mánadagur 22. september 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 7
I
22. september 2014
júpa samfelagskreppan í Føroyum tíðliga
í 1990-árunum, tá Regin W. Dalsgaard var
smádrongur, eru beinleiðis orsøk til, at hann
sum blaðungur bleiv vinnulívsmaður.
– Kreppan rakti samfelagið hart, ikki so
nógv okkara familju, men nógv rundanum,
til dømis fólk ein kendi frá skúlanum og
ítrótti. Eg gjørdi tá av, at eg og mín familja
ongantíð skuldu koma illa fyri fíggjar
liga. Tað bleiv eitt mál í lívinum, sum eg
ongantíð havi slept. Samstundis var eg
sannførdur um, at bara eg sjálvur kundi
syrgja fyri, at málið varð rokkið, og tí var
tað sjálvsagt, at eg skuldi vera sjálvstøðugur
vinnurekandi, sigur Regin W. Dalsgaard.
So longu meðan hann sum 16 ára gamal
gekk í studentaskúla, legði hann til brots.
Tað var um aldarskiftið, tá internetið
var bæði vánaligt og dýrt. Her var eitt
potensjali, sá hann, og bjóðaði seg fram við
netumsiting og bíligari satellittsambandi.
Hann var tá ov ungur til sjálvur at standa
fyri fyritøkuni, so tað gjørdi mamman,
Martha Weihe Dalsgaard, ið eisini kendi til
hetta vinnuøkið, tí hon undirvísir í millum
annað kunningartøkni á Føroya Handils
skúla.
Beinanvegin hann fylti 18, stovnaði hann
tó egna fyritøku, Emperi-Tech, sum seldi
teldur, telduútgerð og teldutænastur.
Konservativ vinna
Hann var íverkseti tá og hevur verið tað
síðani. Tað krevur dirvi, sum tað sambært
honum sjálvum tó er alt ov lítið av í føroyska
vinnu- og handilslívinum sum heild.
– Føroyar eru ein sera lítil marknaður, so
inntøkumøguleikarnir eru altíð avmarkaðir,
um tað bara verður dúvað upp á okkara
egna marknað. Tað er helst orsøkin til, at vit
hava eitt konservativt vinnulív, ið mest fer
eftir tí trygga. Eg hevði viljað, at fleiri hugs
aðu eitt sindur longri og eitt sindur størri.
Tað snýr seg um at tora at hugsa longur enn
til bøgarðarnar. Vit eiga ikki bara at hyggja
út og eftir, hvat hendir har, men eiga at seta
okkum spurningin, sum hví til dømis Face
book ikki varð uppfunnið í Føroyum, sigur
Regin W. Dalsgaard.
Sjálvur hevur hann brent seg nakrar
ferðir av at hugsa stórt. Altíð hevur hann
tó reist seg aftur, og tann stóri vinningurin
kom eisini at enda. Tað hendi, tá hann í fjør
seldi høvuðsvirksemið burtur úr fyritøkuni
Globi, ið er hansara vinnuliga hjartabarn.
Globi hevði ment eina sera vælumtókta
sms-boð-skipan, sum í dag er eftirspurd í
ikki færri enn 60 londum.
– Globi hevur eisini ment onkrar appur,
men sms-boð-skipanin var stóra frambrotið,
og nú hon er seld donsku fyritøkuni
Immobile, eru bert konsulenttænastur og
íløgur eftir í Globi í løtuni, sigur Regin W.
Dalsgaard.
– Tá 30 ára gamli Regin W. Dalsgaard fyri tveimum vikum síðani tók við sum býlings- og marknaðarstjóri í
SMS, var tað samstundis fyrstu ferð í lívinum, at hann fekk eina A-inntøku. Síðani hann var 16 ára gamal,
hevur hann nevniliga verið sjálvstøðugur vinnurekandi. Tað snýr seg um at tora og hugsa longur enn til
bøgarðarnar, men føroyska vinnulívið er tó sum heild konservativt og torir illa at hugsa stórt, heldur hann
Regin
livir
av hug-
skotum
framhald...
Profilurin: Regin W. Dalsgaard
Tekstur: Ingolf S. Olsen, Myndir: Álvur Haraldsen