mánadagur 22. september 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
nr. 7
I
22. september 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
ogi Bech Jensen, sum starvast
á Fróðskaparsetri Føroya, har
hann er professari í orku
verkfrøði á Náttúruvísinda
deildini, samstundis sum
hann eisini er professari
við Newcastle University í
Bretlandi, verður ein av fyri
lestrarhaldarunum á vinnu
degnum í ár.
Maðurin, sum hevur drúgvar royndir
innan vinnugransking, fer at røða um evnið,
hvussu lærdir háskúlar kunnu hjálpa vinnuni
við kanningararbeiði og strategiskari vøru
menning.
– Eg fari at røða um hetta evnið við støði
í teimum royndum, eg havi gjørt mær í
samstarvi við fyritøkur kring um í Evropa og
Asia, sigur Bogi Bech Jensen.
Drúgvar altjóða royndir
Professarin sigur, at nakrar av fyritøkunum,
sum hann hevur samstarvað við og sum
hann hevur arbeitt nógv saman við, antin
sum konsulentur ella innan gransking eru,
Höganäs (Svøríki), Grundfos, Brüel & Kjær
Vibro og Dong Energy (Danmark), Toyota
(Japan), Envision Energy (Kina) og Siemens
(UK og Kanada).
Umframt at vera útnevndur professari
við Fróðskaparsetur Føroya og á Newcastle
University, er Bogi eisini doktari í verkfrøði á
Newcastle University.
Bogi Bech Jensen er stjóri í menningar
fyritøkuni, Defined Energy, og hann hevur
eisini lisið leiðslu á Harvard Business School
í USA.
Tolin og áhaldandi
Tað er eftir, at Bogi flutti heimaftur til
Føroya at búgva í vár, at hann hevur tikið við
starvinum á Náttúruvísundadeildini á Fróð
skaparsetri Føroya.
– Í starvinum fáist eg mest við undirvísing
og gransking, og her verður eisini nokso
nógv planlegging. Alt hetta tekur tíð, men
eg eri tolin og áhaldin, og eg eri spentur
upp á hesa uppgávu og avbjóðing, sigur
professarin, ið byrjaði sína virknu lívsleið á
skipsdekki.
Tímdi ikki skúlan
Sum barn og ungdómur tímdi Bogi Bech
Jensen ikki at ganga í skúla, og tá hann fór til
skips, ætlaði hann sær ongantíð í lívinum í
skúla aftur.
So avgjørdur var 16 ára gamli drongurin
í Havn, tá hann hevði lagt níggju ár í
Kommunuskúlanum og eitt ár á FHS aftur
um seg.
Skúlin hevði ikki verið nakað at reypa av.
Próvtølini vóru ikki góð, og tað vóru royndir
nar frá skúlanum heldur ikki.
Men, nú skuldi skúlin vera ein farin tíð,
og langt um leingi kundu arbeiðslívið og
dreymurin um sjólívið førast út í lívið.
Tað skuldi tó vísa seg at ganga heilt
øðrvísi, enn ungi havnardrongurin hevði
torað at droymt um.
Sjómaður í fýra ár
Bogi byrjaði sum ungur á dekkinum á flaka
trolaranum Ennibergi, og hann var bæði við
gomlu og tá nýggju Krúnborg.
– Tá eg hevði siglt í eini tvey ár, fór
eg á Maskinmeistaraskúla og gjørdist
maskinmeistari. Síðan sigldi eg aftur í eini
tvey ár, áðrenn eg fór á Maskinmeistara
skúlan at undirvísa og seinni á Fróðskapar
setur Føroya at lesa.
Av setrinum fór Bogi Bech Jensen til
Newcastle at lesa víðari, og lesturin á læru
stovninum har endaði við, at hann seinni
fekk starv sum lektari og undirvísingarleiðari
á Newcastle University.
– Í 2010 flutti eg til Danmarkar, har eg
gjørdist lektari og deildarleiðari hjá DTU,
Danmarks Tekniske Universitet, og her var
eg til í mars í ár, tá eg flutti heimaftur til
Føroya, sigur hann.
Vinnudagurin
Bogi Bech Jensen heldur, at tað serliga eru
royndir hansara innan gransking og menn
ing hjá eitt nú Toyota, har hann fekst við
menning av el-motorum og hjá Siemens-fyri
tøkuni, sum hava fingið fyrireikararnar av
vinnudegnum at venda sær til hansara um at
halda fyrilesturin.
Á vinnudegnum fer professarin í orkuverkfrøði, Bogi Bech Jensen, at røða, hvussu lærdir
háskúlar kunnu hjálpa vinnuni við eitt nú kanningararbeiði og strategiskari vørumenning.
– Eg trúgvi, at tað serliga eru royndir mínar innan gransking og menning, sum eru orsøkin til,
at eg eri biðin at geva eitt íkast á vinnudegnum, sigur Bogi Bech Jensen, professari
Vilmund Jacobsen
Professarin
sum byrjaði
á dekkinum
á Ennibergi
B
Vinnudagurin
Alt hetta tekur tíð, men
eg eri tolin og áhaldin, og
eg eri spentur upp á hesa
uppgávu og avbjóðing