Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juni 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 108 - 10. juni 2004 Nr. 108 - 10. juni 2004 11 Nú um dagarnar vitjaðu ovastu leiðararnir úr Hetlandi, Orknoyggjum og Suðuroyggjum (Hebridunum) í Føroy- um. Endamálið við vitjanini var at knýta tættari bond mill- um hesar tríggjar oyggjabólkarnar og okkara egna. Løg- maður varð vertur fyri vitjanini og hevur hann vónir um at menna samvinnuna við hesar tríggjar oyggjabólk-arnar fyri sunnan. Samstarv við hesar okkara grannar er einki nýtt. Søgulig bond knýta okkum saman. Og hvør minnist ikki sam- starvið á ítróttarøkinum, har vit í mong mong ár leiktu fótbólt móti hvørjum øðrum. Ítrótturin er so eitt, men møguleikarnir fyri samvinnu eru so nógvir. Her ikki minst á mentanarøkinum, har eitt nú tónleikurin hevur stóran týdning. Men eisini á búskaparliga økinum eigur at verða møguleiki fyri at byggja brýr millum oyggjabólkarnar, og her er ferðavinna eisini ein náttúrligur partur. Hóast mentaninar eru ymiskar, so finst ein týðandi felags- nevnari, og hann er, at vit eru øll oyggjabúgvar, føroy- ingar, hetlendingar, orknoyingar og suðurlendingar. Tað vil altíð vera nakað serstakt og nakað felags fyri fólk, sum liva og búleikast í oyggjum, og nettupp tí eiga vit í fram- tíðini í størri mun at líta suðureftir til okkara grannar á nevndu oyggjabólkum. Tíðin og tær broytingar, sum eru í eitt nú flutningi, gera eisini, at tað í framtíðini vil vera lættari at knýta vinabond og samstarv. Higartil hava vit havt tilknýti til størri lond, hvat eisini er náttúrligt. Men vit eiga ikki at undirmeta týdningin av eisini at kunna taka saman hendur við okkara javnlíkum, oyggjabúgvunum fyri sunnan. Ikki bara tí at vit skulu hava nakað burtur úr einum slíkum samstarvi, men eisini tí, at vit við okkara samfelagsskipan og okkara vælferð og serstøðu kunnu hava nakað at geva teimum. Tað var tí eisini skilagott og rætt av undanfarna ráðharra í norðurlandamálum, Høgna Hoydal, tá hann royndi at virka fyri størri samvinnu við hesar oyggjabólkar og royndi at skapa áhuga fyri teimum í Norðurlandaráðnum. Tað er so at vóna, at núverandi myndugleikar her heima fylgja hesum upp og gera sítt til at byggja brýr ikki bara millum Føroyar og hesi oyggjasamfeløgini men eisini millum Norðurlond sum heild og hesi smáu oyggja- samfeløg, sum eisini hava eina søgu, ið er nær tengd tí norrønu mentanini. Norrøna og Smyril Line er so ein liður í umrøddu menning. Vit mugu so bara vóna, at góða sambandið, brúgvin, sum Norrøna byggir millum okkum og Hetland, verður brúkt til nakað positivt. Vit eiga at taka hetlendska ynskið um at halda lív í Smyril Line sum nakað positivt, tí nettup at vera saman um ábyrgd og vinning, gevur íblástur og skapar eina sunna menning. Hyggja vit nøkur ár fram í tíðina, tá er uttan iva stórt virksemi í sambandi við olju og gassframleiðslu í hesum stóra økinum vit kalla Atlantsmótið. Ein slík gongd kann so aftur koma at seta samvinnuna millum oyggjarbólkarnar í enn størri fokus. Ja hvør veit, kanska oljuríkidømið um okkara og teirra leiðir kann koma til at skunda undir eina menning av øllum økinum, ið allir fýra oyggjarbólkarnir og samfeløgini her kunnu hava stóran ágóða av, hvør sær og saman. Vit heilsa útbygdum samstarvi millum Føroyar, Hetland, Orknoyggjar og Suðuroyggjar vælkomnum. DAGSINS MEINING Sosialurin Samstarv millum oyggja- samfeløg á Atlantsmóti VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Heri Mohr til frøðingar og serfrøðing- ar í roknskapargerð og - viðgerð á lágum og høgum stigi við spesiali í almenn- um fíggjarlógum, og annars til øll við vanligum viti og skili. Við støði í fylgjandi pá- standum, sum fyrrverandi landsstýrismaður við fíggj- armálum, Karstin Hansen, og verandi formaður í Bú- skaparráðnum, Hermann Oskarsson, hava postulerað bæði úti og heima, nevni- liga: at yvirskot landskassans í nøkur ár hevur verið ógvu- liga høgt, og at minni enn ein triðingur av tí danska stuðlinum verður brúktur í samfelagnum, og at landskassin síðani 1993 hevur bara brúkt 10% av blokkinum úr ríkiskassan- um, ljóðar intelligens- royndin soleiðis: 1. Í bóklinginum: "Frá heimastýri til fullveldi", sum í 2000 varð borin í hvørt heim í Føroyum, er tilskilað: "Yvirskotið hjá tí almenna hevur nú í nøkur ár verið ógvuliga stórt. Í ár 2000 verður minni enn ein triðingur av tí danska stuðulinum brúktur í samfelagnum. Restin fer til samanspar- ing, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd"(!!). Karstin Hansen, fyrrverandi landsstýrismaður við fíggjarmálum, sum legði navn til 5 fíggjarlógir (1999-2003), kundi hóskandi upplýst Føroya fólki, hvar tær 2.8 milli- ardirnar av teimum 4,1 milliardunum, sum komu í landskassan við blokkstuðuli í árunum 1999 -2003, eru saman- spardar og goymdar ? At landskassans likvidi- tetur (innistandandi í Landsbankanum) hesi ár øktist, skyldast tí, ið veruliga kom inn í skatti og avgjøldum (og als ikki blokkinum), og at landskassans útreiðslur gjørdust minni enn tað, ið Løgtingið hevði játt- að. Men um vit ímynda okkum, at eingin blokk- ur úr ríkiskassanum var, ella at hann var skorin niður til "minni enn ein triðing", so fóru bæði landskassin og Lands- bankin av knóranum, áðrenn 2003 var farið í søguna (samanberið blokkin og nettoavlop/ hall í uppsetingini nið- anfyri). 2. Formaðurin í Búskapar- ráðnum hevur á floks- fundi sagt (Sosialurin 8/4-03), at av teimum 9,4 ma., sum landskass- in fekk við blokkstuðuli í árunum 1993 til 2003, eru bara 10% brúkt av landskassanum. Og í fjølmiðlunum lesa vit, at formaðurin hevur sagt Fólkatinginum, at tær óbrúktu 8,5 milliardirnar verða misbrúktar av før- oyingum. Hvar og hvussu ? Fyri at svara upp á spurn- ingarnar so skilagott og sannførandi sum gjørligt er neyðugt at nýta niðanfyri uppsettu tøl úr løgtingsins fíggjarlógum 1999 - 2003, og at venda sær til ávísar persónar, eitt nú teir oman fyri nevndu, og annars fólk við innliti í tølum, rokn- skapum, búskapi, grann- skoðan, lógum, havfrøði, málfrøði, fólkalívsfrøði og øðrum vísdómum við ella uttan glamourøsum pro- fessaratittlum. Men vit eiga ikki at gloyma, at fólk, ið tykjast ikki virða vanligt vit og skil, eru hættislig og ikki skikkað at spyrja til ráðs, og júst hesin meinbogin fer at gera kanningar- og leit- ingararbeiðið við at finna tær mongu (horvnu?) milli- ardirnar sera trupult. Sí talvu Niðanfyri standandi upp- stilling av løgtingsins fíggj- arlógum er ikki í samsvar við tað, sum er nevnt á síðu 26 í nevnda bóklingi, sum fyrrverandi landsstýris- maður við fíggjarmálum má hava góðkent, áðrenn tað varð kunngjørt hvørjum mansbarni. Heldur ikki tað, sum formaðurin í Bú- skaparráðnum sigur, hevur hald í veruleikanum, og hetta krevur eina eftirfar- andi frágreiðing frá av- varðandi persónum. Hann, hon ella tey, sum við góðum hegni og handa- lagi kunnu finna og siga við vissu, hvar tær mongu óbrúktu milliardirnar eru goymdar, og hvussu tær verða "misbrúktar av føroy- ingum", eigur/eiga at fáa eina heiðursløn svarandi til tey 10 prosentini - umleið 900 milliónir -, sum for- maðurin í Búskaparráðnum sigur, eru farnar ímillum skins og hold , "brúktar av landskassanum", í Tinga- nesi og á Argjum. ) Síðan 1997 er lands- kassans partur av avlopi frá tí danska nationalbankan- um at finna undir rentuinn- tøkum (!) í Løgtingsins fíggjarlógum. Intelligensroynd Rekapitulatión (samandráttur) av løgtingsins fíggjarlógum: (mió kr.) 1999 2000 2001 2002 2003 Skattur, avgjøld 2.093 2.330 2.788 2.980 3.118 Blokkur 944 973 993 629 630 Nationalbanken ) 25 25 17 21 21 Inntøkur tils. 3.062 3.328 3.798 3.630 3.769 Rakstrarútreiðsl. 2.567 2.670 2.936 3.194 3.158 Íløgur 162 183 217 256 283 Avdr. uppá skuld 392 128 134 141 148 Rentuútreiðslur 197 170 113 110 87 Útgjald. tils. 3.318 3.151 3.400 3.701 3.676 Nettoavlop 177 398 93 Hall 256 71 Zakarias Wang Føroyskar politikarar kunnu samanberast við ein hálvvaksnan kúll, sum á ungum árum er komin til fremmand og hevur arbeitt og stríðst fyri tey. Tá hann hevur fingið sítt egna og hevur so stórar inntøkur, at hann kann fáa sær hús og heim og arbeiði, fer hann biddandi til tey fólk hann hevur verið hjá, og vil hava, at tey skulu geva sær álmussu afturat tí inntøku hann fær í húsið við egnum arbeiði. Fyrrverandi húsbónda- fólk hansara geva kúllin- um álmussu fyri friðs skyld, men tað er greitt, at tað ikki er hann, men tey, sum gera av, hvussu stór ið álmussan skal vera. VIÐMERKINGAR Formansskapurin í grundlógarnevndini Stjórnarskipan Føroya. Formanskapurin í nevnd- ini, sum smíðar nýggja føroyska stjórnarskipan at loysa av stýrisskip- anarlógina, tekur hesu ferð upp spurningin um heimildina hjá løgting- inum at geva lógir. Nógvar ásetingar í eini stjórnarskipan eru vanliga um, hvussu tingið - og oftast eisini stjórnin - skulu bera seg at, tá lógir skulu samtykkjast. Summi vilja halda, at tað er tað, sum eyðkennir eina stjórnar- skipan, at hon sigur hvørjir landsins fremstu myndug- leikar eru, og hvussu teir virka. Afturfyri stendur ofta lítið um, hvat tingið kann geva lógir um. Hvørji inni- haldsligu evni ber til at samtykkja lógir um? Rætti- liga nógvar stjórnarskipanir siga als onki um ‘hvat,’ men bara um ‘hvussu.’ Nakrar stjórnarskipanir byggja tó á ta fatan, at tingið bert hevur uppreks- aðar heimildir, bert kann geva lógir um tað, sum stendur nevnt í stjórnar- skipanini. Hetta eru oftast stjórnarskipanir í størri samveldum, t.d. ES og USA. Aðrar byggja á ta fatan, at tingið kann sam- tykkja lógir um øll evni og allar spurningar. Har stjórnarskipanir lýsa nøkur borgararættindi, vera hesi rættindi oftast fataði sum avmarkingar í, hvat tingið kann samtykkja lógir um, ella í øllum førum hvussu tingið skal bera seg at á ávísum økjum. Í verandi yngru stýris- skipanarlóg er umleið tíggju staðni ásett, hvat tingið kann geva lóg um, m.a.: útinnan av valrætti, samsýning hjá tingmonnum, setanarviðurskifti hjá landstýrismonnum, heimild at áseta nærri lóg í kunngerð, uttantings eftirlit við fyrisitingini, skatt, fíggjarætlan, eykafíggjarætlan og aðra fíggjarjáttan, yvirtøku av málsøkjum og skipan av yvirtiknum málum, ríkislógartilmæli, kommunur. Nakað neyvari uppreksan síggja vit í heimastýrisskip- anini, har løgtingið og fólkatingið hava avrátt, hvussu valdið at lóggeva skal býtast teirra millum í føroyska løgdøminum. Í fyrra flaggdagsálitinum hava vit mælt til heldur at reksa upp heimildirnar at geva lóg: §70. Lóggávuheimild Løgtingið kann lóggeva til tess: (1)(1) at uppfylla og skipa hesa stjórnarskip- an, (1)(2) at skipa og tryggja búskapin, (1)(3) at tryggja og veita lóg og landaskil, (1)(4) at veita og virða vælferð og trygd, (1)(5) at virða og fremja fólksins rættindi Endmálið við hesi áseting er at krevja av øllum fram- tíðar lógaruppskotum, at tey kunnu rættvísgerast við at vísa til eina av hesum ásetingum. Er talan um at uppfylla stjórnarskipanina? Er hetta at skipa búskapin? Ella fer hetta uppskotið at veita vælferð? Harvið er neyðugt við orðum sum vanliga fólkið skilur at greina, hvat grundarlagið er undir nýggjum áseting- um, reglum og skyldum. Ásetingin skal avmynda fólksins virðir. Fólkið og ikki tingið hevur evsta vald, og tingsins vald má tí vera upproknað og avmarkað í stjórnarskipanini til tess at minna politikarar á, at teirra vald einans er avleitt av fólksins evsta valdi. Hvør skal so døma um, nær tingið er farið út um sínar heimildir? Og ber tað til at siga, hvat veiku stand- ardarnir um lóggávuheim- ild skulu merkja í ítøkilig- um málum? Vanligi borgarin hugsar kanska, at dómstólarnir mugu døma, tí annars kann stjórnarskipanin ikki vera grundleggjandi lóg. Heldur framtíðar ovasti dómstólur í Føroyum, at hann kann tulka standardirnar um lóg- gávuheimild so neyvt, at hann kann seta tinglógir til viks sum óheimilaðar, eig- ur hann at gera tað, men greitt er, at víð rúmd er hjá tinginum innan hesar orð- ingar. Meira týdningarmikið enn júst hvør skal verja stjórnarskipanina, er at stovnurin, sum endaliga tulkar og verjir stjórnar- skipanina, hevur valdið aftanfyri sína fatan og kann útinna hana í praksis. Og hvør hevur meira veruligt vald í einum fólkaræði enn sjálv veljarafjøldin? Júst eitt av fremstu endamálun- um við hesi grein er at undirstrika, at tingið hevur sínar heimildir frá fólkin- um og hevur ikki í sær sjálvum nakran rætt, sum fólkið ikki hevur givið, og er endurspeglaður í áset- ingini um lóggávuheimild. Við hesi áseting fær fólkið málið til at finnast at lóg- gávuni. Veljarar og valevni kunnu nú siga, at tey halda, at lóggáva er samtykt óheimilað og tí skal takast av, ella at uppskot ikki skal samtykkjast, tí tað fer ov langt og ger seg inn á borgarans frælsi. Nú mugu politikarar, so hvørt teir leggja mál fyri tingið, mál ið hoyra til innarliga í privatu lívsverð- ini, at grundgeva fyri, at fólkið við stjórnarskipanini hevur givið tinginum vald at samtykkja slík mál. Gera teir ikki tað, kunnu tiltøk teirra ikki metast at hava undirtøku, vera legitim. Tá kann fólkið, ið hevur tikið hesa stjórnarskipan til sín, bøta um skaðan á valinum komandi. Vónandi fer ásetingin um uppreksaðar heimildir at geva lóg tó fyrst og fremst at tryggja okkum høgt støði í kjakinum um lógarupp- skot, tryggja okkum at orðaskiftið fer at snúgva seg um, hvat tingið eigur at samtykkja grundað á fólk- sins undirtøku og fólksins áhugmál. Elias Joensen Janstovugøta 8-5 Tórshavn Eg vil við hesum innar- liga heita á allar myndug- leikarnar í Føroyum um at fremja tær útbyggingar soleiðis, at tey sum hava ávís brek verða verandi í Føroyum, her tey hoyra heima.Tit bygdu í 70- unum eit statshospital. Tað var mllum annað til at taka teir føroyingar heim, sum vóru á stovni í Danmark. Nú ganga tað ca 40-60 personar á Statshospitalinum, sum mangla at koma út á m. a vardar íbúðir, tað er mær sagt, at hvør persónor kostar ca kr 3000 um samdøgrið. Útbúgvið heldur folk soleiðis at tey kunna røkta tey brekaðu her heima. Tað vil vera væl bílig- ari enn at senda tey av landinum. Við døminum um lítla Petur venda vit aftur til ta gamlu skipan- ina, har vit senda tey, sum hava brek av landin- um. Og um tit ikki gera neyðugar ábøtur á hesum øki nú, so mugu tit, ið ábyrgd hava ásanna, at tit ikki eru vaksin til upp- gávuna. Tit hava spælt fallit – hava onga samkenslu. Vilja tit vera vinarlig og geva mær svar upp á, hvat tit vilja gera við lítla Petur? Hans J. Hermansen Um úrslitið av ráðstevn- uni Í Keypmannahavn um blokkstuðulsskipan- ina, ið hevur givið donsk- um fjølmiðlum krás og øst danskar politikkarar, er øðrvísi enn tað, ið tit, ið skipaðu fyri ráðstevn- uni, ætlaðu, eru tit Ódugnaligir. Fingu tit tað burturúr, ið tit ætlaðu, eru tit vand- miklir fyri land og fÓlk. Bera tit ikki Føroya fÓlki eina frágreiðing, ið vit kunnu trúgva, eru tit ábyrgdarleysir. Megna tit ikki at koma við einari tílíkari frá- greiðing, eru tit Óbúnir. Tverri sær enn út til, at "man merkt die Absicht und wird verstimmt",í tí í skrivandi stund geva tit øllum øðrum skyldina fyri miseydnaðu?? ráð- stevnuna uttan tykkum sjálvum. Stjórnarrit 3 - Heimild at geva lóg Biddarin Røktið heldur tey brekaðu í Føroyum Molsligar mis- skiljangar? Vegna Norður- atlantsbólkin Kuupik Kleist Høgni Hoydal Lars-Emil Johansen Tórbjørn Jacobsen Norðuratlantsbólkurin skipaði fyri ráðstevnu um búskapin í Ríkisfelagsskap- inum á Christiansborg fyri 14 døgum síðani. Endamál- ið var at fáa upplýsing um tær búskaparligu mekan- ismur, sum gera seg gald- andi í stuðulsbúskapinum, at lýsa støðuna í føroyskum og grønlendskum búskapi í dag, og at varpa ljós á møguleikarnar fyri at skapa sjálvberandi búskapir í Føroyum og Grønlandi. Hetta var fyrstu ferð, at roynt hevur verið at lýsa búskapin í tí sonevnda ríkisfelagsskapinum undir einum. Føroyingar og grønlend- ingar í Danmark, áhugaðir danir, embætismenn hjá donsku stjórnini, danskir politikarar og grønlendskir politikarar vóru til staðar. Tíverri sýndi Føroya Landsstýrið ikki ráðstevn- uni áhuga. Framløgurnar vóru áhugaverdar og sjónarmið- ini sera fjølbroytt. T.d. hildu nøkur blokkstuðulin kunna hava ringar avleið- ingar við sær, meðan onnur hildu stuðulin vera fortreyt- ina fyri sunnum samfeløg- um í Føroyum og Grøn- landi. Onkur helt, at sjálvber- andi búskapur má vera málið, meðan onkur annar helt, at Grønland og Før- oyar eiga at knýta seg nærri at Danmark og ikki hugsa um at minka blokkstuðulin. Málið um studning til vinnulívið varð umrøtt, og fólk vóru sum heild ímóti. Men sjómannaskatturin í Føroyum var ikki við- gjørdur yvirhøvur. Ráðstevnan fór fram í friði og forligheit. Har var eingin øsing og eingin roynd at seta nakran upp ímóti nøkrum øðrum. Endamálið var einans at fáa vitan og skapa dialog. Og tað eydnaðist væl. Trý umboð vóru úr Før- oyum: Jørn Astrup Hansen, Tróndur Djurhuus og Hermann Oskarsson. Teirra fyrilestrar um føroyskan búskap og vinnu vóru sera áhugaverdir og vaktu stóran ans. Vit steðga ikki Síðani ráðstevnuna hava fólk, sum ikki vóru til stað- ar, sett fram sera álvarsam- ar ákærur um endamálið við ráðstevnuni. Ákærur, sum eru tiknar úr leysum lofti. Endamálið við teimum álopum, vit hava sæð farnu tvær vikurnar, tykist vera at steðga arbeiðinum hjá Norðuratlantsbólkinum, og at ræða fólk frá at siga sína hugsan alment. Vit ásanna, at tað eftir hetta helst verður trupult at fáa fólk at stíga fram við síni hugsan. Men vit halda upplýsing og opið kjak vera hornasteinin í fólkaræðin- um. Tað er orsøkin til, at vit frá fyrsta degi hava lagt so stóran dent á at fáa til vega upplýsing og at birta upp undir kjak. Og tí fer okkara arbeiði sjálvsagt at halda fram sum higartil. Tey, sum halda upplýsing og orðaskifti vera skaðiligt, mugu ong- antíð fáa sín vilja. Virksemið hjá Norðuratlantsbólkinum heldur fram C M Y K 11 10