Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juni 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 108 - 10. juni 2004 Nr. 108 - 10. juni 2004 9 - Nógvir fyrimunir eru við nýggju skip- anini. Hetta fer fyrst og fremst at tryggja kundanum eina betri og skjótari tænastu, tí bíðitíðin í telefonini verður stytt munandi. Men her verða eisini pengar at spara, ætl- andi eini 250.000 kr árliga. sigur Jan Christiansen, borg- arstjóri BÝRÁðIÐ Eydna Skaale Eydna@sosialurin Tórshavnar býráð hevur í mong ár havt eina gamla telefonskipan, við einum vekslara. Við tí skipanini, var bert gjørligt hjá einum kunda at vera á linjuni í senn. Eitt fólk sat so og tók telefonina og stillaði teg um til rætta viðkom- andi. Um rætti viðkomandi ikki var á skrivstovuni, men t.d. á fundi, mátti tú sum kundi bíða ímeðan tað ringdi. Síðani vart tú still- aður um aftur til vekslaran, ið so kundi royna at stilla teg um til onkran annan. O.s.fr. Nú verður hetta broytt. Nýggja skipanin gongur yvir edv skipanina, og við henni kunnu tveir kundar koma ígjøgnum í senn. Telefonfólki sær beinan- vegin á telduni um viðkom- andi, tú skalt tosa við, er inni, og tað sparir tær nógva bíðitíð í horninum. Jan Christiansen, borgar- stjóri, sigur, at gamla skip- anin var niðurslitin, og at tað tískil partvís var bráð- neyðugt at skifta skipan nú. – Tað eru 533 telefonir knýttar at býráðnum. Hig- artil hava vit goldið fast- gjald fyri hvørja einstøku telefonlinju, so tit kunnu ætla, at tað er ein stór tele- fonrokning. Vit hava eisini goldið fyri hvørja einstøku samrøðu, eisini tær, sum hava verið innanhýsis í bý- ráðnum. Við nýggju tele- fonskipanini, sum er sam- antvinnað við telduskipan- ina, verða innanhýsis sam- røðurnar ókeypis. Vit fara heldur ikki longur at gjalda fyri hvørja einstaka linju, sigur hann. Jan Christiansen greiðir frá, at nýggja skipanin kostar 950.000 kr, men á býráðnum vænta tey skjótt at hava spart hetta innaftur. -– Við at avtaka tær føstu linjurnar, vænta vit at spara eini 250.000 kr árliga. Og vit ætla, at allir partar av býráðnum skulu undir skip- anina. Fyrsta dagin verður býarbókasavnið innlimað, og síðani koma øll hini feløgini so við og við. Fyrst øll tey, sum eru her í um- ráðnum, síðani allir skúlar í kommununi og seinast verða barnagarðar og dag- røktir eisini innlimað, greiðir borgarstjórin frá. Í sambandi við broyting- ina hevur býráðið fingið sær nýtt tlf nr, sum er 302010. Føroya Tele er veitari – Vit fóru út at leita eftir bestu skipanini til tann besta prísin, og tað fingu vit frá Føroya Tele. Hetta er tað nýgjasta nýggja, sigur Jan Christiansen. Skipanin frá Føroya Tele eitur Meridia, og er tann størsta skipanin, sum Før- oya Tele hevur. Teir hava arbeitt í fýra mánaðar við býráðnum, og hetta er tann størsta installatiónin, sum teir nakrantíð hava gjørt. Tað sermerkta við hesi skipanini er, at nýggja tøknin, sum kemur fram, verður bygd uppá skipanina allatíðina. Tú skalt tískil allatíðina kunna varveita 80% av tí, tú hevur keypt. Á henda hátt er ikki neyð- ugt at skifta alla skipanina út eftir nøkrum árum, tá tøknin hevur yvirhálað tað, sum í dag er tað nýggjasta. Tórshavnar Býráð fingið nýggja tlf-skipan Skipa fyri skeiði í nevndararbeiði Tann 10. september skipar Arbeiðsgevara- felagið fyri skeið í nevndararbeiði, upp- lýsir Vinnuhúsið. Endamálið við skeið- num er at viðgera grundleggjandi við- urskifti í sambandi við nevndar arbeiði. Hvussu skipar eitt felag seg á bestan hátt tá tað kemur til ar- beiðsháttin hjá nevnd og stjórn? Evnið var frammi á Vinnudegnum í fjør, og sum íblástur til at viðgera evnið nærri gav Føroya Arbeiðs- gevarafelag út ein bókling um virkis- leiðslu við serligum denti á nevndararbeiði. Nú verður hetta fylgt upp við einum skeiði um evnið. Viðgjørt verður mill- um annað: – Nevndar arbeiði generelt, eisini sæð í mun til lógarligt grundarlag – Viðurskifti millum nevnd og stjórn – Viðurskifti millum nevnd og grann- skoðarar – Leikluturin hjá nevndini í at menna felagið Skeiðið er ætlað ver- andi og komandi leiðslum (nevndar- limum og stjórum) á meðalstórum virkjum. Skeiðshaldarar vera Jógvan E. Ellefsen, advokatur, Rúni M. Hansen, stjóri, Malan Johansen, samskipari, og Klaus Rasmussen, statsaut. grannskoðari. Skeiðið verður hild- ið fríggjadagin 10. september, klokkan 8:00-17:00 á Hotel Føroyum. Tað kostar 3.250 krónur at luttaka íroknað tilfar og mat. Limir í Føroya Ar- beiðsgevarafelag rinda 3.000 krónur. Pláss er fyri 20 luttakarum. Tað ber til at melda seg á www.industry.fo ella við at senda teldupost til malan@industry.fo, alternativt við at ringja til Vinnuhúsið á tele- fon 311864. industri.fo Andrass Róin, formaður í Føroya Tele, og Jan Christiansen, borgarstjóri, hava júst roynt/ royna her nýggju telefonskipanina, sum væntandi fer at spara býráðnum nógvar pengar árliga Mynd: Jens Kristian Vang TÍÐINDASKRIV Nú Bitland veruliga er komið í gongd, er stundin komin til handa at kunna um teir altjóða vinnumøgu- leikar, ið koma í kjalar- vørrinum á Bitland. Bitland hevur sín egna búskap uttan stert og Bitland verkætlanir noyðast at tillaga seg broyttar altjóða arbeiðstil- gongdir. Bitland skipar saman við Menningarstovuni fyri BitTingi, har kunna verður um altjóða vinnumøgu- leikar og tær verkætlanir sum Bitland arbeiðir við. Bakgrund Bitland varð stovnað sum smápartafelag 29. januar 2004. Seinastu fýra mán- aðirnar hava nevnd og stjórn gjørt virkisætlan fyri Bitland og eru farin at tryggja Bitlandi inntøkur, so at felagnum verður lív lagað. Nógv prosjekt eru í umbúnað, og Bitland er longu virkið í fleiri. Endamál Endamálið við hesum BitTingi er at kunna um virksemið hjá Bitlandi og at vísa á broytingar, ið fara fram úti í heimi, og sum geva føroyskum fyritøkum vinnumøguleikar í sam- bandi við kunningartøkni. Innihald Á BitTinginum fer Tróndur Djurhuus, formaður í Bitlandi, at tosa um Bitland sum ein búskap við høvdi, men uttan stert. Ólavur Gregersen, stjóri í Bitlandi, fer at greiða frá um virkisætlanina hjá Bitlandi og um verkætlanir, sum Bitland arbeiðir við ella sum eru í umbúna. Henrik Hansen, sum er menningarstjóri hjá Canon og nevndarlimur í Bitlandi, fer at halda fyrilestur um vinnumøguleikar hjá før- oyskum fyritøkum í sam- bandi við altjóða broytingar í arbeiðstilgongdum. Hann sigur m.a., at um KT verður brúkt rætt, so er Australia ein partur av føroyska heimamarknaðinum… Eftir BitTingið bjóðar Bitland til LoftTing, har ið høvið verður at fáa eitt prát, ein bita og okkurt afturvið. Málbólkur Málbólkurin eru stovnar, virkir og privatfólk, sum hava áhuga í Bitlandi. Tíð og stað BitTingið verður hósdagin 10. juni 2004 frá kl. 15.00 til 17.00 á Hotel Føroyum. Meira kann lesast um BitStovuna á www.bitland.fo ella við at ringja til samskiparan Steinbjørn í Dali á Menn- ingarstovuni tlf. 353117. Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er kr. 300,- uttan mvg. BitClub og BitForum limir fáa 50% avsláttur. Seinasta freist at boða frá luttøku er mikudagin 9. juni 2004. Bitland og altjóða vinnumøguleikar Næmingarnir í fimta flokki í Hvalbiar Skúla hava í hesum skúlaárinum sjálvi skrivað eina bók, og í gjár fingu børnini bókina handaða BARNABØKUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nógv verður tosað um, at tað er umráðandi at gera undirvísingina í fólkaskúl- an fjøltáttaða, so at børnini ikki missa hugin at læra. Ein háttur at gera undirvís- ingina meiri fjøltáttaða er, at arbeitt verður tvørtur um lærugreinar. Í fimta flokki í Hvalbiar Skúla hevur í seinastuni verið arbeitt saman í føroyskum og søgu, og burtur úr tí sam- starvinum er ein bók kom- in, ið kallast »fimti á ferð«. Skuldu skapa eitt samfelag Mikudagin vóru næming- arnir úr skúlaflokkinum í Hvalba í Havn eftir bókini, og vit hittu tey inni á gólv- inum hjá ReproZ, sum hev- ur sett bókina upp, og har fingu vit orðið á tveir av næmingunum, Rógva og Gunnvá. Tá ið vit spurdu tey, hvussu hugskotið til bókina kom, vóru tey skjót at svara: – Vit høvdu søgu einaferð í heyst, og har fingu vit eina uppgávu um, at vit sjálvi skuldu gera eina grundlóg fyri okkara egna samfelag, ið skuldi verða á eini oyggj. Síðani kom føroyskt eisini uppí, og vit skuldu skriva eitt sindur um lívið á oynni, greiða teir báðir næming- arnir frá. Tá ið vit høvdu arbeitt eitt sindur við uppgávuni, kom onkur við hugskotin- um um at gera tað til eina bók, men tað var ikki mein- ingin, at tað skuldi gevast út á nakran hátt. Ætlanin var bara, at vit skuldu skriva søgurnar, og so printa tær út á pappírið, sum vit so sjálvi heftu saman til bók, ið vit sjálvi kundu eiga, siga Rógvi og Gunnvá. Ein kapittul hvør Mannagongdin í arbeiðin- um var tann, at lærararnir gjørdu inngangin til bók- ina, og síðani vóru yvir- skriftir settar á tey einstøku kapitullini. Tá ið bókin soleiðis var deild upp í kapittul, bleiv kastað lut millum næmingarnar, so at tey fingu eitt tilvildarligt kapittul í part. Eftir at føroysktlærararin hjá fimta flokki hevði skrivað fyrsta kapittul, hevði næmingurin, ið skuldi skriva annan kapitt- ul, eina viku til at skriva sín part. Soleiðis var hildið fram, til bókin var liðugt skrivað. Tey bæði, Rógvi og Gunnvá, halda tað verða sera spennandi at arbeiða á henda hátt, og tey høvdu fegin roynt tað einaferð afturat. Rógvi fekk hugskotið til útgávuna Sum áðurnevnt var ætlanin bert at prenta bókina út á pappír, og ongantíð var tosað um at geva hana út á nakran hátt. Men ein av næmingunum, Rógvi, helt tó, at tað hevði verið stutt- ligt at fingið bókina setta upp og prentaða av serkøn- um fólki, soleiðis at talan gjørdist um eina veruliga bókaútgávu. – Eg kenni Eyðun, sum arbeiðir á ReproZ, og tí spurdi eg hann, um tað hevði borið til at fingið bókina útgivna, og hvussu nógv tað hevði kostað. ReproZ sendi okk- um síðani eitt tilboð, og vit tóku av, greiðir Rógvi frá. Tey bæði, Rógvi og Gunnvá, eru eins og allir hinir floksfelagarnir ikki sørt errin av nýggju bókini, og hóast tað ikki var serliga hugaligt at sigla til Havnar mikumorgunin, so eru tey fegin um at standa við bók- ini í hondini í hølunum hjá ReproZ við Grønlandsveg- in í Havn, og hvør veit, kanska er hetta spírin til nøkur nýggj stjørnuskot í føroyska rithøvundaheim- inum. Mánadagin fara næming- arnir í fimta flokki í Hval- biar Skúla at vísa bókina fram fyri skúlafeløgunum í heimbygdini. Bókin, ið er 47 blaðsíður, er prentað í 500 eintøkum og kostar 100 krónur. Hon fæst við at venda sær til Hvalbiar Skúla. Nú summarið nærkast, eru tey fyrstu útlendsku ferðamannaskipini kom- in til landið. Í gjára- morgnin kom enska skipið »Sundream« á Havnina við 1080 ferða- fólkum. Hetta er triðja ferðamannaskipið, sum vitjar høvuðsstaðin í ár, og higartil hava ikki færri enn 43 ferða- mannaskip boðað frá, at tey ætla sær at vitja Havnina í ár. Seinasta fráboðaða vitjanin verð- ur í seinnu helvt av sep- tember mánaða. Tey gott og væl túsund ferðafólkini umborð á »Sundream«, ið øll eru bretsk, valdu tey flestu at nýta dagin til at spáka sær ein túr í Havn, og kanska hyggja inn á gólvið á onkrum av søvninum í høvuðsstaðn- um, verður sagt av Kunn- ingarstovuni í Havn. Tó fóru nøkur teirra farin ein heildagstúr í Norð- oyggjar, áðrenn skipið fór av aftur Havnini um nátturðatíð mikukvøldið. Tey 1080 ferðafólkini hava tað óivað gott um- borð á enska skipinum, tí manningin telur ikki færri enn 500 fólk. tn Fyrstu ferða- skipini komin Ungir rithøvundar úr Hvalba Næmingarnir í fimta flokki í Hvalba eru sera ernir um nýggju bókina »fimti á ferð«, ið tey sjálvi hava skrivað Mynd: Álvur Haraldsen Tey bæði Rógvi og Gunnvá halda tað hevur verið sera læruríkt at skriva bókina, sum tey nú fara undir at selja Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 9 8