týsdagur 23. september 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
flogbóltur
KÍF koppaði
Mjølni
Hilmar Jan Hansen
Mjølnir hevur verið mestsum
einaráðandi
í
føroyskum
kvinnuflogbólti síðstu árini,
og er tað blivið til fýra greip
ur á rað frá 2011 til í fjør. Men
sum landskappingin í Eik-
liguni hjá kvinnum byrjaði
hesaferð, kemur Mjølnir ikki
so lætt til ta fimtu greipuna
á rað.
Sunnudagin vóru kvinn
urnar hjá KÍF á vitjan hjá
Mjølni í Badmintonhøllini í
Klaksvík, og har gjørdu tær
úr Kollafirði bart og vunnu
3-0.
– Báðir partar gjørdu
nógvar feilir í fyrsta setti,
men munurin var nokk
tann, at vit fingu rættað upp
á okkara og tær ikki, og tá vit
komu til triðja sett, høvdu
tær nokk mist mótið, tí tað
vunnu vit lætt. So sjálvt um
vit eru komnar heldur seint
í gongd við at venja, var tað
gott at byrja árið við einum
sigri, sigur liðskiparin hjá
KÍF, Guðrun Joensen.
– Vit ætla okkum at vera
við í toppinum í vetur, og eg
haldi, at vit hava tað, sum
skal til. Rannvá Dam er
komin aftur úr Danmark og
Birita Joensen er komin frá
Fleyr, men hevur bara ikki
fingið spæliloyvið ordiliga
upp á pláss enn. Og vit hava
bara mist eina, Hannu A.
Olsen, sum vit tó vænta aftur
um ikki so leingi.
Javnari kapping
Harumframt
hevur
KÍF
eisini
fingið
Elisabeth
Rasmussen
sum
venjara.
Hon var síðsta kappingarár
hjá Fleyr og hevur annars
vant Drátt, so tað er eisini ein
royndur venjarakapasitetur
hjá kollfjarðakvinnum at fáa.
– Vit eru ungar, men væl
samanspældar, so vit skulu
nokk klára okkum í kapping
ini í vetur, sum helst verður
enn síðsta vetur. So skjótt
sum vit hava fingið avpussað
samanspælið eitt sindur, eru
vit ordiliga klárar at taka
dystin upp við hini, sigur
Guðrun Joensen, ið sær fyri
sær fleiri lið sum kappingar
neytar.
– Harðastu mótstøðuna
vænti eg frá TB, men kanska
eisini frá Drátti. Hinvegin
veit eg ikki so nógv um SÍ,
men Fleyr sær ikki út til at
vera har, hóast liðið bara
hevur mist Biritu til okkum,
og Mjølnir hevur eitt øgiliga
ungt lið, sær tað út til. Men
tað sær spennandi út og eg
vænti, at fleiri verða um boð
ið í kappingini í vetur.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Í Eik-ligunum hjá kvinn
um og monnum hevur
seinnu árini verið vanligt
at enda landskappingina
við FM-finalum, sum hava
verið millum tey bæði
fremstu liðini á stigatalv
uni, tá seinasti dystur
í sjálvari kappingini er
spældur.
Framvegis verða FM-
finalur
spældar,
men
áðrenn komið er so langt,
skulu hálvfinalur spælast,
og tí eru tað ikki longur
bara tvey bæði fremstu
liðini á endaligu stiga
talvuni, sum sleppa upp
í part, tí fýra lið eru um
boðið.
Bæði hjá kvinnum og
monnum, har bara fýra
lið eru frammanundan,
spæla fýra tey fremstu
hálvfinalur
ímóti
hvørjumøðrum,
so
nummar eitt spælir ímóti
nummar fýra og nummar
tvey ímóti nummar trý.
Vinnararnir
í
teimum
báðum dystunum spæla
so FM-finalurnar, ið fram
vegis verða spældar eftir
»best av trimum«-leist
inum.
Ein onnur broyting er
eisini, at í landskappingini
hjá kvinnum verður hetta
»endaspælið«
talt
upp
í sjálva kappingina, so
kvinnuliðini ikki longur
spæla tríggjar ferðir ímóti
hvørjumøðrum, men bara
tvær ferðir. Mansliðini
spæla fýra ferðir ímóti
hvørjumøðrum, og bæði
hjá kvinnum og monnum
verða stigini koyrd í helvt,
tá sjálv landskappingin er
komin í helvt.
Kapping fyri seg
Ein uppaftur størri broyt
ing í kappingini í vetur er,
at steypakappingin hjá
bæði kvinnum og monn
um nú verða spældar
sum kappingar fyri seg,
við síðuna av landskapp
ingingini.
Undanfarin ár hava
tað annars verið Fleyr-
og Mjølnir-kappingin, ið
hava gjørt av, hvørji lið
koma í steypafinalurnar,
men soleiðis er tað ikki
longur.
Hjá kvinnum verður
spælt í tveimum bólkum,
har vinnarin av hvørjum
bólki møtir nummar tvey
í hinum bólkinum í hálv
finalum, og síðani verða
tað
hálvfinaluvinnarar
nir, ið spæla sjálva steypa
finaluna.
Hjá monnum verður
bara ein bólkur, sum telur
fimm lið, og har verður
finalisturin
funnin
út
frá
bólkaspælinum,
tí
har verða tað tey bæði
fremstu liðini, sum koma
í steypafinaluna.
Bæði hjá kvinnum og
monnum hevur Fleyr tvey
lið við í steypakappingini.
Nú Ternan ikki er við í
Eik-liguni, kemur talið á
kvinnuliðum tí upp á átta,
og talið á liðum í steypa
kappingini hjá monnum
verður tí fimm.
hilmarjan@sosialurin.fo
Bæði landskappingin og
steypakappingin í flogbólti
eru skipaðar øðrvísi enn
undanfarin ár. Fleiri lið hava
møguleika at koma í FM-
finalurnar, og steypakappingin
er heilt øðrvísi enn áður
Flogbóltskappingin byrjaði um vikuskiftið og serliga
hjá kvinnunum vakti eitt av úrslitunum ans
Flogbólts
kappingin
broytt
Eik-ligan kvinnur støðan
nr. lið
dystir
v/t dystir
v/t sett
munur
stig
1
KÍF
1
1-0
3-0
+3
3
2
Dráttur
1
1-0
3-1
+2
3
3
SÍ
1
1-0
3-1
+2
3
4
TB
0
0-0
0-0
0
0
5
Fleyr
1
0-1
1-3
-2
0
6
ÍF
1
0-1
1-3
-2
0
7
Mjølnir
1
0-1
0-3
-3
0
SÍ - Fleyr 3-1
(27-25, 22-25, 25-20, 25-23)
Dráttur - ÍF 3-1
(25-16, 25-12, 18-25, 25-13)
Mjølnir - KÍF 0-3
(20-25, 21-25, 14-25)
Eik-ligan menn støðan
nr. lið
dystir
v/t dystir
v/t sett
munur
stig
1
ÍF
1
1-0
3-0
+3
3
2
Fleyr
1
1-0
3-1
+2
3
3
SÍ
1
0-1
1-3
-2
0
4
Mjølnir
1
0-1
0-3
-3
0
SÍ - Fleyr 1-3
(25-20, 21-25, 21-25, 21-25)
Mjølnir - ÍF 0-3
(23-25, 22-25, 23-25)
KÍF-kvinnurnar fingu eina ynskibyrjan í Eik-liguni, tá tær sunnudagin á
útivølli vunnu 3-0 á ferfaldu greipuvinnarunum í Mjølni
Savnsmynd: Álvur Haraldsen