hósdagur 10. juni 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 108 - 10. juni 2004
Nr. 108 - 10. juni 2004
13
Eftirkomarar hjá
Onnu Sofíu og Johan
Hendrik Egholm í
Havn hittust á Hotel
Føroyum fríggjadagin
30. apríl 2004.
Familjan telur í dag
eini 350 fólk, og
umleið 180 fólk vóru
til ættarmótið
Anna
Sofía
Petersen,
f.30.04.1871+02.02.1951,
var ættað úr Funningi, og
Johan Hendrik Egholm
f.23.02.1873+20.06.1960,
var úr Havn. Tey giftust ung
og búsettust undir Glaðs-
heyggi í Havn. Har fingu
tey 11 børn, 6 døtur og 5
synir. Tey vóru eftir aldri
hesi: Birthe Helene (Lena),
Peter, Amalie, Jens Peter
(Dess),
Alfred
(Affe),
Hertha,
Arnold
(Alle),
Ejvind, Petronella (Nella),
Malene (Malla) og Gun-
hild. Ejvind doyði ungur,
men øll hini 10 giftust og
fingu børn. 37 vóru ommu-
og abbabørnini í tali.
Av teimum 11 børnunum
eru 2 døtur enn á lívi, tær
eru Nella Dahl, sum er 93
ár og býr í Havn, og Gun-
hild Rasmussen, sum er 87
ár og býr í Keypmanna-
havn. Eisini eru 2 verdøtur
á lívi enn. Onnur teirra er
Margretha Egholm, sum
var gift við Peter. Hon býr á
Lágargarði og hevur júst
fylt 101 ár.
Hin er Karen Egholm,
sum var gift við Arnold.
Hon er 97 ár og býr nú hjá
dóttrini Bente í Danmark.
Av teimum 37 ommu- og
abbabørnunum eru í dag 33
á lívi, elsta er 82 ár og
yngsta 52 ár.
Umleið helmingurin av
hesum
systkinabørnum
búgva uttanlands, og ofta
hevur verið tosað um at
hittast til eina systkina-
barnaveitslu. Tá nú farið
var undir at savna øll
systkinabørnini, vísti tað
seg at vera stórur áhugi fyri
eisini at taka tey ungu við,
so endin varð, at systkina-
barnaveistlan gjørdist ein
familjuveitsla fyri allar
eftirkomararnar hjá Onnu
Sofíu og Johan Hendrik
Egholm. Og familjan er
vorðin stór, hon telur í dag
eini 350 fólk.
Veitslan, sum var hildin
á Hotel Føroyum, var sera
væleydnað í allar mátar.
Undirtøkan var góð, útvið
180 fólk meldaðu til, av
hesum vóru 35 børn undir
12 ár. Heilt av tilvild var
veitslan hildin 30. apríl, á
sjálvum føðingardegnum
hjá Onnu Sufíu.
Nú var eisini eitt gott
høvi at taka eina felags-
mynd. Veðrið var til vildar,
so myndin varð tikin uttan
fyri hotellið. Nella og
Gunhild eru báðar frískar
og ferðugar hóast høga
aldurin. Tær vóru báðar við
á veitsluni, og síggjast tær
fremst í myndini. - Eitt gott
minni at eiga um dagin.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Ættarmót hjá Egholm ættini
Felagsmynd uttan fyri Hotel Føroyar. Nella og Gunhild, ið báðar eru frískar og ferðugar hóast høga aldurin, síggjast fremst í myndini
Mynd: Alan Brockie
Anna Sufía og Johan Hendrik Egholm við børnum sínum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu
tá ið høgt elskaði sonur, beiggi, svágur,
ommu- og abbasonur okkara
Leon Gunnar Johannesen
so brádliga varð tikin frá okkum.
Hjartans tøkk til tykkum øll ið hjálptu til
í hesi sváru tíð og til tykkum øll,
ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað
her á fold.
Fyri tey avvarðandi
Irdi,Teddy og Angilie
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá ið okkara høgt elskaða kona,
mamma, vermamma, omma og langomma
Helena Dragaberg
fødd Veihe, Klaksvík
doyði og varð jarðað.
Tøkk til tykkum øll, sum ringdu, stukku inn á gólvið,
og sum á ymsan hátt hjálptu til við jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Akurin.
Og stóra tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað her á fold.
Kristoffur, Óla Jákup, Elisabeth, Annefía
og Daisy við familjum
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri pápi, verpápi og abbi okkara
Niclas Frederik Højgaard
í Rituvík
andaðist týsmorgunin 8. juni, 92 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Rituvíkar kirkju
fríggjadagin 11. juni kl. 14.00.
Vegna familjuna
Dánjal Jákup og Óli Christian
Tey, ið vilja geva blómur ella krans, kunnu í staðin lata kirkjuni í Rituvík
eina gávu.
Sp/f Grannskoðara-
virkið Hermund
Jacobsen er flutt í
nýggj hølir í Jónas
Broncksgøtu 16 í
Havn. Í hesum sam-
bandi verður móttøka
Fríggjadagin 11. juni
Grannskoðaravirkið Her-
mund Jacobsen, sum síðan
byrjanina
1.
november
1987, hevur hildið til í
leigaðum hølum, flytur nú í
egnan
virkisbygning
í
Jónas Broncksgøtu 16, sum
er bygdur um til endamálið.
Talan er um eini hús í
trimum hæddum við eini
gólvvídd upp á tilsamans
240 fermetrar.
Hermund Jacobsen hevur
starvast sum grannskoðari
síðan 1980. Fyrstu seks
árini hjá Grannskoðara-
virkinum Rasmussen &
Weihe, statsautoriseraðir
grannskoðarar.
Hermund fekk skráseting
sum grannskoðari í 1985. Í
byrjanini starvaðust 2 fólk
á virkinum. Í dag starvast 6
fólk, 4 grannskoðarar og 2
bókhaldarar.
Grannskoðaravirkið Her-
mund Jacobsen er eitt av
teimum størru skrásettu
grannskoðaravirkinum
í
Føroyum. Virkið kann m.a.
veita tænastur innan grann-
skoðan, roknskaparhjálp,
bókhald, gerð av ætlanum,
skatt og mvg.
Umframt neyðugan før-
leika, leggur virkið stóran
dent á at hava eitt tætt og
gott samstarv við kundan
og at veita kundunum eina
dygdargóða
tænastu.
Í
hesum sambandi er ein
samstarvsavtalu gjørd við
BGC-Revision, statsautori-
serað grannskoðaravirki í
Danmark, sum hevur eftir-
lit við at arbeiðið verður
gjørt á sama støði sum hjá
teimum.
Á henda hátt er virkið
knýtt upp í altjóða samstarv
við Kreston Internatioal.
Móttøka verður í nýggju
hølunum fríggjadagin 11.
juni frá kl. 15-17.
Sp/f Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen:
Grannskoða í nýggjum hølum
Starvsfólkini á grannskoðaravirkinum uttan fyri nýggju hølini í Jónas Broncksgøtu, f.v. Hermund Jacobsen, Ann Hansen, Bjørg
Højgaard, Guðrun Øregaard og Hans Debes. Tordis Dam vantar á myndini
Mynd: Jens Kristian Vang
Dagurin
10. juni.
Onuphri-
us, deyður umleið ár
400. Eftir halgisøguni
var hann kongasonur
av Blálondum, sum
gjørdist kristin, segði
alt frá sær og livdi til
sín doyggjandi dag
sum
einbúgvi
í
egyptisku oyðimørk-
ini.
C
M
Y
K
13
12