Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-22, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 nr. 7 I 22. september 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum kulu vit øll verða akadem­ ikarar. Hvussu nógvum lækn­ um, juristum og teologum hevur samfelagið tørv á, og hava vit ikki tørv á einum ávísum margfeldni í føroysku arbeiðsmegini? Hetta eru nakrar av yvir­ skriftunum, sum tað heilt víst verður nortið við, tá tey trý, Ólavur Ellefsen, Gunnbjørn Joensen og Erika Hayfield sessast við kjak­panelið, sum verður á vinnudegnum. Kennir ikki sannleikan Vegna Vinnuhúsið er tað Eshter Dahl, sum stíl­ar fyri kjakinum, og hon dylur ikki fyri, at tal­an er um sera opnan spurning. – Tað ber jú illa til at staðfesta, hvat vit skulu útbúgva okkum til. Sjálvandi ber tað í ávís­an mun til at stýra útboðnum av út­búgv­ ing­um her í Føroyum. Men vit fáa altso illa stýrt, hvussu nógv velja at fara av land­in­um at nema sær útbúgvingar, og vit fáa als ikki stýrt framtíðar eftirspurningum eftir ávísu fak­ kunn­leik­unum, sigur Esther, tá vit seta henni spurn­ingin, um tað yvirhøvur ber til at stýra út­búgv­ing­armynstrinum í einum sam­felag. – Men hetta er ein sera týðandi spurn­ ing­ur. Eisini í spurninginum um, hvørja tign vit leggja í ymsu útbúgvingarnar. Skal tað bara vera so, at tað gevur meira tign, um tú tekur eina langa akademiska útbúgving, og virkar hetta til, at vit eru við til at trýsta fólk ígjøgn­um ávísa útbúgvingarskipan? Tekur tú støð­una í dag, so útbúgva vit hópin av aka­ dem­ik­a­r­um, men samstundis skríggjar hand­ verk­ara­vinnan eftir arbeiðsmegi. Tað er so eisini ein spurningur, um hetta er í lagi, ella um vit eiga at stýra útbúgvingarmynstrinum á aðra leið. – Sjálv siti eg als ikki við svarinum um hend­an spurningin. Og vit í Vinnuhúsinum eru als ikki partur av kjakinum. Men vit vóna, at vit við hesum hava sett saman eitt gott panel, har vit fáa ymisk sjónarhorn úr vinnuni fram. Sjónarhorn, sum heilt víst kunnu geva okk­um íblástur til okkara arbeiði, eins og hetta eisini kann verða partur av framtíðar kjak­inum, heldur Esther. Mugu kjakast Júst framtíð kjakið um evnið er tað, sum er enda­málið við panelinum á Vinnudegnum, sig­ur Esther. – Tú finnur sjálvandi ikki nakran endaligan sann­leika í slíkum kjaki, og vit eru fullgreið um, at eitt pallborð í sjálvum sær ikki flytur so øgiliga nógv. Men kann hetta virka til at skapa eitt framtíðar kjak – og kanska eisini skapa eina hugburðsbroyting – so hava vit s Fiski- menn ella aka­dem- ikarar Kjakevnið á vinnudegnum hesaferð er, hvat føroyingar skulu útbúgva seg til. Í Vinnuhúsinum kenna tey ikki svarið, men vónin er, at hetta kann seta ferð á almenna kjakið um útbúgvingarspurningin. Aðalsetningurin tykist vera, at hóast akademikararnir økjast í tali, so nýtist hetta ikki treytaleyst at vera so mennandi fyri samfelagið Jákup Mørk Vinnudagur