hósdagur 10. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 108 - 10. juni 2004
Nr. 108 - 10. juni 2004
7
Hjá føroyingum er
blokkurin einasta
trygga inntøkan í
einum ótryggum
búskapi, segði Lisbeth
L. Petersen, fólka-
tingslimir í orðaskifti
á Fólkatingi, har hon
eisini umrøddi um-
stríddu ráðstevnuna
hjá norðuratlants-
blokkinum
RÍKISFELAGS-
SKAPURIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eftir ráðstevnuni hjá
Atlantsblokkinum at døma,
hava føroyingar ikki brúk
fyri blokkinum úr Dan-
mark. Tvørturímóti er hann
skaðiligur og ein orsøk til,
at føroyski búskapurin fer
upp á kók.
Í orðaskiftinum, sum var
á Fólkatingi nú ein dagin,
segði Lisbeth Petersen, at
danir sótu eftir við teirri
fatan, at føroyingar mis-
brúktu tey fíggjarligu rætt-
indi, vit høvdu frá danska
statinum.
– Aftaná slíkan boðskap,
er tað sjálvsagt, at danskir
politikarar gera vart við seg
og vilja hava broytingar.
Lisbeth Petersen sigur, at
hetta er ein linja, sum er í
fullum samsvari við polit-
ikkin hjá undanfarna lands-
stýri og har allir miðlar
vórðu brúktir fyri at vísa á
alt tað negativa við ríkisfel-
agsskapinum,
Men hon gjørdi samstun-
dis vart við, at hetta er ikki
áskoðanin hjá hesum lands-
stýrinum.
– Í ríkisfelagsskapinum
hava vit rættindi, sum vit
ikki skulu misbrúka, men
brúka á forsvarligan hátt.
– Tí skulu komandi sam-
ráðingarnar ímillum Føroy-
ar og Danmark um blokkin
byggja á á veruleikan – og
blokkurin er ein samráðing-
arspurningur.
Elvt til stórar
trupulleikar
Lisbeth L. Petersen vísti á,
at tað hevði elvt til stórar
trupulleikar í Føroyum, at
undanfarna
landsstýrið
skerdi blokkin 367 milli-
ónir um árið.
– Fyri fyrstu ferð í fleiri
ár, er hall á fíggjarlógini.
Hon segði, at annars at
eftir ráðstevnuna hjá norð-
uratlantsbólkinum, høvdu
nógv fingið tað fatan, at
føroyski búskapurin var ov
heitur. Men hesum var hon
alt annað enn samd um og
hon vísti á fleiri viðurskifti,
sum skuldi vísa á tað
øvugta.
• Húsaprísirnir
í
Havn
standa í stað, men úti um
landið eru teir fallandi.
• Arbeiðsloysið í Føroyum
veksur skjótt og útgjaldið
hjá ALS er hækkað.
• meiri enn 50% hetta sein-
asta árið. Og útgjaldið úr
fiskavirkisskipanini hjá
ALS er hækkað næstan
100%.
• Alivinnan skuldi geva
okkum eitt bein at standa
á afturat fiskivinnuni,
men alivinnan er í svárari
kreppu.
• Føroyska
fiskivinnan
stendur seg sum heild illa
og partar av fiskiflotan-
um eru beinleiðis hóttir.
– Sostatt er blokkurin
einasta trygga inntøkan í
einum ógvuliga ótrygum
búskapi – og sostatt er
blokkurin heldur ikki so
einfalt mál at loysa í einum
sera viðbreknum búskapi,
sum bara hevur eitt bein at
standa á, segði Lisbeth
Petersen á fólkatingi.
Orsøkin til at før-
oyskir politikarar
taka so ógvusliga til
orðanna ímóti ráð-
stevnuni hjá Norður-
atlantsbólkinum, er,
at fjáltur er komin á
teir, heldur Lisbeth L.
Petersen, fólkatings-
limur úr sambands-
flokkinum
RÍKISFELAGS-
SKAPURIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nú er rættiligur fjáltur við
at koma á føroyskar politik-
arar.
Tað sigur annar føroyski
fólkatingslimurin, Lisbeth
L. Petersen.
Í kjalarvørrinum á um-
stríddu ráðstevnuni hjá
Norðuratlantsbólkinum í
Keypmannahavn,
hava
fleiri politikarar, eisini løg-
maður og landsstýrismenn,
skuldsett
norðuratlants-
bólkin fyri at øsa danir upp
ímóti føroyingum og fyri at
taka grundarlagið undan
eini avtalu frá 1998 ímill-
um Føroyar og Danmark,
har tað verður staðfest, at
tað er landsstýrið, sum hev-
ur ábyrgdina av fíggjar-
politikkinum í Føroyum.
Hetta eru hørð orð. At-
finningarnar eru so harðar,
at tað eru enntá tey, sum
siga seg verða skelkað av
teimum hørðu viðmerk-
ingum, sum eru falnar.
– Men eg haldi, at hetta
er ein avleiðing av, at fjáltur
er komin á politikarar.
Og tað heldur Lisbeth L.
Petersen ikki vera so løgið,
tí sporini ræða.
– Tað er væl skiuljandi, at
fjáltur er komin á føroyskar
politikarar. Teir minnast,
hvussu vánalig viðurskifti
vóru ímillum føroyingar og
danir upp ígjøgnum tað
mesta av nítiarunum.
– Hesi seinastu árini hev-
ur friður verið og viður-
skiftini ímillum Føroyar og
Danmark hava verið góð.
– Men nú eru danskir polit-
ikarar aftur farnir at røra í
pottinum í sambandi við
blokkstuðulin og tað eru
enntá teir, sum krevja, at
blokkurin til Føroya verður
endurskoðaður.
Danir eru eisini farnir at
fýlast á føroyskan skatta-
politikk og tann frádrátt,
sum fiskimenn fáa.
Lisbeth L. Petersen hel-
dur, at føroyskir politikarar
stúra fyri, at hetta er byrjan-
in til eitt nýtt stríð ímillum
Føroyar od Danmark.
– Serliga nú tíðirnar eru
farnar at versna aftur, stúra
føroyskir politikarar fyri, at
danir fara at skerja blokkin
at og leggja seg út í føroysk
viðurskifti og tað kann vera
til stóran skaða fyri før-
oyskan búskap.
Og tað ræðast teir, tí taka
teir so ógvusliga til orðanna
ímóti ráðstevuni, heldur
hon.
– Skera danir blokkin,
ella taka hann heilt av, skal
nógv til, áðrenn teir fara at
hækka hann aftur og tí eru
føroyskir politikarar blivnir
nervøsir av tí, sum er ført
fram í Danmark í kjalar-
vørrinum á ráðstevnuni hjá
Norðuratlantsbólkinum,
sigur Lisbeth Petersen.
Óheppið
Tí Lisbeth Petersen eisini,
at ráðstevnan í Keyp-
mannahavn var óheppin.
– À hesi ráðstevnuni
fingu danir at vita frá før-
oyskum serfrøðingum, at
stórur vandi er furi, at
blokkurin hita búskapin.
– Og tað er skaðiligt at
hita búskapin.
Ì kjakinum, sum hevur
tikið seg upp í kjalarvørrin-
um á rástevnuni, hava vilja
danskir politikarar hava
blokkin til Føroyar endur-
skoðaðan.
Hetta heldur Lisbeth L.
Petersen vera eina reaktión,
sum er væl skiljandi.
– Útfrá tí, sum varð ført
fram á ráðstevnuni, er
reaktiónin frá donskum
politikarum púra natúrlig.
– Teir vilja treyðugt gera
støðuna í Føroyum verri
enn hon er og tí er tað ein
púra natúrlig reaktión hjá
einum donskum politikara,
sum fær at vita, at hann
sendir eina milliard um árið
til Føroya, sum kanska er
við til at skaða føroyskan
búskap.
Sjálvur blokkstuðulin er
góðar 600 milliónir, men
harafturat batala danir eis-
ini løgreglu og dómsvald,
so tilsamans betala danir
eina milliard til Føroya um
árið.
– Men Lisbeth L. Peter-
sen sigur eisini, at sum
føroyingur er hon eisini
kedd av at síggja, hvussu
illa viðfarnir, føroyingar
verða í summum av teimum
blaðgreinum, sum hava
verið í Berlingske Tidende í
kjalarvørrinum á ráðstevn-
uni.
– Har verður ein ógvuliga
negativ mynd málað av før-
oyingum. Har verða Føroy-
ar skýrdar sum eitt skatta-
paradís, frádrátturin til
fiskimenn verður kallaður
ein gávubúð og inntøkurnar
hjá fiskimonnum verða
nevndar ein órímilig lønar-
veitsla.
Tí heldur Lisbeth. L.
Petersen samanumtikið, at
tað var stak óheppið at
halda eina ráðstevnu sum
hesa í Keypmannahavn.
– Men endamálið hjá
Norðuratlantsbólkinum er
at fáa loysing frá Danmark.
Hetta er greiða endamálið
hjá bólkinum, hóast Høgni
Hoydal átti at vita, at loys-
ingarvongurin í føroyskum
politikki hevur mist meiri-
lutan.
– Og ein máti hjá bólkin-
um at fáa sín boðskap fram,
er at skipa fyri ráðstevnum.
Og tað sigur seg sjálvt, at
teir fara ikki at halda eina
ráðstevnu, sum gongur
ímóti teirra endamáli.
Lisbeth L. Petersen: Nú er fjáltur
komin á politikarar
Í kjalarvørrinum á ráðstevnuni hjá norðuratlantsbólkinum sita
danskir politikarar eftir við eini fatan av, at blokkurin er ein
vansi fyri føroyskan búskap og tað er sera óheppið, sigur Lisbeth
L. Petersen, fólkatingslimur
Bara ein trygg inntøka í
einum ótryggum búskapi
Komandi samráðingarnar um blokkin skulu byggja á
veruleikan og ikki á boðskapin um, at hann er ein ríkisveiting,
sum vit misbrúka, segði Lisbeth Petersen á Fólkatingi
Keitúrarnir hjá
mongum havnar-
borgarum fara nú í
søguna. Hetta kemur
av altjóða reglum,
sum siga, at atløgu-
økið hjá ferðafólka-
og farmaskipum, sum
koma úr útlondum,
skulu stongjast.
Eingin óviðkomandi
skal sleppa til økið, og
grundgevingin er
óttin fyri yvirgangi
HAVNALAG
Eydna Skaale
eydna@sosialurin
– 1. juli koma reglurnar í
gildi, so nakrar dagar
áðrenn tað, fara vit at
avbyrgja keiøkið. Tað sigur
Jónsvein Lamhauge, stjóri
á
Havnaskrivstovnuni.
Reglurnar siga, at øll
ferðafólka- og farmaskip,
sum eru yvir 500 brutto-
tons, skulu verða óatkomi-
lig
hjá
ørindaleysum.
Vestara vág verður stongd,
tá ið skip liggja, annars
verður hon opin.
Men av tí, at tað stendur
so nógvur farmur á keiøk-
inum og út eftir molanum,
verður hetta økið stongt av
permanent. Eystara bryggja
verður umgyrd av einum
høgum hegni. Eitt portur
verður sett í, har vaktarhald
fer at vera tá trafikkurin er
mestur, t.v.s. gerandisdagar,
tá fólk er til arbeiðis úti á
økinum og tá skip leggja at
ella fara.
– Ørindaleys sleppa ikki
út á økið longur. Hevur tú
eitt ørindi har úti, mást tú
tosa við vaktina, um at
sleppa inn, og tá mást tú
kunna vísa á hvørji tíni
ørindi eru.
Hevur tú ørindi uttan fyri
mest trafikkeraðu tíðina,
t.v.s. tá eingin vakt situr við
portrið, mást tú ringja til
vakthavandi hjá Tórshavnar
Havn, og so metur hann
um, hvørt ørindini eru nóg
átroðkandi til, at hann skal
koma oman at læsa upp,
greiðir Jónsvein Lamhauge
frá. Tey, ið arbeiða har úti
fáa eitt kort, sum tey skulu
draga ígjøgnum eina sleðu,
so portrið fer upp.
Jónsvein sigur víðari, at
hetta er nakað, ið liggur
uttan fyri ávirkanina hjá
Tórshavnar Havn.
– Hetta eru altjóða reglur,
ið koma frá IMO, ið merkir
International
Maritime
Organisation. Tað er ein
felagsskapur, ið setur øll
krøv hvat viðvíkur sjógvi,
sigling og skipum. Um vit
ikki fylgja hesum reglun-
um, kann tað fáa álvar-
samar fylgjur, sigur hann.
– Um t.d. Blikur leggur at
hjá okkum, og vit ikki lúka
øll altjóða krøv, so kann
skiparin á Bliki vænta, at
hann ikki sleppur at leggja
at í næstu havn, hann kem-
ur til. Havnafútin har kann
nevniliga nokta skipum at
leggja at, um hann sær, at
tey koma frá eini havn, ið
ikki hevur hesar altjóða
trygdarreglurnar í gildi,
greiðir Jónsvein frá.
– So um vit slaka á hes-
um økinum, kann tað fáa
álvarsamar fylgjur fyri alt
samfelagið. Tað fer sjálv-
sagt at ávirka inn- og út-
flutningin munandi, um
farmaskip
okkara
ikki
sleppa at leggja at.
Hann sigur tó, at tað ikki
bert eru havnirnar, ið koma
at merkja munin. Eisini
skipini koma undir hetta
nýggja trygdartiltakið. 1.
juli skulu øll farma- og
ferðafólkaskip vera upp-
daterað.
Suðringar merkja
munin
Onkuntíð leggur Smyril at
heilt úti á molanum, t.d. tá
Norrøna liggur við kei.
Higartil hava fólk kunna
koyrt ella spákað út til
skipið, men tað verður nú
broytt.
– Bilar, sum skulu við
Smyrli, sleppa at koyra út á
molan
undir
strongum
eftirliti. Tey, ið ikki hava
bil, verða nú noydd at koma
á Farstøðina, og so koyra út
á molan við einum bussi, ið
verður settur inn til enda-
málið. Og tá Smyril leggur
at, verður tað sjálvandi á
sama hátt, at ein bussur
stendur og bíðar tá lagt
verður at. Hann koyrir so
øll, ið ikki hava bil inn á
Farstøðina. Um fólk koma
at taka ímóti ferðafólki við
Smyrli, eru tey noydd at
bíða á Farstøðini eftir hes-
um góða bussi, sigur Jón-
svein.
– Hetta verður sama
skipan, sum vit kenna frá
teimum størru flogvøllun-
um, greiðir hann frá.
Hann sigur, at teir á
Havnaskrivstovuni frøðast
um, at hesar reglur nú koma
í gildi, tí keiøkið er eitt
vandamikið økið at vera á.
– Tað er eitt arbeiðsøkið,
við stórum byngjum og
nógvum farmi. Tað er av-
gjørt ikki heilt vandaleyst
hjá óviðkomandi at ganga
og mala har úti. So við hes-
um reglunum fáa vit endi-
liga bast tí trupulleikanum
og óttanum fyri vanlukk-
um, sigur hann.
Kappróðurin
Nógv eru tey, ið tó ikki eru
so fegin um avgerðina at
steingja molan. Har er
dagliga nógvur trafikkur,
serliga í hesum tíðum, nú
kappróðurin er í gongd.
Hvørt kvøld eru nógvir
bilar og hyggja hvussu
gongst
ymsu
bátunum
undir venjing. Hetta verður
eftir 1. juli av ongum.
– Á ólavsøku verður
loyvt at fara inn á keiøkið
undir kappróðrinum, tó
verður tað undir strongum
eftirliti. Vit fara at hava
vaktir
allastaðni,
sum
tryggja, at fólk ikki fara
malandi nakrastaðni, sum
tey ikki skulu vera. Tey
sleppa at vera framvið kei-
kantinum sjálvum, men
størsti partur av keiini
verður tó framvegis stongd-
ur, staðfestir hann.
Nýggja skipanin skal
vera komin í gildi 1. juli,
men sum nevnt fara teir at
seta hegnini upp nakað fyri
tað. Við hesum fer ein gam-
al býarsiður í søguna, so nú
er at njóta túrarnar út á
molan, meðan til ber.
Nú verður keiøkið stongt
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6