Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108 Sjóvinna Sosialurin Vilmund Jacobsen Fyritøkan JT electric á Kambs­ dali hevur saman við før­oysk­um alarum – ser­liga Bakka­frosti – ment eitt dygd­ar­gott aliljós, og í vár sendi fyritøkan ikki færri enn 100 aliljós til eina fram­komna alifyritøku í fjar–skotn­að land­in­um, Tas­ma­nia. – Hesin alarin –  HYPER­ LINK "http://www.huona­qua. com.au/"www.huona­qua.com. au  –  keypti fyrst 80 aliljós úr Føroyum. Tað vísti seg, at tá ein hervi­lig­ur stormur hevði gjørt um seg í økinum, vóru aliljósini hjá okkum tey einastu sum hildu. Tað sigur Rúni Petersen, sum er framleiðsluleiðari hjá JT electric. Hann vísir á, at tá ali­fyri­tøk­an í Tasmania skuldi byggja út, valdu tey at keypa øll ljósini úr Føroyum. – Vit sendu tey seinnu 100 ljósini avstað í apríl, og flutningurin tók níggju vik­ur. Fyrst í juli fekk ali­ fyri­tøk­an í Tasmania hesi ljósini og setti tey upp beinanvegin.   Sølulið uttanlands Vit spurdu Rúna Petersen, hvussu marknaðurin fyri ali­ljósum hjá JT electric býtir seg upp millum Føroyar og út­land­ið? – Sølan av aliljósum er rími­liga jøvn millum Føroyar og útlandið, og nú eru vit í holt við at byggja upp sølulið í Noregi, Íslandi, Skotlandi og Kili. Framleiðsluleiðarin hjá JT elec­ tric ivast onga løtu í, at tá fyritøkan fær fleiri sølu­lið uttanlands, fer hetta eis­ini   at gagna menningini og saml­aðu góðskuni av ljós­un­um hjá JT electric, sum ann­ars hevur framleitt aliljós – til føroyska og útlendska markn­aðin – í fleiri ár. Vilmund Jacobsen Nýggja uppsjóvarvirkið í Fuglafirði – P/F Pelagos – hev­ur nú koyrt í nakr­ar vik­ur og stjórin, Jóhan Páll Jo­en­sen, sigur, at virkið eftir um­ støð­un­um hevur riggað væl. – Hetta er eitt velduga stórt virki við nógvari tøkni, sum er bygt eftir lutfalsliga stutt­ari tíð. Tað eru stór­ ar rá­fiska­nøgdir, sum skulu fá­ast ígjøgn­um skipanina, og hetta setir stór krøv til ym­isku skip­an­in­ar. Vit eru ikki komin heilt á mál enn, men tað hevur gingið betri og betri so hvørt, sum tíðin er liðin. Stjórin vísir á, at fyri stór­an part av arbeiðsfólkinum er virk­is­skip­an­ in nýggj, og greitt er, at tað tekur tíð at fáa tøknina og arb­eiðs­meg­ina at sam­pakka sum best. Jóhan Páll letur væl at og er posi­tiv­ur um gongdina. – Tað fer at taka eina tíð aftr­at, áðr­enn alt er optimalt, men vit eru væl á veg, og eg eri væl nøgdur við tíð­ina síð­an byrjan. 12.000 tons Síðan P/F Pelagos í Fuglafirði læt dyrn­ar upp og fór at keypa makrel, hev­ur virkið keypt og fryst umleið 12.000 tons, og tað er stjórin eisini væl nøgdur við. – Vit hava keypt makrel frá ym­ isk­um skipum, og í dag er Christian í Grótinum á Fuglafirði við umleið 600 tons­um, sum vit keypa og frysta. Skipið var fyrst á Kolla­firði við nøkrum tons­um, og síðan leggja teir rest­ina upp her hjá okkum. Jóhan Páll Joensen vænt­ar, at skip­ini í næstum fara at fiska sild, nú tann tíðin stund­ar til, og tá tey hava ver­ið á sild í eina tíð, fara tey aft­ur at fiska makrel. Rímiliga støðugt Stjórin sigur, at tá best hevur ging­ ið at fiska hjá skipunum, hev­ur arb­ eið­ið á virkinum eis­ini verið rími­ liga støðugt til tey 70-80 fólkini, sum eru knýtt at virkinum. – Arbeitt verður í skifti­vakt­um, har hvør vaktin er 12 tím­ar. Soleiðis er virkið í gongd alt samdøgnið, tá nógv­ur fiskur er. Jóhan Páll Joensen sigur, at makr­el­urin hevur verið góð­ur í heyst, nú so langt er lið­ið síðan gýt­ing. – Nakað hevur verið av íbland­ ing av sild í makr­el­veið­ini hjá skip­ un­um, sum eis­ini hava sildakvotu. Stjórin væntar, at tá árið fer at halla, og vit koma út í byrj­an­ina av kom­andi ári, fer P/F Pelagos eisini at frysta svart­kjaft til matna. – Jú, tað er ætlanin, og tí bend­ir eis­ini alt á, at eingin longri steðgur verð­ur í virk­sem­in­um hjá okkum teir næstu nógvu mánaðirnar. Eitt skip í senn Hóast uppsjóvarvirkini eru stór og hava stóra frystiorku, er ikki møgu­ ligt at landa fleiri skip í senn. – Vit kunnu bara landa eitt skip í senn, og tá fiski­skap­ur­in hevur verið bestur, er kom­ið fyri, at skip og mann­ingar hava verið noydd at bíða eftir landingartørni. Jóhan Páll Joensen sigur, at síðan P/F Pelagos fór und­ir at keypa, pakka og frysta makrel hevur gingið hampi­ligt at sleppa av við vøruna. – Hetta er ein spennandi verk­ ætl­an, og tað er ein spenn­andi tíð, sum liggur fyri framman, sigur stjórin á P/F Pela­gos. Fyritøkan JT electric á Kambsdali hevur selt 180 aliljós til Tasmania. Tá stormur herjaði, vóru føroysku aliljósini tey einastu sum hildu – Arbeitt verður í skiftivaktum, har hvør vaktin er 12 tímar. Soleiðis er virkið í gongd alt samdøgnið, tá nógvur fiskur er. Tað sigur stjórin, Jóhan Páll Joensen, sum leggur aftrat, at framleiðslan á virkinum hevur gingið betri og betri síðan byrjan Føroysku aliljósini vóru tey einastu sum hildu P/F Pelagos keypt 12.000 tons av makreli Tað tók níggju vikur at flyta kassarnar við aliljósum úr Føroyum til Tasmania. Nú fer JT electric at byggja upp sølulið í fleiri londum. P/F Pelagos í Fuglafirði hevur higartil keypt og fryst 12.000 tons av makreli. Nú væntar stjórin, Jóhan Páll Joensen, at skipini fara at fiska sild í eina tíð - og til várs er ætlanin eisini at keypa og frysta svartkjaft til matna. Mynd: Vilmund Jacobsen