týsdagur 23. september 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108
Sjóvinna
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tað eru somu eigarar, sum í dag
eiga fyrrverandi Atlantis og stóra
fiskavirkið í Vestmanna, sum í
fleiri ár var ein krumptappur innan
fiskaframleiðslu í Vestmanna.
Felagið Atlantis er ikki til meira,
og tað er gamla felagið, sum átti
fiskavirkið, heldur ikki.
Felagið, sum í dag rekur virksemi
á fyrrverandi Atlantis og partvís á
fyrrverandi fiskavirkinum, kallast
Vestmanna Seafood, og her er Eyð
un Olsen stjóri.
Fyrrverandi Atlantis er eitt upp
sjóvarvirki á sama hátt, sum stóru
virkini í Kollafirði, Tvøroyri og nú
eisini í Fuglafirði, men virkið hjá
Vestmanna Seafood er kanska bara
ein tíggjundapart av teimum stóru
virkjunum.
20 fólk til arbeiðis
Eyðun Olsen, sum er stjóri á Vest
manna Seafood, sigur, at virkið í
heyst hevur keypt og fryst millum
1500 og 1600 tons av makreli.
– Vit hava keypt rávøruna frá
teimum skipum sum fiska makrel.
Í fleiri førum hava vit keypt partar
av lastum, men tá nøgdirnar ikki
hava verið so stórar, hava vit eisini
keypt heilar lastir.
Hann vísir á, at Vestmanna Sea
food hevur eina framleiðsluorku
til at keypa í mesta lagi 200 tons av
makreli í senn.
Vestmanna
Seafood
hevur
meginpartin av sínum virksemi
í bygninginum, sum áður var At
lantis.
– Her hava vit eisini eina rími
liga stóra frystiorku, men vit brúka
eisini frystiorkuna á gamla fiska
virkinum, tá á stendur.
Eyðun Olsen sigur, at ætlanin
hjá Vestmanna Seafood er eisini at
keypa og frysta sild, tá skipini fara
á sildaveiði.
– Hvussu verður við svartkjaft
inum, tá vit koma út í 2015, dugi
eg einki at siga um enn, men hetta
veldst ivaleyst eisini um, hvussu
marknaðarstøðan tá verður.
Stjórin sigur, at eini 20 fólk
eru knýtt av virkseminum hjá
Vestmanna Seafood, og hetta er fyri
tað mesta fólk úr nærumhvørvinum.
Arbeitt verður í tveimum vaktum,
sum eru á 12 tímar hvør. Vanliga
eru heldur fleiri fólk til arbeiðis á
dagvaktini enn á náttarvaktini.
– Vit hava góð og dugnalig fólk,
og her er talan bæði um yngri og
tilkomin fólk, sigur hann.
Eyðun Olsen vísir á, at hóast
nógv er at gera, tá fiskur er, eru
eisini dagar, har eingin fiskur er, og
steðgur er í virkseminum.
– Soleiðis er tað nú einaferð í
uppsjóvarvinnuni,
leggur
hann
aftrat.
Í góðum standi
Fyrr í ár hevur Vestmanna Seafood
eisini keypt tosk og svartkalva,
men nú í heyst hevur dentur verið
lagdur á uppsjóvartilfeingi.
– Hetta er soleiðis fjórða árið
á rað, at vit keypa og frysta upp
sjóvarfisk, leggur stjórin aftrat.
Eyðun Olsen sigur, at gamla
fiskavirki í Vestmanna, sum hev
ur maskinur til vanliga flakafram
leiðslu, er í góðum standi, og er klárt
at taka í nýtslu aftur, um fiskur
kemur aftur, og tað fer at vísa seg
at vera áhugavert at arbeiða flak
aftur.
Vestmenningar
frysta eisini makrel
Tað er ikki einki fiskaarbeiði í Vestmanna, tó at virksemið, sum í nógv ár var á flakavirkinum, ikki er longur
– Hetta er fjórða árið á rað, at vit keypa og frysta uppsjóvarfisk í Vestmanna, sigur stjórin í Vestmanna Seafood, Eyðun Olsen