mánadagur 22. september 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 7
I
22. september 2014
heiðurin
2011
Vónin
Brot úr grundgevingunum:
»Gev einum manni ein fisk, og hann verður mettur fyri ein dag. Lær hann at viska, at hann
verður mettur fyri lívið. Flestu okkara kenna helst hetta gamla orðatakið. Ein nýggjari
útáva av hesum orðatakið skoytir uppí: “Lær ein mann at fiska, og tú kanst selja honum
fiskireiðskap«
...Sølan hjá Vónini er økt seinastu árini, og fór í 2010 upp um 100 mió kr. Vøksturin í
søluni í 2010 stavar frá øktari sølu uttanfyri landoddarnar, hóast fyritøkan enn selur meira
innanlands enn uttanlands.
Vónin hevur í nógv ár arbeitt við menning av sínum vørum og tænastum í tøttum
samstarvið við fiskivinnuna og aðrar tænastuveitarar til fiskivinnuna. Vónin hevur eisini
verið við til at fíggja ph-d lestur innan uppisjóvartrol og hevur í nógv ár arbeitt tætt saman
við Havstovuni í menningarverkætlanum. Tað ber til at royna nýggja hugskot og nýggjar
vørur við teldusimuleringum og í stóra royndartanganum hjá Vónini, áðrenn tær verða
royndar undir veruligum umstøðum. Hesin dentur á gransking og menning hevur borið
ávøkstur, og vørurnar hjá Vónini eru eftirspurdar víða hvar, ikki bert í Norðuratlantshavi
Starvsfólkatalið hjá fyritøkuni er støðugt økt, og í 2010 starvaðust í miðal 62 starvsfólk
hjá P/F Vónini.
P/F Vónin hevur sum tað fyrsta virkið vunnið heiðurin sum ársins virki tvær ferðir, fyrstu
ferð í 2002.
Dómsnevndin heldur, at Vónin hevur uppiborið henda heiðurin gjøgnum tað miðvísa
arbeiði, sum fyritøkan hevur lagt í at menna sínar vørur, at menna teir marknaðirnar, sum
Vónin virkar á, eitt miðvíst samstarv við onnur og ikki minst gjøgnum tey búskaparligu
úrslit, sum fyritøkan hevur rokkið.
Hjartaliga tillukku við heiðrinum sum ársins virki 2011.«
2010
Tavan
Brot úr grundgevingunum:
»Sjálvt um fleiri fyritøku muygu brúka truplu tíðirnar júst nú at finna nýggja leiðir, kunnu
vit samstundis fegnast um, at vit hava fyritøkur, sum sjálvt í størri høpi enn tí føroyska
kunnu sigast at vera stórar og klára seg heilt væl.
Men eisini aðrar fyritøkur, sum av marknaðarstødd og rávørumøguleikum ikki hava
somu vakstrarumstøður, eru við stak góðum úrslitum sprotnar úr kreppuni.
Ein av hesum hevur víst, at vit miðvísum góðskuarbeiði hevur borið til at tryggja sær
eina næstan at kalla monopolstøðu á altjóða marknaðinum, tá ræður um góðsku og orð
haldni. Fyritøkan og samstarvsfelagar hennara hava lagt seg eftir at fáa rávøru virkaða, ið
fyrr ikki varð brúkt, og sum er avmarkað í nøgd. Fyritøkan hevur dugað at hildið upp á ein
dugnaligan og arbeiðssaman medarbeiðaraskara, ið hevur givið ein effektivitet í virkinum,
sum talað verður um. Fyritøkan hevur eisini gingið undan at fáa semju millum tey skip, ið
útvega rávøruna, um at halda árligu veiðuna innan fyri tær metingar, ið Havstovan hevur
um, hvat stovnurin tolir.
Fyritøkan, talan er um, er Sp/f Tavan í Leirvík. Stovnað í 1994 at framleiða gullaksafars
í leigaðum virkisbygningum (keyptir longu í 1997) hevur henda fyritøka støðugt ment seg
og vaksið og víðkað um sína framleiðslu, so hon í fjør hevði sítt besta ár higartil við einum
bruttovinningi upp á 34,7 mió kr. og einum ársúrsliti upp á 10,8 mió kr. Umframt gullaksa
fars virkar fyritøkan í dag upsafløk og roynir støðugt at ganga nýggjar leiðir at finna virðis
øking av framleiðsluni og menna nýggj virkingarøki.
Fyritøkan hevur seinastu fimm árini havt eitt ársúrslit millum 2,6 og 10,8 mió kr. og
hevði við árslok 2009 eina eginogn upp á knappar 20 mió kr. Trygdarevnið lá í 2009 upp á
45,3%. Fyritøkan lýkur sostatt allar kappingartreytir, og metingarnevndin himprast onga
løtu í at velja Sp/f Tavan til ársins virki 2010.«
Vónin
(tkr.)
2013
2012
2011
2010
2009
Bruttovinningur
57.471
49.803
48.414
38.533
32.887
EBITDA
26.370
17.723
17.832
11.757
7.168
ársúrslit
18.041
12.432
15.471
8.300
3.901
Eginogn
75.730
65.451
58.080
63.918
60.108
Fíggjarjavni
163.578
148.258
168.741
146.297
145.672
Soliditetur
46
44
34
44
41
LYKLATØL
Tavan
(tkr.)
2013
2012
2011
2010
2009
Bruttovinningur
28.139
23.493
37.087
34.165
34.666
EBITDA
12.712
10.124
18.523
15.901
14.987
ársúrslit
8.294
6.808
13.041
10.464
10.791
Eginogn
40.537
32.243
27.435
22.393
19.930
Fíggjarjavni
53.038
38.521
46.924
42.839
40.891
Soliditetur
76
84
58
52
49
LYKLATØL