Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juni 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 108 - 10. juni 2004 Nr. 108 - 10. juni 2004 3 Samstarv í Mylnuhúsinum Hesa vikuna húsast dagstovnurin Mylnu- húsið í KÍ høllini, har øll børnini og starvsf- ólkini, sum vanliga ikki eru undir sama taki, arbeiða við evn- inum samstarv BARNAANSING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Hanna Thøgersen, leiðari í Mylnuhúsinum, sigur, at endamálið við hesum evn- isdøgunum er at børn og starvsfólk í teimum smærri húsunum skulu kunna síggja, hvussu tað er hjá hvørjum øðrum. Allur stovnurin, sum tel- ur yvir 100 børn og so starvsfólk afturat, fer at húsast í KÍ høllini. Vanliga er Mylnuhúsið býtt upp í smáar eindir. Vøggustova og barnagarður eru í stov- inum á Mylnugøtu, meðan frítíðarskúlin og tveir úti- barnagarðar húsast aðra- staðni. Børn og starvsfólk verða býtt upp í familjur, sum tey so hoyra til hesa vikuna. Hetta er fyri at varðveita tær smáu eindirnar, sum stovnurin er býttur upp í, og sum børnini eru von við. Men munurin verður so hann, at tað verða børn í aldrinum 0 til 6 ár, sum eru í hvørjari familju ístaðin fyri bara javnaldrar. – Tey í frítíðarskúlanum kunnu nú síggja, hvussu tað er at vera í vøggustovu, og umvent. Og tað sama við starvsfólkunum, greiðir Hanna frá. Tivoli Fyrsti dagur í hesi verkætl- an var ígjár. Børnini møttu í KÍ caféini, har tey skuldu húsast, inntil klárt var at fara inn í sjálva høllina. Hugskotið kom fram í februar, og hevur starvs- fólkið arbeitt við hesari ætlanini síðani tá. Hanna Thøgersen sigur, at tey hava roynt ikki at tosa so nógv við børnini um hesa ætlanina langt framman- undan, tí tað so hevði verið so longi hjá teimum at bíða. Hon sigur eisini, at starvs- fólkini hava verið líka spent sum børnini til hesa øðrvísi vikuna. Inni í høllini hevur starvsfólkið gjørt sera nógv burturúr. Í nærum eina viku hava børnini spent tosað um eitt ella annað tivoli, sum tey skulu í. Og í gjára- morgunin varð avdúkað, hvat fyri tivoli talan er um. Inni í KÍ høllini er eitt satt tivoli sett upp til børnini. Básar, har ymisk tiltøk eru, og básar, sum familjurnar so "búgva í". Eisini er ein pallur settur upp harinni, og tvær hoppiborgir. So ongin ivi er um, at børnini fara at hava eina spennandi og stuttliga viku. Tiltakið endar fríggja- dagin við, at foreldur og systkin hjá børnunum eru boðin inn í KÍ høllina til eina hugnaløtu, har tey kunnu síggja, hvussu børn- ini hjá teimum hava húsast, og hvat tey hava arbeitt við hesa vikuna. Skjøtil settur á nakrar evnisdagar hjá dagstovninum Mylnuhúsið í Klaksvík. Børnini hava glett seg til hetta longi, og endiliga upprann dagurin, tá tey sluppu í gongd við hetta Mikukvøldið 9. juni klokk- an 19 letur Eydna Kjelnæs upp listaframsýning í Norðoya kunningarstovu. Á framsýningini vera um- leið 30 málningar við fjøl- broyttum evnum. Eydna, sum er ættað úr Klaksvík, er gift og býr í Danmark, har hon hevur starvast í 30 ár innan handilsvinnuna. Fyri góðum trimum árum síðani fór hon undir listina, og valdi hon málninga- listina, sum fellur henni lætt, og sum henni dámar sera væl. Hon er sostatt nakað nýggj á hesum økinum – men hevur tó havt framsýn- ingar bæði í Fåborg og í As- sens, har hon hevur sítt handilsvirksemi. Mikukvøldið frá klokkan 19 til klokkan 21 verður hon sjálv á kunningarstov- uni, har øll, sum vilja, kunnu fáa eitt hugnaligt prát aftur við einum kaffi- munni. Framsýningin verður annars opin allan juni mánað, tá kunningarstovan hevur opið. Eydna Kjelnæs í Norðoya kunningarstovu Í sambandi við at Klaks- víkar Tónlistarskúli hevur keypt eitt cembalo, verður konsert í Býráðshøllini fríggjakvøldið 11. juni kl. 20.00. Tær sum spæla eru Monika Stauss Joensen, violin og Helene Ringgen- berg, cembalo. Á skránni eru verk av Bach, Rameau, Scarlatti og Wegmann. Helene hevur verið fleiri ferðir í Føroyum, bæði í sambandi við kórkonsertir, har Willi Gohl hevur stjórnað og eisini hava hon og Monika havt fleiri konsertir í Føroyum og uttanlanda. Helene hevur funnið fram til hetta cembalo, sum nú kemur til Klaksvíkar Tónlistarskúla. Leygardagin 12. juni kl. 16.00 verður ein "intro- duktion" í Ósáskúlanum, har Helene kemur at hava eina frágreiðing um ljóð- førið og eisini spæla nøkur stutt verk. Øll eru vælkomin til hesi bæði tiltøkini. Cembalo konsert Pensionista- orkestur vitjar Í vikuni vitjar eitt dansk hornorkestur, mannað við pensi- onistum úr Odense, í Føroyum. Konsert- ir verða hvørt kvøld í vikuni TÓNLEIKUR Danska hornorkestrið Senior Blæserne, mannað við pensionistum úr Od- ense, er í hesum døgum á vitjan í Føroyum. Onkur teirra, sum spæl- ir við danska orkestrin- um, hevur kenningar inn- an tónleikaheimin í Før- oyum, og soleiðis er vitj- anin her komin í lag, siga tey í tíðindaskrivi. Danirnir bjóða sær eis- ini til at rætta ein hjálp- andi hond, um eitt nú før- oysk orkestur ella kór ætla sær til Danmarkar á konsertferð. Senior Blæserne fara at hava konsert í Eiðis Kirkju mikukvøldið klokkan 19.30, í Christi- anskirkjuni hóskvøldið klokkan 20.00, og vitjan- in endar við eini konsert saman við GHM í Norð- urlandahúsinum fríggja- kvøldið klokkan 19.30. Men sum rímiligt er við einum pensionistaorkestri á vitjan, verður eisini ein konsert í Tilhaldinum í Havn. Hon verður fríggja- dagin klokkan 15.00, siga tey í tíðindaskrivi. Eitt spontant hugskot gjørdist eftir tveimum mánaðum veruleiki hjá Astrid MacDonald. Nú er hon leiðari fyri handilin hjá ullarvirk- inum Sirri í næststørsta danska býnum NÝGGJUR HANDIL Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Århus: Tað eru neyvan nøkur lomb, sum koma rennandi, tá rópt verður sirri í Nørregade í Århus. Í einari av teimum mest rok- aðu gøtunum í Århus hevur føroyska ullavirkið Sirri latið upp handil. Grann- arnir eru ikki sum í Vági ella í Gongini - men ullin er eins føroysk. Ullavirkið í Vági hevur flutt eintøk av teimum flestu av teirra modellum í vøruskránni niður til År- hus. Soleiðis at danir og ferðafólk í Århus kunnu finna nógv til halda seg heit við í komandi árstíðum. Spontant hugskot Tað verður Astrid Mac- Donald, ið fer at reka hand- ilin í Århus. Hon eigur eis- ini sjálv hugskotið. Hetta er aðru ferð, at hon býr í Århus. Fyrsta skeiðið gjørdist ellivu ár, og steðg- urin á hesum sinni hevur vart eitt ár higartil. – Eg fekk hugskotið, tá eg sá, at hesin handilin var til leigu. Hann liggur ótrú- liga væl fyri, og eg hugsaði beinanvegin, at her kundi eg fáa okkurt burturúr, sig- ur Astrid. Hon var sannførd um, at handilshølini skuldu nýtast til okkurt við føroyskum tilknýti. Og tað var skjótt, at hon fór at hugsa um ull. Árni Brattaberg og hans- ara fólk í Vági vóru ikki torfør at yvirtala. Tankin var als ikki fremmandur fyri teimum, men tey høvdu ikki kunnu fingið fatur á nøkrum hóskandi hølum. – Tað eru ikki meira enn tveir mánaðir síðani, at eg skrivaði til teirra við hug- skotinum. Og nú er handil- in so latin upp, sigur Astrid. Handilin skal eftir ætlan hava opið allar vanligar handilsdagar. Til at hjálpa sær hevur Astrid fingið Einar Petersen. Geva tí ein kjans Astrid, sum nógv óivað kenna sum listafólk, Hon er útbúgvin fólkaskúlalærari, og hevur hon ikki tær nógvu royndirnar sum handilsfólk. Og vitanin um ull er heldur ikki í ser- flokki, sigur hon. Men hon hevur longu nú lært seg nógv og væntar at læra meira og meira. Og hon er langtfrá at falla í fátt. Hesa ársins tíð er eftir- spurningurin eftir ullar- vørum ikki tann størsti, og tað eru bæði Sirri og Astrid greið yvir. – Vit rokna ikki við, at sølan fer at vera mest í summarmánaðunum, men vit valdu kortini at lata upp, nú vit fingu møguleikan, og forvitni millum fólk hevur verið stórt, sigur Astrid. Og Astrid leggur eina við, at heita summarið í Danmark ikki ræðir tey. – Vit halda okkum hava góðar vørur og vit geva tí nú ein kjans, sigur Astrid MacDonald. Skuldi nakar verið á leið- ini, so kunnu vit upplýsa, at adressan er Nørregade 22. Grindin, sum doyði í Bø týsdagin, var av teimum størru. 450 hvalir vórðu merktir GRIND 450 hvalir vórðu merktir í grindini, sum doyði í Bø týsdagin. tilsamans 1294 drápspartar vóru, sigur sýslumaðurin í Vágum. Tað vóru 82 bátar við í drápin- um. Grindin varð býtt í dráps- partar, umframt at eisini heimapartar vórðu býttir. Skift var til Vágar, vestur- síðuna av Streymoynni, Hest, Koltur, Saksun og Haldarsvík, sigur Regin Jespersen, sýslumaður í Vágum. Partarnir vóru umleið eitt skinn hvør. ej Sirri í Århus Stór grind í Bø Astrid MacDonald við handilin í Nørregade í útjaðaranum á miðbýnum í Århus. Mynd: Heri á Rógvi C M Y K 3 2