og
eg haldi, at vit vóru fremst-
ir allan vegin.
Tað sigur Høgni Peter-
sen. Hann er stýrimaður og
bátsformaður umborð á
Spógvanum. Rímuligt er
hann væl nøgdur. Umframt
hann sjálvan er tað bara ein
annar av manningini, sum
hevur róð áður. Hinir fimm
eru spildurnýggir. Bátsfor-
maðurin er átjan ára gam-
alur og aldursforseti. Yngsti
maður umborð á Spógvan-
um er fimtan ára gamalur.
Høgni Petersen stýrir. Á
lærinum sita Bárður Jo-
hannesen og Brian Jacob-
sen. Í rúminum eru Búgvi
Kjeld og William Højgaard,
og á toftini eru tað Per Venn-
ed, sum eisini róði í fjør, og
Hans Jákup Johansen.
Í fjør vóru teir báðir,
Høgni og Per, umborð á
Tjaldrinum, sum endaði á
triðja plássinum í FM kapp-
ingini. Nú ætla teir sær at
vera við í FM kappingini,
og á Norðoyastevnu hiln-
aðist tað so mikið væl, at
teir hava alla orsøk at rokna
við møguleikanum.
Avbjóðararnir
Næstu kappingarneytarnir
hjá Spógvanum vóru Blik-
ur, Fípan Fagra og Hav-
frúgvin. Teir fylgdu allir
væl við, og onkra løtuna
tóktist tað sum um, at teir
høvdu hug at bjóða Spógv-
anum av.
Ta einu løtuna hevði Blik-
ur av Argjum hug at ota seg
upp undir liðina á Spógvan-
um, men teir á gula bátinum
svaraðu dyggiliga aftur.
Hjá Havfrúnni verður
setningurin á Skálafjørð-
inum at gera tað gott aftur,
sum miseydnaðist í Klaks-
vík, eftir at tað í eina løtu
hevði sæð rættuliga spenn-
andi út. Dómarin kendi seg
noyddan at skjóta róðurin av
eftir fyrra startin. Tá hevði
Havfrúgvin fingið góðan
start, men hon og Sílið
fløktust. Tað hevði gult kort
við sær til báðar bátarnar, og
í seinna førinum endaði tað
soleiðis, at hesir báðir báta-
rnir komu upp á stigatalv-
una við ávikavíst trimum og
tveimum stigum.
Firvaldur av Tvøroyri
hevði hug at hanga uppi í
fremra endanum í eina løtu,
men teir høvdu ikki nóg
nógva orku, tá ið tað ráddi
mest um. Tískil endaðu teir
aftanfyri Teklu úr Klaksvík,
sum varð nummar seks.
Harvið fingu báðir bátarnir
hjá Klaksvíkar Róðrarfelag
stig í dreingjakappingini.
Fimmmannafør,
dreingir
1 Spógvin
5:24:24
2 Blikur
5:26:12
3 Fípan Fagra
5:27:12
4 Havfrúgvin
5:29:24
5 Sílið
5:34:23
6 Tekla
5:35:19
7 Firvaldur
5:36:10
8 Royndin Fríða
5:39:14
9 Báran
5:43:18
10 Tjaldrið
5:44:01
11 Kollur
5:46:12
12 Svanur
5:47:04
13 Drekin
5:48:08
Eftir at teir ongan
róður vunnu í fjør og
ikki hava verið meist-
arar síðani í 2000,
tykist tað nú sum um,
at Argjabáturin
rættuliga er um at
koma fyri seg aftur
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Flaggskipið
hjá
Argja
Róðrarfelag er Argjabát-
urin. Tað er eingin ivi um
tað. Í níti árnum vann
Argjabáturin
glæsiligar
sigrar. Frá 1991 og fram til
og við 2000 vóru teir sjey
ferðir meistarar. Síðani
hevur tað verið soltnari. Í
fjør var Ørvur hjá Havnar
Róðrarfelag einaráðandi,
meðan Argjabáturin kapp-
aðist við Kvívíking um
næstfremsta plássið.
Men nú tykist tað vera
møguleiki fyri, at Argja-
báturin rættuliga skal koma
fyri seg aftur.
– Kappingarárið er langt,
og tað kann so mangt
henda, áðrenn ólavsøku-
róðurin er av. Ofta er tað
tepurt. Tað sóu vit í 2002.
Tá kappaðust vit við Kví-
víking um FM heitið. Vit
vunnu á Norðoyasetnvu og
Ólavsøku. Teir gjørdust
meistarar, og vit minnast
aftur á, at vit taptu FM
heitið við einum tveimum
sentimetrum, tá ið vit kapp-
aðust í Hósvík.
Høgni Jacobsen minnist
aftur á, hvussu tað hevur
gingið undanfarnu árini.
Hann er bátsformaður um-
borð á Argjabátinum, sum
hann hevur verið við til at
manna síðani í 2002. Í 2001
róði hann við Nevinum
Reyða í Klaskvík, sum var
spildurnýtt og vann FM
heitið fyri higartil einastu
ferð.
– Tað kennist hugaligt hjá
okkum, nú vit vunnu fyrsta
róðurin. Men kappingin var
stór, og tað er heilt greitt, at
eingin fer at koma sovandi
til nakað FM heiti. Men vit
fara at gera okkara besta.
Argjabáturin lá vestastur
í Klaksvík. Tað var eitt
sindur torført hjá teimum at
fylgja við í, hvussu tað
gekk inneftir, tí hinir lógu
allir væl eystari á. Nevið
Reyða, sum teir leingi
kappaðust við, var eystastur
av øllum.
– Kvívíkingur var framm-
anfyri okkum, inntil tað
restaðu einir fýra hundrað
metrar. Vit høvdu eina
hóming av, at tað var
rættuliga tætt millum okk-
um og Nevið Reyða. Men
vit vóru ikki greiðir yvir, um
vit vóru frammanfyri teir,
ella hvussu nógv vit vóru
frammanfyri. Eg haldi, at vit
kunnu siga, at vit vunnu upp
á ein góðan endaspurt, sigur
Høgni Jacobsen.
Á málinum var Argja-
báturin
eina
bátslongd
frammanfyri Nevið Reyða,
og Nevið var eina stóra
hálva bátslongd framman-
fyri Kvívíkingin.
Kann gerast betri
Hvat roknar tú við í næstu
kappingunum?
– At tað verður spennandi
og tætt. Eg haldi ikki, at vit
róðu so væl, sum eg haldi,
at vit eiga at megna. Men
eg rokni eisini við, at hinir
bátarnir fara at verða betri
fyri, enn teir voru hesa ferð.
Eg veit, at teir umborð á
Kvívíkingi ikki fóru í bátin
fyrrenn Flaggdagin, og at
teir ikki høvdu vant nakað
serligt, áðrenn teir fóru í
bátin. Vit hava vant nógv
longri enn so. Tí rokni eg
bara við, at teir fara at
verða betri førir fyri at
kappast við okkum, enn teir
vóru á Norðoyastevnu, sig-
ur Høgni Jacobsen, sum
eisini sigur seg rokna við,
at Ørvur, ið hevur nýggja
manning, man fara at koma
fyri seg.
Umborð á Argjabátinum
eru fýra nýggir, tá ið sam-
mett verður við í fjør, og í
ár sita bara tveir á sama
plássi, sum teir gjørdu í
fjør. Nýggju menninir eru
kortini ikki púra nýggir í
kappróðri. Merkisvert er
tað eisini, at fleiri av teim-
um, sum luttóku á Oyggja-
leikunum í fjør, nú eru við
til at manna Argjabátin.
Manningin er henda: Uni
Gullfoss, Høgni Midjord,
Høgni Jacobsen, Jóhan
Mouritsen,
Gudmundur
Joensen, Eyvind Akraberg
Hansen, Gutti Harryson,
Jóhannes Olsen og Ken
Zachariassen.
Áttamannafør
1 Argjabáturin
7:44:11
2 Nevið Reyða
7:47:16
3 Kvívíkingur
7:49:02
4 Ørvur
7:52:00
5 Knørrur
7:55:02
Starturin hilnaðist ikki serliga væl hjá Spógvanum, men teir megnaðu at rógva seg fremst í
feltinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Fýra nýggir mans eru um-
borð á Argjabátinum, men
hetta tóktist slettis ikki bilað.
Teir vóru góða bátslongd
undan næsta bátinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20
Nr. 107 - 9. juni 2004
21
Javnleikur
hjá Fram
Íslendska Fram við Hans
Fróða Hansen og Fróða
Benjaminsen leikti mána-
kvøldið javnt móti odda-
liðnum, Fylkir, tá teir
leiktu sín fimta dyst hetta
kappingarárið.
Fram var á odda í steðg-
inum, eftir at mótstøðu-
maður hevði gjørt sjálv-
mál, men í seinna hálv-
leiki eydnaðist Fylkir at
javna.
Eftir javnleikin er Fram
á sjeynda plássinum í
deildini. ÍA við Julian
Johnsson á liðnum er á
triðja plássinum, men teir
hava leikt ein dyst færri
enn oddaliðið.
-jm
Grønkjær
ikki í
Portugal
Ein av týdningarmestu
spælarunum á danska
fótbóltslandsliðnum,
Jesper
Grønkjær
úr
Chelsea, er ikki farin við
danska landsliðnum til
Portugal. Mánadagin fóru
danirnir avstað til EM,
men Grønkjær varð ver-
andi heima í Danmark.
Orsøkin var álvarsom
sjúka í familjuni, og tað er
ikki greitt, um Grønkjær
yvirhøvur verður við til
EM.
– Tað er sumt í lívinum,
sum hevur størri týdning
enn fótbóltur, og tað er
ikki minst familjan. Eg
havi tosað við Grønkjær,
og eg skilji væl, at hann
vil verða heima fyri
fyrstu, sigur danski lands-
liðsvenjarin, Morten Ol-
sen.
Enn er ikki greitt, nær
ella um Jepser Grønkjær
kemur til Portugal, men
landsliðsvenjarin ætlar at
hava eitt pláss í hópinum
tøkt til Grønkjær, og kem-
ur hann ikki, so hevur
Danmark bara 22 spælar-
ar at velja ímillum.
EM í Portugal byrjar
leygardagin.
-ek
McCartney
órógvar
Byrial
Bretski tónleikarin Sir
Paul McCartney fer at
órógva fyrireikingarnar
hjá føroyska landsliðs-
spælaranum Johan Byrial
Hansen og hansara liðfel-
øgum í AC Horsens und-
an dystinum ímóti B913
um vikuskiftið.
Orsøkin er, at Paul
McCartney spælir tvær
konsertir í Horsens í vik-
uni, og nógva virksemið
rundan um konsertinar
ger, at AC Horsens ikki
kann nýta sínar vanligu
venjingarvøllir. Tí mugu
teir venja og fyrireika seg
aðrastaðni til tveir teir
avgerandi dystirnar um
uppflytingina
til
superliguna.
-ek
Dómarin
misti vitið
Ein dómari í lægru deild-
unum í Noregi fekk av at
vita frá einum spælara um
vikuskiftið. Tað var í
einum dysti í Rogalandi,
at ein spælari gjørdist sera
illur um eitt brotsspark,
sum varð dømt ímóti hon-
um. Hann skeldaði og
koyrdi undir dómaran, og
tað vildi dómarin ikki
finna seg í og gav honum
reyða kortið. Tá smekkaði
spælarin til dómaran og
rakti hann í bringuna.
Dómarin misti vitið av
slagnum í einar tveir min-
uttir, men kom fyri seg
aftur og dømdi dystin
lidnan. Hann hevur ikki
gjørt meira við málið,
men spælarin varð burtur-
vístur av leikvøllinum,
skrivar Verdens Gang.
-ek
Profilar av
vøllinum
Allan Nielsen, sum í løt-
uni er spælandi venjari í
Herfølge, fer neyvan at
spæla aftur eftir summar-
steðgin. Felagið hjá hon-
um vil ikki váttað hetta,
men sigur, at samráðingar
eru um, at Allan Nielsen
skal brúka alla sína orku
til at vera venjari. 33 ára
gamli
Allan
Nielsen
spældi 44 landsdystir fyri
Danmark.
Ein annar profilur í
donskum fótbólti seinastu
mongu árini, Stig Tøfting,
sum nú spælir fyri AGF,
hevur møguliga fingið ein
álvarasaman
skaða
í
knæið. Hann bíðar nú eft-
ir endaligum boðum um,
hvør krossbandið er skatt,
og er tað dómurin hjá
læknunum, kann hann
ikki spæla aftur í ár.
-ek
6-mannafør, kvinnur:
Jarnbardur hevur sett
kósina
Hóast tær leingi vóru
á triðja og fjórða
plássinum, so megn-
aði roynda kvinnu-
manningin á Jarn-
bardi at enda at seta
alt upp á pláss
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað hevur so ofta áður tørn-
að soleiðis út. Tí var tað
ikki óvæntað. Sum so
mangan áður skuldu tær
stríðast fyri sigrinum, og
sum so ofta, so eydnaðist
tað teimum, hóast starturin
ikki hevði verið so sann-
førandi.
– Vit fingu ikki góðan
start. Men vit duttu ongan-
tíð afturav. Eg sá fram á
Lóm og Páll Fanga, sum
vóru kanska eina bátslongd
frammanfyri okkum. Vit
kappaðust eina løtu við
Gongurólv. Tær megnaðu
ikki at halda tørn. So snúði
tað seg um at fáa fatur á
Páll Fanga og Lómi. Lómur
megnaði ikki at halda Páll
Fanga. Eg helt meg síggja,
at hóast vit vóru eitt sindur
aftanfyri Páll Fanga, so
gekk tað støðugt um enn
spakuliga tann vegin, at vit
fingu betri og betri tak á
honum, og tá ið tað restaðu
einir 300 metrar, fóru vit
fyrstu ferð framum og
løgdu okkum á fremsta
plássið, sum vit tíbetur
megnaðu at varðveita. Men
tær góvu ikki bara skarvin
yvir. Tær royndu at svara
aftur, so vit vóru sanniliga
noyddar at stríðast fyri
sigrinum.
Tað er róðurskvinnan
umborð á Jarnbardi, Jannie
Dam Jacobsen, sum greiðir
frá, hvussu hon upplivdi
kappróðurin í Klaksvík
leygardagin. Hon hevur
verið við í nógv ár, og hon
hevur verið við til at vinna
nógvar sigrar og fleiri FM
heiti. Í fjør var Jarnbardur
ikki meistari. Fleiri av
rógvarunum vóru burtur-
staddar.
Við
skiftandi
manningum luttóku tær í
fleiri kappingum, og á
Ólavsøku bar tað teimum
til at vera mannaðar so-
leiðis, sum tær helst vildu
vera tað.
Í ár hava tær vant væl og
leingi. Tær flestu umborð á
Jarnbardi luttóku í Scilly
kappingini fyri nøkrum
vikum síðani.
Jarnbardur var seinast
FM vinnari í 2002. Av tí
manningini eru fimm við
aftur í ár. Jannie Dam Jac-
obsen stýrir, og so eru hinar
Petra Hansen, Súsanna
Skylv Sørensen, Eivy Ol-
sen, Kristianna Dahl Øster,
Rannvá
Jacobsen
og
Kerstin Rasmussen.
Fleiri fara at bjóða seg
til
Umborð á Páll Fanga er nett
sama manningin, sum eisini
róði við í fjør. Tær vunnu á
bygdastevnuni á Skála, og
tað var ikki frítt, at tað í
Klaksvík varð vónað og
kanska eisini roknað við, at
tað skuldi eydnast Páll
Fanga at verja áhugamálini
hjá vertsfelagnum. Leingi
sá tað væl út, og tá ið
bátarnir vóru komnir á mál
tóktist tað sum um, at
onkrar av manningini á Páll
Fanga høvdu fingið eitt prej
um, at tær høvdu vunnið. Tí
er einki at siga til tað, um
tær vóru rættuliga vón-
brotnar. Men avrikið bendi
á, at Páll Fangi eisini tær
næstu ferðirnar fer at vera
millum bátarnar, sum fara
at bjóða Jarnbardi av.
Uttan iva fara Lómur og
Víkingur, sum endaði á
fjórða plássinum, eisini at
vera við í kappingini.
Eitt sindur óvæntað var
tað, at Gongurólvur hesa
ferð ikki megnaði meiri enn
fimta plássið. Gongurólvur
var FM vinnari í fjør. Nú
var talan um spildurnýggj-
an Gongurólv. Sum vit hava
skilt tað, so vóru fleiri av
teimum, sum í fjør vunnu
FM, við nýggja bátinum
hesa ferð. Men í fyrstu
royndini hilnaðist tað ikki
akkurát soleiðis, sum tað
kanska kundi havt verið
roknað við. Men leikirnir
eru mangir í longum talvi,
og longu leygardagin verð-
ur nýggjur møguleiki hjá
Páll Fanga, Lómi, Víkingi,
Gongurólvi og hinum, sum
droyma um at gera nakað
við Jarnbard. Royndu róðr-
arkvinnurnar í Knørrafel-
agnum settu leygardagin á
vánni í Klaksvík kós ímóti
enn einum FM heiti.
Seksmannafør,
kvinnur
1 Jarnbardur
5:34:20
2 Páll Fangi
5:36:01
3 Lómur
5:42:19
4 Víkingur
5:44:12
5 Gongurólvur
5:45:23
6 Sølmundur
5:55:14
7 Sundabáturin
6:04:13
Íslendska Landsbankadeildin
v
t
d
v
-
j
- t
mál
mál
+/- stig
1 Fylkir
5
3
-
2
- 0
7
2
5
11
2 Keflavík
5
3
-
1
- 1
7
5
2
10
3 ÍA
4
2
-
2
- 0
6
5
1
8
4 FH
5
2
-
2
- 1
5
4
1
8
5 ÍBV
5
1
-
3
- 1
6
6
0
6
6 Grindavík
5
1
-
3
- 1
5
6
-1
6
7 Fram
5
1
-
2
- 2
7
7
0
5
8 KR
4
1
-
1
- 2
5
7
-2
4
9 KA
5
1
-
1
- 3
4
6
-2
4
10 Víkingur R
5
0
-
1
- 4
2
8
-6
1
Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA), Fróði Benja-
minsen og Hans Fróði Hansen (Fram)
Leingi var líkt til, at Páll Fangi skuldi vinna á heimasjógvi, men tað eydnaðist Jarnbardi at ota seg framum
Mynd: Álvur Haraldsen
21