mánadagur 22. september 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
nr. 7
I
22. september 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Tí fingu tey
2012
Luna
Brot úr grundgevingunum:
»Fyri meira enn 15 árum síðani tók felagið stig til við treiskni og áhaldni at fáa skipað
heilsufrøðiligu lóggávuna innan aling á ta kós, sum hon nú er á. Gjøgnum miðvíst arbeiði og
áhaldandi press eigur felagið sín stóra leiklut í, at heilsufrøðiligu karmarnir fyri alivinnuni í
Føroyum eru heimsins bestu.
...Marknaðarføringin hjá fyritøkuni sjálvari hevur eisini verið sjónlig, bæði heima
og uttanlands. Fyritøkan re-brandaði í 2011 sínar vørur, sum eftir hetta eru seldar undir
navninum Hiddenfjord. Felagið hevur sett sær sum mál, at kundin bara kann velja millum
tvær góðskur: Superior Quality og Sushi-grade, eisini nevnd Ultra-Superior Quality. Tað
sigur ikki so lítið um ambitiónirnar hjá fyritøkuni at framleiða vørur av høgari góðsku.
Marknaðurin hevur eisini tikið væl ímóti Hiddenfjord-brandinum. Sushi-matstovur lýsa
í matskránni og á heimasíðum teirra við, at tær nýta Hiddenfjord-laks. Og sama ár sum
Hiddenfjord laksur varð borðreiddur í sambandi við Wimbledon tenniskappingina skrivaði
kenda enska blaðið the Telegraph eina grein um alifyritøkuna, har framleiðslan og góðskan
á alifiskinum fekk nógv rós.
...Tað ber næstan ikki til at tosa um Luna uttan at koma inn á søguna hjá felagnum.
Fyritøkan, sum spretti úr Fiskavirkinum í Gøtu, og sum hevur so langa stolta siðvenju. Og
har persónarnir handan fyritøkuna hava roynt eitt sindur av hvørjum, bæði tá tað gongur
í alingini í Føroyum, men eisini tá tað gekk minni væl. Teir hava klárað at stýrt skútuni
gjøgnum brotaskerini, og tað er tí væl uppiborið, at Luna verður kosið ársins virki á
Vinnudegnum 2012.
Dómsnevndin og Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskja P/F Luna hjartaliga tillukku við
heiðrinum.
Tá ársins virki verður kosið, hevur dómsnevndin sjálvandi sínar grundgevingar fyri sínum vali.
Á hesum síðum taka vit saman um orsøkirnar til valið av ársins virki seinastu fimm árini
Jákup Mørk
Vinnudagurin
Luna
(tkr.)
2013
2012
2011
2010
2009
Bruttovinningur
168.319
51.590
88.834
93.193
33.880
EBITDA
142.997
32.231
71.091
79.957
15.917
ársúrslit
6.893
21.141
47.412
57.032
9.312
Eginogn
228.243
153.719
144.578
112.166
58.133
Fíggjarjavni
342.902
311.877
250.765
193.156
136.394
Soliditetur
67
49
58
58
43
LYKLATØL
2013
Vest Pack
Brot úr grundgevingunum:
»Felagið hevur, síðan verandi eigarar keyptu og løgdu Vestpack og Farpak saman í 2007,
miðvíst arbeitt við at betra rakstur og úrslit. Hetta hevur eisini eydnast til fulnar, hóast
marknaðurin tíðum hevur verið heldur turbulentur, kortini er botnlinjan batnað munandi
hesi árini.
Úrslitini hava við sær, at ognar- og eginpeningsavkastið hjá felagnum er millum tey
bestu í Føroyum, og tað hevur rós uppiborið, siga dómararnir.
Felagið leggur stóran dent á at røkka settum málum, og sjálvt um tey ikki tosa so nógv
um tað í fyritøkuni, er tað hetta, sum skapar úrslitini«
Dentur varð eisini lagdur á, at ein týðandi styrki hjá fyritøkuni er, at framleiðslan kann
ganga skjótt fyri seg, tá hetta er neyðugt, og at tey við hesum vinna sær avgerandi fyrimunir
í kappingini við størri útlendskar fyritøkur. Víðari staðfesti dómsnevndin eisini, at Vest
Pack seinnu árini hevur økt um virksemið uttanlands, og at tey nú hava millum fjórðing og
fimtapart av sølu sínari uttan fyri Føroyar.
»Úrslitini hjá Vest Pack kunnu tæna sum fyrimynd hjá okkum øllum: tað ber til at taka
kappingina upp við útlendskar framleiðarar og klára seg væl. Vit eru tí fegin um at kunna
ynskja Jóan Magnus Olsen og Áka Olsen frá Vest Pack tillukku við heiðrinum sum Ársins
Virki 2013.«
Vest Pack
(tkr.)
2013
2012
2011
2010
2009
Bruttovinningur
18.163
20.103
14.344
14.628
13.612
EBITDA
10.313
12.603
7.260
7.783
6.837
ársúrslit
6.893
8.723
4.045
4.426
3.147
Eginogn
20.250
18.357
15.634
15.089
12.662
Fíggjarjavni
47.844
45.519
37.428
36.276
36.121
Soliditetur
42
40
42
42
35
LYKLATØL