Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-23, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Byggivinnan hevur einaferð aftur fingið fulla ferð á motorin Fá loyvir givin til útlendingar Hóast útlendingar hava havt møguleika at arb­eiða í Føroyum – eisini áðr­enn broytingina 1. juli – so eru tað ikki nógvir út­lend­ing­ ar, sum eru komnir higar at arbeiða. Í einum yvirliti frá Út­ lend­inga­stovuni sæst, at bert 32 fólk søktu um arb­ eiðs- og uppi­halds­loyvi fyrra hálvár í ár. 59 loyvi vórðu longd. Hetta yvirlit er tó utt­ an tey fólk, sum arbeiddu við oljuleitingini á før­ oysk­um øki. Har fingu 124 fólk loyvi. Hesi loyvini vóru knýtt at oljuleitingini, sum var í vár. Síðani 1. juli er lógin broytt soleiðis, at tað er lætt­ari og skjótari hjá fólki úr ES at sleppa til Før­oy­ar at arbeiða. Tað er eyðsýnt, tá ið hugt verð­ur eftir, hvussu ógv­ us­lig­ar broytingarnar eru í byggivinnuni frá fyrst í 2013 og til í dag, at lønir og prísir verða ávirkað av eft­ir­spurn­ ing­in­um í byggi­vinn­uni. Bæði virksemi og eftir­ spurn­ing­ur­in eftir arb­eiðs­ orku eru farin munandi upp, nú so nógv byggiarbeiði er far­ið í gongd. Byggivinnan hev­ur eisini fyltar ordra­ kal­end­ar­ar nógvar mánaðir fram í tíðina. – Tað sær spennandi út, tí fleiri stór arbeiðir eru á veg, sig­ur stjórin í Articon, Jón Sig­urds­son. Eftirspurningurin er vaks­andi, staðfestir eis­ini Bú­skap­ar­ráðið í sein­astu frá­ greiðingini. Í frágreiðingini verð­ur spurt um tað kanska er ov nógv ferð á í byggi­vinn­ uni, tí tað kann geva aðrar trup­ul­leikar. – Byggivinnan hevur tað mest sveiggjandi virksemi í bú­skapinum og hevur tí stóra ávirkan á aðrar partar í búskapinum, skrivar Bú­ skap­ar­ráðið. Niðurtúrur Byggivinnan fekk ein ógv­ us­lig­an baksláttur, tá ið botnurin fór undan bú­skap­ in­um í 2008. Ikki bert priv­at bygg­ing steðgaði, men al­ mennu íløgurnar steðgaðu eis­ini. Ofta verður nevnt, at tað ber til at føra ein íløgu­ poli­tikk á almenna økinum, sum so eisini forðar fyri, at sveigg­ini gerast so ógvusligt. Bú­skap­ar­ráðið sigur, at hetta kann gerast við at áseta meira neyvt, um ásett og plan­lagt verður, nær tey ein­ støku arbeiðini skulu setast í gongd. Í árunum, vit høvdu fíggj­ ar­kreppuna, var hetta ikki gjørt, men nú eru nógv al­ menn arbeiðir í gongd, sam­ stund­is sum privata vinnan ger stórar íløgur. – Uppsjóvarfiskurin og alifiskurin hevur sett ómeta­ liga nógv í gongd, samstundis sum til dømis SEV hevur gjørt – og fer at gera nógvar íløg­ur, so fram eftir sær tað gott út, sigur Jón Sigurdsson. Búskaparráðið skrivar, at byggi­fyritøkurnar í meðal hava arbeiði 11 mánaðir fram í tíðina, men ordrarnir eru ikki vorðnir færri, síðan bú­ skap­ar­frágreiðingin varð gjørd. Arbeiðsorka Føroyska byggivinnan hevur brúk fyri nógvum hondum í løt­uni. Hetta elvir sjálvandi til lønartrýst, men tað ger eis­ini, at tað er torført at fáa fatur á væl útbúnum og roynd­um fólki. Lønarlagið fyri verkfrøðingar og leiðslu­ fólk er munandi lægri í Før­ oyum enn í okkara granna­ lond­um. – Vit hava eitt dømi um ein føroyskan verkfrøðing, sum arbeiddi í Danmark. Um hann skal arbeiða í Føroyum við tí sama, so fer hann 20.000 krónur niður í løn um mánaðin, um hann skal løn­ ast eftir teimum lønum, vit van­liga arbeiða við, sigur Jón Sig­urdsson. Hetta er sjálvandi ein av or­søk­unum til, at tað ikki altíð er so lætt at fáa fólk. Hin­vegin heldur stjórin í Arti­con, at tað ikki er so ringt at fáa arbeiðsfólk til vanliga arb­eiði og hann heldur, at tann ventilurin, sum ger, at ES borgarar kunnu koma hig­ar at arbeiða, hjálpir væl. – Men eg vænti ikki, at tað verð­ur talan um nógv­ ar útlendingar, sum koma hend­an veg­in. Fyri tað fyrsta hava vit eina mini­mums­løn, sum tey skulu hava og har­ aft­r­at fylgja aðr­ar út­reiðsl­ur við, tá ið útlendingar koma hig­ar. Á leiðslustigi setir hetta eisini størri krøv, sigur Jón Sigurdsson. 1,4 milljard krónur Føroyska byggivinnan um­ set­ir fyri á leið 1,4 milljard um árið. Í løtuni er nógv ferð á og nógv stórarbeiðir eru í gond. Marknagilsdepilin er í gongd og SEV hevur havt eina stóra útbygging við myll­um og battarístøð oman fyri Havnina. Bakkafrost er í gongd við eina stóra útbygging á Bakka á Glyvrum, og Pelagos í Fugla­firði er júst liðugt bygt. BankNordik byggir nýtt høvuðssetur í Havn, og Bústaðir hava fleiri verk­ætl­ an­ir í gongd – millum annað 70 íbúðir í Klaksvík. Í Runavík hevur komm­ un­an bygt eina stóra høll aft­ ur­at ítróttarhøllini við Løkin. Í Havn eru fleiri størri arb­ eiðir í gongd. Til dømis verð­ ur arbeitt við at gera uttara ring­vegin og brúgvarnar har lidn­ar. Og fyri framman er so eis­ini tunnilsætlanin millum Strem­oy og Eysturoy og mill­ um Streymoy og Sandoy. Góðar vónir Treystitalið er grundarlagið und­ir metingunum hjá Bú­ skap­ar­ráð­num av støðuni í byggi­vinn­uni. Treysti­tal­ið ger fíggjarmálaráðið hvørt hálv­ár og tað verð­ur brúkt sum barometur fyri bú­skap­ ar­støð­una í land­in­um. – Vit halda eisini, at tað sær ljóst út í løtuni. Vit hava hoyrt um fleiri ætlanir, sum eru á veg og sum vit trúgva uppá, so í løtuni haldi eg tað sær hampuligt út, sigur Jón Sig­urds­son. Stóra virksemi innan byggivinnuna fer at ávirka prís og lønir