Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-09-23, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 24. september 2014 · Nr. 108 ítróttur Hilmar Jan Hansen Fyrstu stórsteypadystirnir um Lions-bikørini vóru sunnu­dagin í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har Kyndil fekk upp í bæði posa og sekk, tí tað eydnaðist felagnum at vinna hjá bæði kvinnum og monnum. Kvinnurnar vunnu 29-26 á Neistanum og menn­inir vunnu 26-20 á KÍF, so bæði Lions-bikørini eru í varð­veitslu hjá Kyndli hetta næsta árið. Samstundis sum hond­ bólts­kappingin soleiðis varð skotin í gongd við nýggja sam­starvinum millum Hondbólts­samband Føroya og Lions Club í Føroyum, var eisini høvi til at handa kekkar við nokk so nógvum væl­gerandi krónum, ið eru komnar inn við tiltøkum hjá Lions Club. Í báðum førum var mót­ tak­arin Sjóndepilin, ið ar­ beiðir við at fáa keypt eitt laser­tól fyri 250.000 krónur, ið skal gera tað møguligt hjá blind­um at virka lutir av yms­um slagi. Tilsamans fekk Sjóndepilin 75.000 krónur frá Lions Club, ið vónandi fara at muna væl, tá tólið skal keypast. Fyrst vórðu 50.000 krónur frá Lions Club Tórshavn handaðar í hálvleikinum í seinna dystinum, og var tað ágóðin av ársins ólavsøku­ fram­sýning í Müllers Pakk­ húsi, og síðani vórðu 25.000 krónur handaðar frá Lions Club í Føroyum, og var tað ágóðin av stór­steypa­dyst­ unum í gjár. Væl nøgdir Fyrireikararnir fegnast um, at tiltakið í allar mátar eydn­ aðist væl og at nógv fólk komu at hyggja, og tað gevur góðar vónir fyri komandi stór­steypadystum. – Vit fegnast um, at fólk hava tikið stór­steypa­dystir­ nar til sín, tí tiltakið sunnu­ dagin eydnaðist stak væl, samstundis sum undir­tøkan var góð við nógv­um áskoð­ arum. Hetta er eitt greitt signal um, at nú byrjar hond­ bólturin, og tað er hugaligt at gera tað upp á handa mátan, sigur Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandi Føroya. – Nú fara vit saman við Lions Club at eftirmeta tiltakið hesaferð, og so fáa vit at síggja, um vit kanska kunnu gera okkurt enn betri og møguliga útbyggja til­ takið. Stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum, sum nú verða spældir um tvey Lions-bikør, eru samstarv millum Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, og kappingin gong­ur yvir 10 ár upp á tann mátan, at mest vinnandi liðið fær Lions-bikarið til ognar, og annars verður spælt, til eitt lið hevur vunnið oftari enn hini. – Frammanundan hava vit royndir frá stórsteypa­ dystinum í mansfótbólti gjøgn­um nøkur ár, og tað er okkum ein gleði at kunna vera við í hondbóltinum eisini. Tað var hugaligt, at fólk tóku so væl ímóti til­ tak­inum sunnudagin, so vit síggja við góðum treysti fram til at samstarva við Hond­bólts­sambandið um hesar dystir tey næstu árini við, sigur Børge B. Hansen frá Lions Club. – Okkara endamál er at savna pengar til vælgerandi endamál, og tí fegnast vit um øll høvi, vit kunnu fáa til tað. Aðrastaðni eru stór­steypa­ dystir í yms­um ítróttar­ grein­um ein upplagdur máti til at røkka hesum máli, so vit fegnast um, at vit kunnu vera við til tað í Føroyum eisini. hondbóltur Kyndil vann bæði bikørini Kyndil vann hjá bæði kvinnum og monnum í stórsteypadystunum í hondbólti sunnudagin, tá Sjóndepilin fekk tveir kekkar, ein upp á 50.000 og ein upp á 25.000 krónur Stórsteypadystirnir Kvinnur: Kyndil - Neistin 29-26 (10-12) Kyndil: Turið Arge 9, Anna Brimnes 9, Bára K. Hansen 4, Bjarta O. Johansen 2, Anna Soffía H. Mohr 2, Randi S. Wardum 2, Guðrun R. Olsen 1 Neistin: Nicoleta R. Hansen 6, Eir Berg 5, Bára Hansen 4, Lilja Mohr 4, Milica Rankovic 4, Ása Christiansen 2, Birita Wardum 1 Dómarar: Ragnar Simonsen & Daniel Rapa Menn: KÍF - Kyndil 20-26 (13-9) KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 6, Andrias Nielsen 4, Fríði Weyhe 4, Jákup Trygvason 2, Ási Dam 1, Hjalti Matras 1, Sjúrður Reginsson 1, Rógvi Weyhe 1 Kyndil: David Edvardsen 8, Bjarni Sørensen 4, Frank Askildsen 3, Finnur Hansson 3, Høgni Klein Olsen 3, Ludvík Súnason 3, Julian Johansen 1, Andrias Sólsker 1 Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum Steypavinnararnir úr Kyndli koppaðu føroya­ meistarunum úr KÍF í stórsteypadystinum hjá monnum Myndir: Álvur Haraldsen Greipuvinnararnir hjá Kyndli vunnu stórsteypadystin hjá kvinnum, sum var ímóti Neistanum Mynd: Hilmar Jan Hansen