týsdagur 23. september 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108
Sjóvinna
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Eingin sleppur at mynstra á skipi
uttan eina heilsuváttan, eisini
nevnd bláa bók. Bláa bók er ein
heilsuváttan til sjófólk og skal
skrivast av einum góðkendum sjó
vinnulækna.
Hendan heilsuváttanin krev
ur eina rættiliga umfatandi kann
ing. Sjóvinnulæknin kannar mill
um annað sjónstyrkina, hoyrnina,
landið, nervalagið og blóðtrýstið.
Ein sjóvinnulækni er ein komm
unulækni, ið hevur tikið serlig
skeið, við atliti at kanna sjómenn,
áðrenn teir mynstra.
– Ein skal minnast til, at sjómenn
ofta eru burtur í longri tíð, uttan
møguleika at fáa læknahjálp. Tí
er neyðugt at tryggja sær, at sjó
menninir, ið mynstra við skipunum,
eru frískir, áðrenn teir leggja frá
landi, sigur Jenis av Rana, komm
unulækni.
– Blóðtrýst, hjarta og lungu
verða kannað, eins og ryggur og
magi. Tað er eyðsæð, at eingin ivi
má vera um, at sjómenn eru væl
fyri, tá teir mynstra. Vektin verð
ur eisini kannað og BMI-talið
verður nýtt sum grundarlag fyri at
meta um, hvørt tú ert førur fyri at
arbeiða á sjónum ella ikki. Er BMI-
talið ov høgt, fært tú ikki bláu bók,
sigur kommunulæknin.
Sukursjúka og líkfall eru dømi
um sjúkur, sum serlig atlit verða
tikin at. Vísir tað seg, at ein maður
hevur eina óstýrda sukursjúku ella
hevur reglulig líkfall, so fær við
komandi ikki loyva at mynstra.
– Sjón og hoyrn verða kannað
gjølla. Um sjónini ella hoyrnini
bilar nakað, so má hetta rættast
við linsum ella brillum og hoyritóli.
Ein kann jú ímynda sær, hvussu
leikur fer at enda, um maðurin á
dekkinum ikki hoyrir ávaringarróp
frá øðrum, ella sjónini bilar okkurt,
meðan hann er kagmaður. Vit kann
að eisini fyri litblindni. Tað er jú
so, at eingin sleppur á brúnna, um
viðkomandi er litblindur. Allarhelst
eru onkrir skiparadreymar brostnir,
tá ungir menn eru komnir til sína
fyrstu heilsukanning, og hava
fingið at vita, at teir eru litblindir,
sigur hann.
Bláa bók skal endurnýggjast
annað hvørt ár, sigur Jenis av Rana.
Tó er gjørligt hjá læknanum, at út
skriva eina heilsuváttan við styttri
gyldistíð enn tveimum árum.
– Hetta verður gjørt, um vit
av onkrari orsøk ivast. Tá kunnu
vit útskriva eina heilsuváttan, ið
varar í eitt hálvt ár ella kanska eitt
ár. Hetta gevur so sjómanninum
møguleikan at prógva fyri okkum,
at hann ger okkurt við málið. Síggja
vit framgongd, kunnu vit útskriva
eina longri heilsuváttan. Hinvegin,
er eingin bati at síggja, so er hann í
vanda fyri at missa heilsuváttanina
og tí ikki sleppa til sjós aftur, sigur
Jenis av Rana.
Tað kemur ikki ofta fyri, at
vit nokta fólki heilsuváttan. Um
okkurt er, sum ger, at viðkomandi
ikki kann fáa heilsuváttan, so seta
vit sjálvandi viðkomandi í viðgerð
fyri trupulleikan. Hetta er eitt gott
høvi hjá okkum læknum at kanna
sjófólkið og at viðgera tey, sum
hava tørv á tí. Er onkur sjúkur, so
verður viðkomandi sjúkrameldaður
og viðgjørdur, og fær so eina nýggja
heilsuváttan, tá hann er frískur
aftur, sigur kommunulæknin.
Jenis av Rana sigur, at lógin ger
greitt, at tað er reiðaríið, ið skal
rinda heilsuváttanina, men hann
hevur tú ein illgruna um, at tað eru
sjómenn, ið aftra seg við at bera
eina rokning til arbeiðsgevaran,
serliga um hetta er fyrstu ferð, teir
mynstra við einum skipi.
Hann sigur eisini, at hansara
fatan er, at reiðaríini taka kravið
um heilsuváttanir sera álvarsamt.
– Eingin sleppur at mynstra,
uttan at viðkomandi hevur bláu
bók. Verður eitt skip kannað, meðan
tað er til fiskiskap, og onkur av
manningini ikki hevur heilsuváttan,
verður skiparin revsaður við bót,
og í ringasta føri kann skipið verða
biðið um at sigla til lands og fáa
rættlag í síni viðurskifti.
Ofta er langt til lækna
– Tí er neyðugt at tryggja sær, at sjómenninir, ið mynstra við skipunum, eru frískir,
áðrenn teir leggja frá landi, sigur Jenis av Rana, kommunulækni
Umframt bláu bók, skulu allir, ið mynstra,
hava lokið eitt trygdarskeið. Endamálið við
trygdarskeiðnum er at kunna um nýtslu
og viðlíkahald av bjargingarútgerð og at
kunna um persónliga trygd og persónligar
skyldur, til tess at gera sjófólk betri før fyri
at fyribyrgja at vanlukkur henda og at duga
betur at bera seg at í neyðstøðu. Meðan
bláa bók skal endurnýggjast annað hvørt ár,
so er gildistíðin á trygdarskeiðnum fimm ár.
Jenis av Rana, kommunulækni