Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-22, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. september 2014síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 7 I 22. september 2014 rokk­ið stóran part av okkara endamáli við hes­um. Er hetta eitt kjak, sum tit hava saknað í al­menna føroyska rúminum? – Tað er í øllum førum umráðandi, at hetta kjak­ið støðugt fer fram. Tað verður nógv tos­að um týdningin av at útbúgva seg, men vit mugu eisini hava eina mynd av, hvussu vit skulu útbúgva okkum. Spurningurin er eisini, hvat vit rúma sum samfelag, og er veruleikin ikki, at vit hava tørv á øllum formum fyri arb­ eiðs­megi? – Júst í hesum liggur eisini spurningurin um, hvørja tign vit leggja í ymsu virk­is­før­leik­ arn­ar, heldur Esther Dahl. Kanska júst í hesum seinasta – spurn­ing­ inu­m um tignina – liggur størsti møguleikin fyri eini hugburðsbroyting. Esther Dahl sigur tað ikki beinleiðis, men millum linjurnar hoyr­ist, at virðingin fyri t.d. einum fiskimanni kanska ikki er heilt so stór, sum hon er fyri ein­um juristi. Og at hetta er nakað, sum kann ávirka, tá ungdómurin velur sær sína út­búgv­ ing. – Tað er í øllum førum ein spurningur, um vit skulu stýra útbúgvingunum, ella um vit slettis ikki skulu gera tað. Vit síggja í dag, at alt fleiri ungdómar taka gymnasialar út­búgvingar, men vit vita jú ikki, um hetta er tað rætta fyri framtíðar samfelalagið. Eitt sjón­ar­mið eisini, at vit als ikki skulu stýra hes­um, men ístaðin lata so nógv sum gjørligt sleppa at útbúgva seg til akkurát tað, sum tey hava hug til. Og tað er sjálvandi eisini ein spurn­ing­ur, um hetta er tann rætti vegurin at fara. Undir øllum umstøðum mugu vit sum sam­fe­lag skapa okkum eina fatan av, hvør leið­in skal vera, tá um ræður útbúgvingar, og vónandi kann kjakið vera við til at skapa hetta, sigur Esther. Fjølbroytt panel Tey trý, sum manna panelið, eru tilvitað sett saman, soleiðis at sjónarmiðini í pall­borð­in­ um fevna breitt. Ólavur Ellefsen er stjóri í Simprentis, með­an Gunnbjørn Joensen er stjóri í Thor. Teir báðir eru soleiðis toppleiðarar innan fyri rættiliga ymiskar vinnugreinar, og tí er væl hugsandi, at teir ikki hava heilt tey somu sjónarmiðini. Afturat teimum er Erika Hayfield, adjunktur í samfelagsvísindum á Fróð­skaparsetrinum, og her er talan meira um serfrøðingin, sum í nógvar mátar kann hava eina meira objektiva áskoðan á teir spurn­ingar, ið settir verða. Óluva Zachariasen og Stefan í Skorini fara at stýra kjakinum, sum byrjar klokkan 16.25. Thor, har Gunnbjørn Joensen er stjóri, hevur upp á lutfalsliga stutta tíð ment seg til ein av risunum innan maritimu vinnuna Í vár varð Simprentis selt útlendingum. Stjórin, Ólavur Ellefsen, hevur við felagnum skapt eina av stóru føroysku succés-søgunum innan vitunarvinnur