Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 7 I 22. september 2014 Mynd: karis við brúgv Arbeiði Hóast ferðin økist, so heldur stjórin í Vinnu­ húsinum ikki, at orsøk enn er til at óttast yvir­upphiting. – Avbjóðingin hjá vinnuni er sjálvandi at laga seg til vaksandi eftirspurningin, ið er komin eftir fleiri ár við stagnatión og aftur­ gongd. Vit hava sæð einstøk dømi um, at tilboð hava verið væl dýrari enn væntað, men framvegis er kappingin somikið hørð, at prís­ urin heldur sær, sigur Marita Rasmussen. Sambært stjóranum í Vinnuhúsinum eru broyttu reglurnar fyri útlendska arbeiðsmegi ein góður ventilur í somáta. Eftir nýggja leist­ inum kann eitt nú byggivinnan seta fak­lærda arbeiðsmegi úr ES í starv, so leingi arbeiðs­ loysið er undir seks prosent. – Broyttu reglurnar geva ein meira opnan arbeiðsmarknað, og tað minkar um vandan fyri at alt steðgar upp vegna manglandi arbeiðs­megi, sigur Marita Rasmussen við til­ sipan til mongu føroysku handverkararnar, ið ar­beiða uttanlands. Sambært stjóranum í Vinnuhúsinum eru javnan virki og fyritøkur, sum søkja um undan­góðkenning at fáa útlendska arbeiðs­ megi hendavegin. Smílini Í síni nýggjastu frágreiðing metir Búskapar­ ráðið, at framgongdin í alivinnuni fer at halda fram. Við at vísa á lyklatøl frá vinnuni sjálvari sigur Búskaparráðið, at roknað verður við bæði methøgum nøgdum og methøgum prís­um í 2014. Somuleiðis er Búskaparráðið bjart­skygd um gongdina í uppsjóvarvinnuni. Vísandi til lyklatøl frá vinnuni sjálvari roknar Búskapar­ráðið við at uppsjóvarvinnan tilsamans fer at útflyta fyri okkurt um 400 milliónir krónur meira í ár, samanborið við 2013. Sambært konjunkturvísitalinum upplivir byggivinnan í hesum døgum stórsta virksemið síðani fíggjarkreppuna. Uppáhaldið verður undirbygt av nýggjastu innflutningstølunum fyri byggitilfar, sum vísir ein vøkstur á 19 prosent síðsta árið. Útgreinaðu vísitølini fyri byggi­vinnuna vísa metstórar bíleggingar, prísir, arbeiðstørv og tryggjað arbeiði í eitt ár fram. Sum longu nevnt merkjast ring­ virkningarnir út í aðrar partar av vinnuni. Tí væntast smílini breið, tá vinnan fríggja­ dagin 26. september fer at hátíðarhalda seg sjálva. – Vinnudagurin skal vera ein hátíðardagur, har vinnulívsfólk koma saman fyri at fáa fak­ ligan íblástur, netverka og hugna sær, sigur Marita Rasmussen, nú fimtandi Vinnu­dagur fer av barkastokki. Sambært stjóranum hevur Vinnudagurin okkurt árið verið merktur av, at stór arbeiðs­ pláss eru steðgað upp. Vinnan er lutfalsliga lítil, vinnulívsfólk kenna hvønnannan, og tí merkja tílíkar støður stemningin, eisini á Vinnudegnum. – Men í ár er sjónlig optimisma at hóma, endurtekur Marita Rasmussen. Pláss er fyri okkurt um 400 fólki á Vinnudegnum. Væntandi verður fullsett, eisini í ár.