týsdagur 23. september 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108
Sjóvinna
Sosialurin
Danjal av Rana
Jógvan
Zachariassen
er
sam
komuleiðari í Lívdini í Hoyvík.
Dagliga fæst hann við fólk og
bøkur. Vegleiðing, ráðgeving, talur
og bíbliugranskan fylla arbeiðs
vikuna.
Jógvan
Zachariassen
hevði
ongantíð verið til skips, ongantíð
hugsa tankan heldur. Ikki fyrr
enn ein dagin, ein vinmaður sigur:
Jógvan, tú burdi tikið eina pausu
frá tí, tú gert nú og farið til skips.
Jógvan var beinanvegin við upp á
tað. Vinmaðurin fekk eitt prát við
skiparan upp í lag og stutta tíð seinni
mynstraði Jógvan Zachariassen við
trolaranum Ruth.
– Eg var beinanvegin við upp á
hetta, tí hesin vinmaðurin hjá mær
sigldi eisini Ruth. Eg føldi meg
tryggan, tí eg kendi fólk umborð,
sigur Jógvan Zachariassen.
Endin var, at Jógvan Zacha
riassen sigldi við Ruth seks vikur
summarið 2012 og aftur seks vikur
summarið 2013.
Fyrstu tíðina eftir, at avgerðin
var tikin um at fara til skips, var
hann sera spentur og gleddi seg
til uppgávuna. Men sum tíðin
nærkaðist, gjørdist hann meiri og
meiri ekkafullur. Hann hevði jú
ongantíð verið til skips fyrr.
– Hvat havi eg gjørt, hugsaði eg.
Eg fari jú at vera heilt malplaseraður
umborð, eg hoyri jú als ikki heima
har, greiðir Jógvan Zachariassen
frá. Men tá eg kom á trygdarskeiðið
sá eg, at eg var ikki tann einasti,
sum skuldi til skips fyri fyrstu ferð.
Har vóru aðrir landkrabbar, júst
sum eg.
Móttøkan umborð var sera góð.
– Menn skiltu, at eg var ein
ektaður landkrabbi, men teir vóru
fittir við meg. Eg merkti, at teir vóru
ídnir eftir at læra meg og vísa mær,
hvat skuldi gerast, heldur enn bara
rópa eftir mær, um eg ikki gjørdi
mínar skyldur rætt.
– Meg minnist kensluna, fyrstu
ferð eg fór út á dekkið. Í mínum
dagliga starvi eri eg serfrøðingurin,
tann, ið fólk spyrja. Fólk koma til
mín og leita sær ráð. Á dekkinum
var eg púra ókendur og púra
óvitandi. Tað var ein eyðmýkjandi
kenska, á tann góða mátan. Nú varð
eg tann, sum mátti spyrja um alt,
sigur Jógvan Zachariassen.
Føroyar eru ein sjóvinnutjóð,
verður sagt, og nógv okkara halda,
at vit kenna eitt sindur til, hvat
sjólívið er, hóast vit ongantíð hava
siglt. Jógvan Zachariassen heldur,
at so er ikki.
– Sjólívið er ein annar heimur.
Tað var ein nýggj verð, sum opn
aðist fyri mær, við nýggjum orðum
og vendingum. Eitt slag av kodu, ein
ikki skilir, fyrr enn ein livir í tí. Hetta
er ein verð, sum vit føroyingar eru
so nær við, men sum nógv okkara
als einki kenna til allíkavæl, sigur
hann.
Jógvan Zachariassen sigur, at
eitt av stóru upplivilsunum um
borð var, hvussu nær ein kemur
náttúruni. At síggja alt lívið, sum
fylgir skipinum.
– Súlurnar kava sum missilir
eftir sildini, tá vit hála trolið inn. Ein
kann næstan hava eygnakontakt
við fuglarnar, tá teir fylgja skipin
um. Eisini var tað nakað heilt ser
ligt, at síggja allar hvalirnar, sum
komu nær skipinum, at leita sær
føði. Grindahvalir og bóghvítuhvalir
vóru regluligir gestir, ofta í stórum
flokkum, sigur hann.
Sum so mong onnur, ið ikki
hava valt sjólívið, so stríddist sam
komuleiðarin eisini við sjóverk.
– Eg hevði sjóverk, tað má eg
viðganga. Á Smyrli veitst tú, at um
tveir tímar er hetta yvirstaðið. Ta
troystina hevur tú ikki umborð
á fiskiskipi. Og meðan tú liggur
og vendir tær í songini og roynir
at halda spýggjuni niðri, gevur
skiparin boð um, at trolið skal út,
og at allir mans skulu á dekk. Tá
er eingin góða mamma, tú mást
úr songini, í oljuklæðini og út, við
spýggjuni í hálsinum.
– Meg minnist eisini, at eg
onkuntíð stóð og vigaði fisk, meðan
eg hevði sjóverk. Skipið rullaði,
aldurnar brutu, og eg stóð og vigaði
ein og ein makrel, fyri at meta um
støddina á veiðuni. Og so knappliga
út at spýggja um lúnningina, við
einum makreli í hondini. Men gleð
in var stór, tá eg eftir nakrar dagar
varnaðist, at sjóverkið var burtur.
Seinna árið var tað tíbetur ikki so
galið, tó at eg aftur stríddist við
nakað av sjóverki tá.
Jógvan Zachariassen sigur, at
hann lærdi nógv hesar túrarnar
við Rutt og hevur tikið nógv av
lærdómi við sær inn í sítt dagliga
starv sum samkomuleiðari.
– Sum talari, so fekk eg ein
heilan hóp av nýggjum myndum
og lýsingum at nýta. Her er ein
heilt nýggj kelda av dømum, eg
kann nýta, tá eg royni at læra
fólk andaligar sannleikar. Hetta
eru myndir, sum kennast meiri
heimligar, enn myndir vit læna úr
øðrum tíðum ella øðrum londum,
og vónandi verður boðskapurin
lættari at skilja, um myndin er
meiri heimlig.
– Sum samkomuleiðari, so sá eg
týdningin ein skipari hevur umborð.
Onkur má hava myndugleika at
siga, hvar skápið skal standa, fyri
at skil skal valda umborð á skip
inum. Soleiðis man eisini vera í
samkomulívinum, sigur Jógvan
Zachariassen.
– Eg legði eisini til merkis,
hvønn týdning kokkurin hevur
umborð á einum skipi. Menninir
brúka nógva tíð í messuni, tá teir
ikki arbeiða. Kokkurin hevur eitt
týdningarmikið samlandi virksemi.
Er kokkurin í góðum lag og tekur
manningina á bóli við pannukøkum
onkran dagin, so smittar lagið hjá
honum yvir á alla manningina. Sum
samkomuleiðari má eg stremba
eftir, at vera ein persónur, sum er
samlandi og kann skapa trivnað
millum tey, eg tæni, sigur Jógvan
Zachariassen.
Jógvan Zachariassen hevur tó
ongar ætlanir um, at velja sjólívið
fram um samkomulívið.
– Nei, eg eri ein landkrabbi, men
eg kann krúpa til sjós til tíðir. Nú
havi eg bæði pissað og spýð í saltan
sjógv, men eg trívist best á landi.
Góður íblástur til talurnar
Á sjónum er ein heilt nýggj kelda av myndum, eg kann nýta, tá eg royni at læra fólk
andaligar sannleikar, sigur Jógvan Zachariassen, samkomuleiðari.
Jógvan Zachariassen var til fiskiskap við Ruth í seks vikur summarið 2012 og summarið 2013
Sum samkomuleiðari, so sá eg týdningin ein skipari
hevur umborð, sigur Jógvan Zachariassen