Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 nr. 7 I 22. september 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Framtíðin tryggjað Hann vil ikki siga, hvussu nógv hann fekk fyri sms-boð-skipanina, men dylir ikki, at hann er nøgdur við søluprísin. Globi verður eisini varðveitt at standa til reiðar at lofta góðum hugskotum, ið hann við vissu fer at fáa í framtíðini. – Tað er tað, eg dugi best, og eg gevist ikki við at finna upp á og arbeiða við hug­skot­um, sjálvt um eg nú fyri fyrstu ferð í lív­inum eri farin í fast starv hjá einum øðrum arbeiðs­ gevara, sigur Regin W. Dalsgaard. Tað er heldur ikki ein longsul eftir eini tryggari tilveru sum A-skattagjaldari, ið hevur fingið hann at taka av starvinum sum býlings- og marknaðarstjóri í Føroya størstu handilsfyritøku, vissar hann um, men júst stóru møguleikarnir, sum har eru at brúka síni kreativu evni. – Tá Niels Mortensen spurdi meg, um eg vildi taka av hesum starvi, hugsaði eg meg sjálvandi um í nakrar tímar, men tað var ikki torført at taka avgerð um at siga ja. Eg vil sleppa at seta í gongd, skapa og menna, og SMS er eitt stórt spælipláss í so máta. Eg livi av at fáa góð hugskot, og tað er eisini galdandi, nú eg eri vorðin býlings- og marknaðar­stjóri í SMS-samtakinum, leggur Regin W. Dalsgaard dent á. Móður av umsiting SMS var ikki fremmant land fyri hann, tí hetta seinasta árið, síðan hann eftir loknan lestur flutti heim aftur til Føroya úr Danmark í fjør summar, hevur hann virkað sum konsulentur í samtakinum. – Eg og Niels Mortensen arbeiða sera væl saman, og eg rokni við, at tað eru míni kreativu evni og evni at fáa hugskot, ið hann hevur lagt dent á, tá hann vildi hava meg í henda stjórastólin, sigur Regin W. Dalsgaard. Hann dylir ikki, at hann seinastu tíðina var vorðin nakað móður av reka Globi. – Ikki tí at tað ikki gekk – tað gekk jú sera væl – men tí, at eg mátti brúka støðugt meira tíð til tað umsitingarliga, stríðast við at fáa pengarnar inn og annað, í staðin fyri at vera kreativur. Nú sleppi eg tað aftur, og nú gleði eg meg hvønn dag at fara til arbeiðis – ein kensla, sum eg ikki hevði havt seinastu tíðina við Globi, sigur Regin W. Dalsgaard. Umframt kreativu evnini heldur hann seg eisini hava ein annan týdningarmiklan stjóra­ eginleika: Dirvi at taka avgerðir og taka tey neyðugu stríðini. – Eg eri ikki bangin fyri at siga mína mein­ ing og krevja slætt borð – og eg geri tað oftast tíðliga í gondini, tí er tað eitt, eg ikki klári, so er tað at okkurt hongur óloyst í leysum lofti, sigur hann. Kanska var tað hesin eginleikin, ið á sinni skaffaði honum formanssessin í Vinnuframa (fyrrverandi Vinnuframagrunnurin), sum hann hevur røkt síðan 2009. Umsitingin og leiðslan av hesum íverksetarastuðuls- stovninum hevði verið fyri hvøssum atfinningum alment. Tá upp­ruddingin var liðug og roykurin hevði lagt seg, hevði nevndin við Regini W. Dalsgaard á odda sjálv tikið yvir leiðsluna av Vinnuframa. Fólkafloksmaður Hann gjørdist í síni tíð sjálvstøðugur vinnu­ lívsmaður, tí hann var sannførdur um, at bara hann sjálvur kundi syrgja fyri, at málið um fíggjarligan tryggleika varð rokkið. Og av nøku­lunda somu orsøk, bleiv hann fólka­floks­ maður sum blaðungur. Hann hevur verið virkin í flokkinum – hevur verið formaður í Huxa, sum er ung­ dóms­felagið hjá Fólkaflokkinum, og í trý ár var hann skrivari í flokkinum. – Ein onnur orsøk til, at eg valdi Fólka­ flokkin, var, at eg skjótt fekk andstygd fyri almennum fyritøkum og almennum virk­sem, tá eg sjálvur bleiv vinnurekandi, tí eg haldi, at kappingin við tað almenna køvir møgu­ leikarnar hjá privatu vinnuni at virka frítt, sigur Regin W. Dalsgaard. Hóast hann helst hevur arvað sína ríkiligu rasjón av kreativum genum frá pápa sínum, arkitektinum Magna Dalsgaard, so er tað við vissu ikki haðani, at politiska sann­før­ingin stavar. Pápin er nevniliga virkin javnaðar­ maður, hevur stillað upp til løg­tings­val og hevur eisini lut­tikið í organisa­tioriska arbeiðnum hjá Javnaðar­flokkinum. – Í tí sambandinum havi eg sum yngri printað og sent út hópin av limgjøldum til Javnaðar­flokkin, og eg havi eisini hongt nógv­ ar javnaðarplakatir upp í valstríðum. Men pápi hjálpti hinvegin eisini mær við tí sama, tá eg var skrivari í Fólkaflokkinum. Fólka­ flokkurin er heldur ikki fremmandur í fam­ iljuni. Mamma hellir tann vegin, og abbi mín, sum var handilsmaður í Sørvági, var fólka­ floks­maður, greiðir Regin W. Dalsgaard frá. Politiskt tolsemi hevur tískil verið ein neyð­ugur eginleiki hjá familjuni, um hús­ friður skuldi valda, og tað hevur heldur ikki verið torført hjá honum at praktisera. – Eg havi vinir í øllum politiskum flokkum og ongar fordómar um fólk, ið hava aðra politiska sannføring enn eg. Annars fyllir tað politiska ikki so nógv longur hjá mær, sum tað gjørdi fyrr, sigur Regin W. Dalsgaard. Fjaldir eginleikar Tað politiska mátti víkja fyri ómettiliga vinnu- og íverksetarahuginum, og tað er kanska ikki so løgið. Tí spurdur, hvussu hann skjótt og stutt vil lýsa seg sjálvan sum persón, er svarið: Kreativur og uppfinnsamur. Tráspurdur koma aðrir eginleikar honum tó til hugs, og onkur er komin afturat við tíðini. – Fyri níggju mánaðum síðani gjørdist eg pápi fyri fyrstu ferð, og tað hevur heilt vist vakt fjaldar eginleikar sum til dømis um­sorgan til lívs. Eg eri vorðin nógv meira til­vitaður um tann partin nú, sigur Regin W. Dalsgaard og nevnir sum dømi seinasta átakið á Face­book-síðuni hjá SMS. Har er mynd av einari bróstgevandi mammu í einari av matstovunum í SMS og ein tekstur, ið vissar um, at tað sanniliga er í lagi, at mammur alment geva sínum brósta­ børnum í handilsmiðstøðini. – Vit løgdu hatta út á Facebook-síðuna, tí orsakað av onkrari misskiljing vóru søgur farnar at ganga um, at vit ikki vildu hava, at mammur góvu bróst í SMS. Vit vildu sjálvsagt rætta mistakið, men eg rokni bestemt ikki við, at eg hevði viljað gjørt tað upp á handa mátan fyri nøkrum árum síðani, áðrenn eg sjálvur bleiv pápi. Vit hava eisini ætlanir um at gera puslirúm til smábarnafamiljurnar, og tað hevði heldur ikki ligið frammalaga hjá mær at hugsa um, áðrenn eg sjálvur bleiv pápi, ásannar Regin W. Dalsgaard. SMS skal mennast Tíðin stendur ikki í stað, so hóast Regin W. Dalsgaard heldur seg vera komnan til búgvið borð, nú hann hevur tikið við sum býlings- og marknaðarstjóri í SMS, so er hann beinanvegin farin til verka at finna upp á nýggj átøk og konsept og menna tað, ið framman­undan var kjølsett. – Bogi Andreasen hevur gjørt eitt sera gott arbeiði, so í so máta var tað lætt at taka yvir. Men mín styrki er at finna upp á og vera kreativur, og tí fari eg til hesa uppgávuna, sum var tað ein nýggj fyritøka, ið skal byggjast upp, sigur Regin W. Dalsgaard, ið tó leggur dent á, at hann hevur sera stóra virð­ ing fyri fortíðini hjá stóru sølumiðstøðini og ikki minst Hans Mortensen, ið legði lunnar undir hana. Niels Motensen, stjóri í SMS, sendi boð eftir Regini W. Dalsgaard, tá tað var greitt, at Bogi Andreasen var settur sum leiðari í Perluni og á Reinsarínum hjá Tórshavnar Kommunu, har hann eisini situr í býráðnum. Bogi Andreasen var í fýra ár býlingsstjóri í SMS, men nú Regin W. Dalsgaard hevur tikið yvir, er ábyrgdarøkið víðkað til eisini at umfata marknaðarføringina av handlunum Miklagarði, Bónus og Mylnuni, sum SMS- sam­takið eigur hundrað prosent. Út um bøgarðarnar SMS hevur í nógv ár marknaðarført seg við herrópinum »SMS – ein býlingur í Havn«, men nýggi býlings- og marknaðarstjórin livir beinan­vegin upp til síni egnu orð um at hugsa longur enn til bøgarðarnar og leggur áherðslu á, at handlarnir í SMS og Miðlon røkka langt út um høvuðsstaðin. – SMS er ikki bara ein býlingur í Havn, men í øllum Føroyum. Og at uppfata okkum sjálvi sum ein býling, leggur eisini upp til okkurt heimligt og hugnaligt, og tað er júst tað, SMS og Miðlon skulu vera. Fólk skulu kenna seg heima, tá tey koma her, og tað er ikki minst galdandi fyri vitjandi av bygd, sigur Regin W. Dalsgaard. Hann vísir tó aftur, at hann við umorðaða her­rópinum leggur upp til økta kapping við handlar uttanfyri Havnina. – Hyggja vit at SMS og handlunum har, so kappast teir í fyrsta lagi við til dømis Fields, Fisketorvet og aðrar handilsmiðstøðir í Danmark, sigur hann. Ein ávís kapping er tó við handlar uttanfyri Havnina, eisini sínamillum millum atknýttu handlarnar hjá samtakinum – teir eru umleið 50 í tali, harav teir 32 eru í SMS – viðgongur nýggi býlings- og marknaðarstjórin. Bónus- handlarnir eru til dømis spjaddir kring landið, og í SMS er flaggskipið Miklagarður. – Tá ein handilsfyritøka hevur so nógvar handlar, sum SMS-samtakið hevur, í einum lítlum landi, so slepst sjálvandi ikki undan eitt sindur av kannibalismu, har okkara egnu handlar taka frá hvørjum øðrum. Men vit hava eina skilagóða spjaðing og konseptir, sum supplera hvørt annað heldur enn at kappast, so hetta er ongin trupulleiki, sigur Regin W. Dalsgaard. At hann er farin í fastlønt starv merkir ikki, at hann arbeiðir minni og er farin at vera meira heima hjá familjuni – lítlu dóttrini Siggu, unnustuni Kitty Dam, ið er sjúkra­ røktar­frøðingur, og hennara 11 ára gomlu dóttir Báru. – Nei, eg má viðganga, at eg arbeiði øgiliga nógv, men eg havi eitt gott bakland, og sjálvt um eg arbeiði nógv, so havi eg altíð gingið høgt upp í at vísa uppmerksemi og umsorgan fyri mínum nærmastu – tað ber væl til at gera, sjálvt um eg arbeiði nógv, staðfestir Regin W. Dalsgaard. Profilurin: Regin W. Dalsgaard Eg livi av at fáa góð hugskot, og tað er eisini galdandi, nú eg eri vorðin býlings- og marknaðarstjóri í SMS-samtakinum Mynd: álvur haraldsen Blá bók Regin W. Dalsgaard er 30 ár og føddur og uppvaksin í Havn. Foreldrini eru Magni Dalsgaard, arkitektur, og Martha Weihe Dalsgaard, handilsskúlalærari. Privat livir hann saman við unnustuni Kitty Dam. Saman eiga tey dóttrina Siggu, ið er níggju mánaðar gomul, og Kitty Dam eigur eisini dóttrina Báru, sum er 11 ár. Regin W. Dalsgaard hevur útbúgving innan altjóða handil og marknaðar­ føring frá CBA (Copenhagen Business Academy). Hann er býlings- og marknaðar­stjóri í SMS-samtakinum, stjóri í sp/f Globi, sum hann eisini eigur, for­maður í Vinnuframa og nevndarlimur í granskingarsetrinum iNova. Fakta