hósdagur 10. juni 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 108 - 10. juni 2004
Nr. 108 - 10. juni 2004
5
Í ár hava virkini í
syðru helvt í Suðuroy
heili 80% minni løn-
arútreiðslu til ar-
beiðsfólk, enn tey
gjørdu í 2002
KREPPA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Syðra helvt í Suðuroy er í
kreppu. Svárari kreppu. Tað
er tað ongin ivi um.
Rói Hjelm, formaður í
vinnuráðnum í Suðuroyar
syðru helvt, sigur, at hetta
økið í landinum ekur á knø-
unum.
Aftur nú!
– Støðan í syðru helvt í
Suðuroynni er so álvarslig,
at tiltøk mugu setast í verk
beinanvegin fyri at bjarga
økinum, sigur hann.
Í útvarpinum í farnu
viku, var samrøða við tveir
búskaparfrøðingur. Annar
rópti varskó um eina djúpa
kreppu. Hin slættaði sjógv-
in og segði, at talan var bara
um sveiggj í búskapinum
og at ongin kreppa var á
veg.
Formaðurin í Vinnuráðn-
um í Suðuroyar Syðru
helvt, er ikki treytaleyst
samdur
við
tí
seinna
búskaparfrøðingin.
– Tað kann vera, at tað
ikki sær so galið út í Føroy-
um sum heild. Men tað ber
ikki til at meta allar Føroyar
undir einum. Tað ber ikki
so frægt sum til at meta alla
Suðuroynna undir einum.
– Og verða Føroyar tikn-
ar øki fyri øki, er rættiliga
stórur munur á, hvussu
støðan er. Og tað skerst ikki
burtur, at hóast tað eru
færri enn 10 ár síðani tað
stóru kreppuna, er longu
aftur talan um sera djúpa
kreppu í Suðuroyar syðru
helvt, sigur Rói Hjelm.
Vinnuráðið í Suðuroyar
Syðru helvt er júst í ferð
við eina kanning um støð-
una í Syðru helvt í Suðuroy.
Hann hevur kannað ar-
beiðsloysið og hann hevur
eisini kannað nøkur høv-
uðstøl fyri vinnulívið í øk-
inum.
Og tað skerst ikki burtur,
at úrslitið er sera dapurt.
– Ein sama slag kanning
varð gjørd fyri einum ári
síðani, men nú er støðan
munandi versnað.
Rói Hjelm sigur, at nú er
arbeiðsloysið í suðuroyar
syðru komið heilt upp á
12,4%.
– Tá eru tey í fiskavirkis-
skipanini og tey, sum eru
dottin úr ALS, ikki við.
Sostatt eru 192 fólk í
syðru helvt skrásett at vera
tøk á arbeiðsmarknaðinum.
Til samanberingar kann
nevnast, at í suðuroyar
norðaru helvt, er arbeiðs-
loysið 4,3%.
Í Suðuroyar Norðaru
helvt eru nøkur og sjeyti
fólk arbeiðsleys.
Í øllum Føroyum er ar-
beiðsloysið 3,4% í miðal.
Sostatt er støðan í norð-
aru helvt í Suðuroy verri
enn í landinum annars.
Men í Syðru helvt í Suð-
uroy er hon so nóvar ferðir
verri.
80% minni í lønum
Formaðurin í vinnuráðnum
í Suðuroyar Syðru helvt
hevur eisini kannað, hvussu
nógv tey ymsu stóru fram-
leiðsluvirkini í økinum
hava goldið í lønum.
Hann hevur spurt virki
fyri virki um, hvussu stórar
útreiðslurnar til lønir vóru
fyrsta ársjfórðing í ár og so
hevur hann framskrivað
tølini fyri alt árið.
– Úrslitið er rætt og slætt
skelkandi. Heldur hendan
støðan fram, tað, sum er
eftir av árinum, verða út-
reiðslurnar til lønir heili
80% (áttati prosent), minni
enn tær vóru í 2002.
– Sostatt hava tey stóru
framleiðsluvirkini í Syðru
helvt í Suðuroy eina aftur-
gongd uppá skakandi 80%
ímeðan landið annars hevur
eina framgongd.
Samstundis skal havast í
huga, at tá eru tímalønirnar
enntá hækkaðar eini 9%.
Hann sigur, at hesa sein-
astu tíðuna eru fleiri av
framleiðsluvirkjunum aft-
urlatin.
Hann nevnir alingina
sum dømi.
– Í 2002 vóru 220 heil-
ársverk í alivinnuni.
– Nú eru 13 ársverk eftir!
Rói Hjelm sigur, at enn er
støðan í Vági ikki heilt so
ring, sum hon var í krepp-
uni í nítiárunum.
– Nú hava vit, hóast alt,
Als, sum loftar teimum,
sum missa arbeiðið.
Hinvegin er onki at taka seg
aftur í, at verður ikki okkurt
gjørt beinanvegin, kann
støðan skjótt gerast enn
verri enn hon var í níti-
árunum, tí tá vóru hóast alt
fleiri skip á fjørðinum, enn
tað eru nú og tá komu eisini
tey smáu fiskavirkini í
Vági, og tá var eisini ali-
vinnan í Suðuroy.
Men nú eru at kalla øll
fiskavirkini hildin uppat
aftur og alivinnan liggur
mestsum still, í hvussu so
er eina tíð afturat.
Kreppufundur í Vági
Rói Hjelm sigur, at tá ið
kanningin er liðug, er ætl-
anin at skipa fyri kreppu-
fundi í Vági.
Har er ætlanin at fáa pol-
itikarar av ymsum slagi
suður at umrøða støðuna.
– Tað er greitt, at hóast
framtøkini skulu fostrast í
økinum, er syðra helvt í
Suðuroy nú so niðurundir-
komin, at tað má eisini ein
politisk loysn, so gongd aft-
ur kann setast á ein fram-
burð.
Tað merkir, at tað slepst
ikki undan onkrum, serlig-
um politiskum stuðuli fyri
at fáa syðru helvt í suður-
oyar syðru helvt uppundan
aftur.
Rói Hjelm sigur, at tá fer
vinnuráðið eisini at leggja
nøkur uppskot fram, fyri,
hvussu syðra helvt í Suð-
uroy kann fáast á føtur
aftur.
Hann vil ikki nevna nøk-
ur ítøkilig uppskot enn.
Men tað er sannlíkt, at
hugskotið um at stovna ein
Suðuroyargrunn at stuðla
vinnuligum tiltøkum, fer at
verða sett framaftur.
– Í valstríðnum haldi eg
at tað bara vóru umboðini
fyri tjóðveldisflokkin, sum
ikki lovaðu at seta ein suð-
uroyargrunn á stovn. Allir
hinir flokkarnir beinleiðis
lovaðu veljarunum í Suð-
uroy, at ein slíkur grunnur
skuldi setast á stovn fyri at
sparka lív aftur í Suður-
oynna.
Hann sigur, at fólk í
syðru helvt í Suðuroy hava
ymisk hugskot um vinnulig
tiltøk, sum kunnu setast í
verk.
– Men tað, sum trot er á í
stórum, tað er vágafúsum
pengum.
Rói Hjelm minnir eisini
á, at tá ið samgongan varð
skipað, kunngjørdu politik-
arar úr samgonguni, at ein
skjótt arbeiðandi bólkur
skuldi setast beinanvegin,
at gera uppskot um, hvørji
tiltøk kundi setast í verk
fyri at fáa Suðuroynna á
føtur aftur.
Í hesum bólkinum skuldi
eitt umboð vera fyri hvønn
av teimum trimum sam-
gonguflokkunum, javnaðar-
flokkinum, sambandsflokk-
inum og fólkaflokkinum.
Men hann sigur, at enn
hava teir onki hoyrt aftur til
hendan bólkin.
– Enn hevur vinnulívið í
syðru helvt í Suðuroy so als
onki hoyrt til hendan bólk-
in, sigur Rói Hjelm.
Í vinnuráðnum fyri syðru
helvt í Suðuroy eru Rói
Hjelm, formaður, Helgi
Christiansen er næstformað-
ur, Alex Vilhelm er kassa-
meistari, Marita Vestergaard
er skrivari og Arni Bratta-
berg og Ebba Vágsheim eru
nevndarlimir.
Skelkandi gongd í syðru helvt í Suðuroy
Á havnarlagnum í Vági er aftur at steindeytt og at kalla øll virkini liggja still. Verða tiltøk ikki sett í verk beinanvegin, er syðra helvt í Suðuroy á veg í eina kreppu,
sum kanska verður djúpari enn tann í nítiárunum
Berlingarin leyg um Oskarsson
– Bæði í Danmark og
í Føroyum er talan
um stórar og grund-
leggjandi misskiljing-
ar, og tað er orsøkin
til rokið og kæruna
hjá Óla Jacobsen,
sigur formaðurin í
Búskaparráðnum,
Hermann Oskarsson.
Mikumorgunin helt
hann sama umstrídda
fyrilesturin í Tinga-
nesi, sum hann helt á
Christiansborg. Ikki
eitt orð varð sagt um
ein skaðiligan blokk
ella skattafrádráttin
hjá fiskimonnum
OSKARSSON
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Klokkan 11 mikumorgunin
helt Hermann Oskarsson
sama umstrídda fyrilesturin
fyri løgmanni og øðrum
áhugaðum í Tinganesi, sum
hann helt á nógv umtalaðu
ráðstevnuni á Christians-
borg herfyri.
Formaðurin í Búskapar-
ráðnum tók sjálvur stig til
fundin, og endamálið hevur
helst verið at beina burtur
allar tær grovu misskilj-
ingar, sum sambært honum
hava verið eftir ráðstevn-
una.
Í stuttum var vinnu-
politiski fyrilesturin um,
hvussu vit á skilabestan
hátt reka okkara vinnupol-
itikk, og hvat vit eiga at
nýta blokkin til og ikki.
Ikki eitt orð varð sagt um
skattafrádráttin hjá fiski-
monnum, sum hevur fingið
formannin í Fiskimannafel-
agnum at kæra Hermann
Oskarsson, og heldur ikki
varð nakað sagt um, at
blokkurin er skaðiligur.
Sostatt tykist kæran hjá
formanninum
í
Fiski-
mannafelagnum, Óla Jac-
obsen, at byggja á eina
grundleggjandi misskiljing.
Misskiljingar
Men sambært Berlingske
Tidende sigur tú, at ríkis-
veitingin er ein støðug hótt-
an at yvirhita búskapin og
síðani at elva til kreppu,
eins og tú finst at skattafrá-
dráttinum hjá fiskimonn-
um?
– Hatta havi eg ongantíð
sagt í mínum fyrilestri. Eg
havi ikki havt nakra sam-
røðu við Berlingske Tid-
ende, og greinin hjá teim-
um er bert bygd á mín fyri-
lestur. Blaðmaðurin hevur
sostatt lagt mær orð í
munnin, sigur formaðurin í
Búskaparráðnum,
Her-
mann Oskarsson. Leiðslan
á danska tíðindablaðnum
hevur sambært Hermanni
enntá viðgingið, at hann er
skeivt siteraður, og tí gav
greinin í Berlingaranum
eina grundleggjandi skeiva
fatan av boðskapinum hjá
Hermanni.
– Bæði í Danmark og í
Føroyum er talan um stórar
og grundleggjandi misskilj-
ingar, og tað er orsøkin til
alt rokið og kæruna, slær
Hermann Oskarsson fast.
Hann sigur, at essensurin í
fyrilestri hansara er at vísa
á, hvussu tað almenna eigur
at nýta sín pening, og har er
blokkurin íroknaður í við-
gerðini hjá Hermanni, sum
als ikki nevnir nakað um, at
hann er skaðiligur.
Hermann segði við byrj-
an
á
tíðindafundinum
mikumorgunin, at hann
vónaði ikki, at áhoyrararnir
gjørdust vónbrotnir, tí fyri-
lesturin hevur als ikki uppi-
borið tað uppmerksemi og
umtalu, hann hevur fingið.
Einki nýtt
Hermann Oskarsson sigur,
at øll sjónarmiðini í fyri-
lestrinum eru meiri ella
minni gomul sjónarmið,
sum hann fleiri ferðir fyrr
hevur sagt, og sum eisini
eru at finna á heimasíðuni
hjá búskaparráðnum.
– At eg skal hava slatrað
fyri dønum, er púra burtur-
við, og danski blaðmaðurin
á Berlingaranum hevur
helst funnið sjónarmið okk-
ara um sjómansfrádráttin á
heimasíðuni hjá okkum,
sigur Hermann Oskarsson.
Hann slær fast, at hann er
harðliga ímóti skattalættan-
um til fiskimenn, men hetta
eru gomul tíðindi, sum als
ikki varð grett orð um í
fyrilestri hansara.
– Tí er kæran frá Óla
Jacobsen eins og alt annað
ein misskiljing, slær Her-
mann Oskarsson fast, sum
mikumorgunin frá 11 til 12
helt nógv umrødda fyrilest-
urin í Tinganesi, sum ikki
var
so
kontroversiellur
kortini. Bert løgið, at bara
løgmaður av allari mann-
ingini í Tinganesi var til
staðar til fyrilesturin, sum
hevur fingið so nógva
umtalu.
– Mín fyrilestur sigur ikki
eitt orð um skattalættan hjá
fiskimonnum ella nakran
skaðiligan blokk, og eg havi
onga samrøðu havt við Ber-
lingske Tidende, sum hevur
lagt mær orð í munnin, sigur
formaðurin í Búskaparráðn-
um, Hermann Oskarsson.
Mikumorgunin helt hann
umstrídda fyrilesturin í
Tinganesi, sum ikki varð so
kontroversiellur kortini
Mynd: Jens Kristian Vang
– Eg eri sjálvur við-
haldsmaður av einum
fríum orðaskifti, men
fría orðaskiftið gong-
ur báðar vegir. Ert tú
sinnaður at úttala teg,
mást eisini tola, at
onkur finst at tær, sig-
ur Jóannes Eides-
gaard, løgmaður, um
mongu ákoyringar-
nar, ið Hermann Osk-
arsson fær í hesum
døgum
FYRILESTUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í Degi og viku í gjár fann
stjórin í Føroya Banka, Jørn
Astrup Hansen, hvassliga
at teimum atfinningunum,
ið hava verið ímóti for-
manninum í Búskaparráðn-
um, Hermann Oskarsson,
seinastu dagarnar. Jørn
Astrup Hansen helt atfinn-
ingarnar vera burturvið, og
metti tað er stak óheppið, at
Hermann fær slíka viðferð,
tí hann er ein av fáu ser-
frøðingunum, ið veruliga
torir at taka lut í føroyska
samfelagskjakinum.
Vit spurdu løgmann, Jó-
annes Eidesgaard, hvat
hann helt um mongu ákoyr-
ingarnar, ið Hermann Osk-
arsson hevur verið fyri
seinastu dagarnar.
– Eg eri sjálvur viðhalds-
maður av einum fríum
orðaskifti, men fría orða-
skiftið gongur báðar vegir.
Ert tú sinnaður at úttala teg,
mást eisini tola, at onkur
finnist at tær, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður.
Kunnandi fyrilestur
Mikumorgunin fingu løg-
maður
og
landsstýrið
loksins møguleika fyri at
hoyra nógv umrødda fyri-
lesturin hjá formanninum í
Búskaparráðnum,
Her-
mann Oskarsson, sum hann
helt á stevnunum um
blokkin hjá Norðuratlants-
bólkinum á Christiansborg
í farnu viku.
– Framløgan er nógv
merkt av, at tað er ein bú-
skaparfrøðingur,
sum
greiðir frá. Hann sær bú-
skapin eitt sindur øðrvísi,
enn vit politikkarar eru
vanir við. Viðgerðin hjá
Hermanni fór heilt aftur í
60 árini og fram til dagin í
dag. Vit hugsa vanliga bert
í einum fíggjarári, so fyri-
lesturin var avgjørt áhuga-
verdur, sigur Jóannes Eid-
esgaard, løgmaður.
Tað var Hermann Osk-
arsson sjálvur, ið heitti á
landsstýrið um at sleppa
halda nógv umrødda fyri-
lesturin fyri teimum.
– Fundurin var rættiliga
kunnandi, og hann peikaði
á fleiri økið, sum avgjørt
kunnu vera eitt íkast til
vinnupolitiska kjakið, sigur
løgmaður at enda.
Hermann má tola atfinningarnar
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, var millum áhoyrararnar í Tinganesi mikumorgunin, tá
Herman Oskarsson helt fyrilestur
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4