Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 nr. 7 I 22. september 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Vinnan stór- smílist kkurt bendir á, at hýrurin verð­ur serliga góður á Vinnu­ deg­num hesaferð. Ikki tí, van­liga duga vinnulívsfólkini eis­ini at hugna og taka sær av løttum, tá vinnan einaferð um árið fer í fínasta galla fyri at feira seg sjálva. Men opti­misman er størri í ár, enn hon hevur verið leingi. Og tað plagar at smitta. – Jú, optimisman er avgjørt at síggja í vinnuni, sigur Marita Rasmussen og peikar á lyklatølini. Nýggjasta konjunkturvísitalið, sum varð almannakunngjørt í summar, vísti eina opti­ mismu í vinnuni. Optimisman sæst aftur í at kalla øllum vinnugreinum, og samlaða vísitalið hevur ikki verið so høgt síðani 2008. Nýggjasta frágreiðingin hjá Búskaparráðnum, heystfrágreiðingin frá september, vísti onnur lyklatøl, sum stuðla undir somu optimismu. Og hartil koma arbeiðsloysistølini, sum nú eru komin eitt fitt petti niður um fýra prosent. – Tað hevur gingið eitt sindur striltið við at fáa gongd á aftur síðani stagnatiónina og niðurgongdina, ið byrjaði seinnu helvt av 2008, men nú sær ljósari út, sigur Marita Rasmussen. Ferð á Sambært nýggjastu útflutningstølunum hava alivinnan og uppsjóvarvinnan síðsta árið, frá juni í fjør til juni i ár, økt um útflutningin við ávíka­vist 20 og 30 prosentum. Hetta tíðar­ skeiðið útflutti alivinnan fyri tilsamans 2.598 milliónir, meðan uppsjóvarvinnan útflutti fyri 1.644 milliónir. Í báðum vinnum verða stórar íløgur gjørdar, og tað ger mun. Sambært nýggjastu útflutningstølunum seldu Føroyar botnfisk fyri 1.676 milliónir krónur frá juni í fjør til juni í ár. Afturgongdin er stívliga seks prosent. Men uppsjóvarfiskiskapurin kastar somikið av sær, at hann eisini dregur aðrar partar av flotanum rætta vegin. Á landi fyllast ordrabøkurnar hjá byggi­ vinnuni. Fleiri stórarbeiði eru antin júst framd, eru ígongd ella á gáttini. Bakkafrost ger íløgur fyri hundraðtals milliónir, maskin­ ur­nar eru fyri stuttum farnar ígongd á nýggja og 200 milliónir dýra upp­sjóvar­ virk­inum Pelagos í Fuglafirði, 140 milliónir dýri terminal­urin hjá Vága Floghavn er fyri stuttum tikin í nýtslu, BankNordik byggir høvuðssæti fyri 100 milliónir í høvuðs­stað­ num, Bústaðir byggir fyri aðrar 100 milliónir, meðan ferð er komin á føroya størstu byggi­ ætlan, 515 milliónir dýra Marknagils­depilin. Næsta ár verður farið undir at útbyggja Lands­sjúkrahúsið fyri tilsamans 490 milliónir. Har­umframt koma risa íløgurnar hjá SEV, far­ leiðin til Viðareiðis og so framvegis. – Vinnulívið ger stórar íløgur, ið aftur hava stórar ringvirkningar við sær. Somuleiðis hevur tað almenna fleiri stórarbeiði í gongd, og hartil er privati eftirspurningurin vaksandi, stað­festir Marita Rasmussen. Sambært stjóranum í Vinnuhúsinum er framgongd at hóma at kalla allastaðni. Undantakið er tó sum nevnt tann siðbundni parturin av fiskivinnuni, ið livir av botnfiskinum. O – At kalla øll lyklatøl peika rætta vegin, hjólini mala skjótari og ordrabøkurnar fyllast. So optimisman er avgjørt at fáa eyga á, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum Tekstur: Jón Brian Hvidtfeldt, Myndir: Álvur Haraldsen Vinnuhúsið – Sjónlig optimisma er at hóma í vinnuni, sigur Marita Rasmussen, nú at kalla øll lyklatøl peika rætta vegin