Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juni 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 10. juni 2004 15 Fólk í Hesti fyrireika seg til stevnu Nú Útoyggjafelagið fer at halda sín triðja aðalfund, sum hesa- ferð verður í Hesti, verður eisini skipað fyri stevnu við ym- iskum til undirhalds, bæði til børn og vaks- in. Skipað verður fyri gongutúrum og ferð út í Koltur, og um kvøldið spælir Twi- light til dans ÚTOYGGJASTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leygardagin, 19. juni, heldur Útoyggjafelagið sín triðja aðalfund, sum hesa- ferð verður hildin í Hesti. Fyrsti aðalfundurin hjá felagnum varð hildin í Skúvoy, og í fjør varð aðal- fundurin hildin í Kalsoynni. Eins og undanfarin ár, verður aftur í ár skipað fyri stevnu í samband við út- oyggjafundin. Á skránni verða nógv ymisk tiltøk, bæði fyri børn og vaksin. Eisini verður skipað fyri gongutúrum í Hesti og út- ferð í Koltur. Vitjað verður við minnisvarðan norðan- fyri bygdina, og høvi verð- ur eisini hjá fólki at vitja í kirkjuna í Hesti, har greitt verður frá henni. Seta og sangur Sjálvur aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum byrjar leygardagin klokkan 13, og klokkan 15 bjóðar út- oyggjaumboðið í Hesti, Sanna Silvurstein, vælkom- in til stevnu og setan. Tað verður Heðin Mort- ensen, býráðslimur í Tórs- havnar kommunu, sum setir stevnuna. Við setanina verður eisini kórsangur við Sólarmagnskórinum og fel- agssangur. Á útoyggjastevnuni í Hesti verður eisini dansur, og tað verður Twilight sum fer at spæla og undirhalda – væntandi til langt út á náttina. Eykatúrar Í samband við aðalfundin og stevnuna, sigla Teistin og Norðlýsið fleiri eykatúr- ar millum Gomlurætt og Hest, og bussar koyra mill- um Farstøðina og Gomlu- rætt. Fólk úr Norðoyggjum, sum ætla sær á aðalfund og stevnu, sleppa suðureftir við Brimli og norðuraftur við skipinum seinni um kvøldið. Fyrireikararnir siga, at stevnurnar í Skúvoy og Kalsoy vórðu væl vitjaðar, og tí vóna tey, at stevnan í Hesti eisini fær stóra undir- tøku. – Vit vóna, at hetta verð- ur ein ógloymandi dagur og eitt ógloymandi kvøld, siga tey. Í hesum døgum hava hestfólk nógv at takast við, nú Útoyggjafelagið heldur aðalfund, og útoyggjastevna í hesum sambandi verður í Hesti leygardagin, 19. juni Danski klaverprofess- arin, John Damgaard, fer at spæla á nýggja flyglið í Mentanar- húsinum í Fuglafirði, og Petur Martin Pet- ersen fer at hugleiða um listamálaran, Jóannes Kristiansen TILTAK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í kvøld, hóskvldið, verður konsert og hugnaløta í Mentanarhúsinum í Fugla- firði. Nýggja flyglið í Ment- anarhúsinum sigst at vera einastandandi, og hóskvøld- ið sleppur tað aftur rættiliga at standa sína roynd. Konsertfelagið hevur nevniliga boðið danska klaverprofessaranum, John Damgaard, at royna seg við teir svørtu og hvítu tang- entarnar. – John Damgaard fer á eina ferð við teimum, sum koma at lurta, inn í vakrasta tónleikin, ið skrivaður er fyri klaver. Talan er um fimm av teimum kendu Im- promptus eftir eysturríkska tónaskaldið, Franz Schu- bert. Eisini fer hann at framføra russiskan tónleik eftir Mussorgsky, sigur Konsertfelagið. Klaverprofessarin fer eis- ini at greiða eitt sindur frá um tónleikin, hann spælir. Víðakendur John Damgaard er víða- kendur sum klaverleikari og hevur ferðast um allan knøttin við sínum klaver- kynstri. Eisini eru hansara evni sum lærari høgt í met- um, og hevur hann alt upp mangar úrmælingar í starvi sínum sum professari á Kongaliga Tónlistarskúl- anum í Århus. Umframt tónleikin í Mentanarhúsinum, verður eisini eitt myndlistarligt íkast til hesa mentanarløtu. Tað verður Petur Martin Petersen, sum fer at hug- leiða um listamálaran, Jó- annes Kristiansen. Eisini verða málningar hjá honum at síggja í Mentanarhús- inum. Í steðginum verður kaffi og køkur. Tað er Konsertfelagið, sum saman við dyggum stuðlum úr Fuglafirði, skip- ar fyri konsertini og hugna- løtuni. Atgongumerki fáast til keyps við dyrnar fyri konsertina. Konsert og hugnaløta í Fuglafirði Í kvøld verður Mentanarhúsið í Fuglafirði karmur um klaver- tónleik á høgum støði, og høvið verður eisini at hoyra um listamálaran, Jóannes Kristiansen og síggja nøkur av hansara verkum Ragnar tekur yvir á Beta STJÓRASKIFTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í morgin, fríggjadagin, verður móttøka í hølunum hjá P/F Beta í Saltangará í samband við, at Olaf Ol- sen, sum hevur verið stjóri í felagnum seinastu mongu árini, letur stýr- isvølin til Ragnar Olsen, sum seinastu árini hevur starvast hjá reiðarínum. Ragnar, sum er 38 ára gamalur, er sonur Olaf og Honnu Olsen á Glyvrum. Hann er giftur Siggu, sum er úr Leirvík. Tey búgva í Søldarfirði og eiga trý børn. Ragnar, sum í fleiri ár starvaðist í Føroya Banka, er býráðslimur í Runavíkar kommunu. Móttøkan á P/F Beta verður millum 15 og 17 fríggjadagin. Ragnar Olsen tekur nú við sum stjóri í P/F Beta eftir Olaf Olsen, sum hevur verið stjóri í felagnum í mong ár Mynd: Vilmund Jacobsen John Damgaard er víðakend- ur sum klaverleikari og hevur ferðast um allan knøttin við sínum klaverkynstri 15 14 Nr. 108 - 10. juni 2004 Skúvoy er ein av okkara perlum. Bygdin er vøkur og oyggin, sum er væl vallað, hevur borið nógvan fugl og ber nógvan seyð. Men hetta er ikki nóg mikið til, at fólk støðast í oynni, nú krøvini til tilveruna – útbúgving og arbeiði – eru so stór SKÚVOY Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er hugnaligt og áhuga- vert at vitja á eini útoyggj – ikki minst, har tú ongantíð hevur verið áður. Soleiðis var tað við stórum áhuga, at eg pakkaði skjáttuna og fór til Skúvoyar seinasta leyg- ardag, nú høvi endiliga beyðst. Ríka fuglameingi og søguligu støðini á hesi oyggj hava altíð hugtikið, og nógvir túrar kundi verið gjørdir út hagar, áðrenn tú keddi teg har úti. Har baldist Sigmundur Brestirson fyri 1000 árum síðan, og har verður hildið, at hann liggur grivin saman við øðrum skúvoyingum í Ólavsgarði. Var Sigmundur líka stórur í vavi, sum svør- urin omaná vøllinum er, var hann avgjørt ikki nakar pín- ingur! Steinurin við kross- merkinum, sum stendur við endan á grøvini, er ein part- ur av leivdunum frá fornari tíð. Ein vitjan norður í Dal, Fagradal, har Rannvátoft og Rannvákelda eisini boða frá síni søgu, er hugtakandi, og tú kennir teg afturi í tíð- ini, tá ið mannavirðið var lítið millum tey ráðandi. Sambært skaldsøguni hjá Dagmar Joensen-Næs, er Rannvá eisini grivin í Ólavsgarði, sum er fyrsti kristni kirkjugarður her á landi. Vøkur bygd Skúvoy er ein av okkara perlum. Bygdin er vøkur og oyggin, sum er væl vallað, hevur borið nógvan fugl og nógvan seyð. Men hetta er ikki nóg mikið til, at fólk støðast í oynni, nú krøvini til tilveruna – útbúgving og arbeiði – eru so stór. Skúvoyingar harmast um, at bjargafuglurin hevur verið so illa fyri og vón- irnar um, at árið í ár verður betur enn tey undanfarnu, eru einki serligar, tí hildið verður ikki, at náttúruvið- urskiftini eru til vildar. Í Skúvoy hava tey bæði lomvigu, lunda og skráp, men hetta eru alt fuglar, sum liva av nebbasild. Tá ið lítil og eingin sild er við landið, spyrst lítið burtur úr fuglinum, sum noyðist til havs eftir føðini. Slík ár kemur sjáldan nógv undan, og hetta kann skapa eina ringrás sum gongur útyvir fuglastovnin. Skúvoy ber einar 1000 áseyðir, harav einir 600- 800 seyðir verða tiknir á hvørjum heysti. Eingin kúgv, kálvur ella hestur er í oynni í løtuni. Framtíðin Tað er ilt at siga, hvussu framtíðin hjá eini bygd sum Skúvoy sær út, men útlitini eru ikki góð. Færri enn 40 fólk búgva í oynni, og skúlabørnini eru bert tvey í tali, umframt barnið, sum lærarinnan sjálv eigur. Sum skilst, verður lærar- innan ikki verandi í oynni komandi skúlaár, og har- aftrat fer tað eina av hinum báðum børnunum úr barna- skúlanum og í framhalds- deildina. Ætlanin er tó, at hesin næmingurin gongur 8. flokk í Skúvoyar skúla. Eingi onnur børn í skúla- aldri eru í Skúvoy. Í bygdini er handil og har er eisini posthús. Elverk er í oynni, og ein maður tekur sær av postbátinum, tá ið hann kemur og fer. Skúvoyingar eru sum heild vælnøgdir við ferða- sambandið, sum er millum Skúvoy og Sand við Sild- beranum. Hendan dagin, vit vitjaðu Skúvoy, runaði hann eitt sindur í sjónum, og tann eina túrin sleit Sildberin ein av trossunum, meðan hann lá við bryggjuna. Tó siga skúvoyingar, at fáir dagar eru um veturin, at einki sjó- vegis samband er millum Skúvoy og Sand, men eru líkindini vánalig, er neyð- ugt at taka hædd fyri ættini og sjóvarfallinum. Bátahylurin Tað eru ikki so nógv ár, síðan skúvoyingar fingu bátahyl, men sum skilst, er hesin ikki til stóra nyttu, tí sjáldan er ráðiligt at hava bát liggjandi í hylinum. Hóast summar er, var ikki komandi inn í hylin hjá glastrevjabáti allan leygar- dagin, og tá kann ikki sig- ast, at hylurin er nóg góður. Men, sum skúvoyingar siga, er hann betur enn eingin hylur… Ein stórur trupulleiki hjá skúvoyingum í dag, er oljan til húsarhaldini, sum kemur til bygdina í tunnum. Hjá okkum, sum koma av fastlandinum, er tað óskilj- andi, at hetta skal vera neyðugt í dag. Elverkið í bygdini hevur tangar og olju, og tað tykist undarligt, at ikki ber til at samstarva um, at húsar- haldini fáa olju haðani við einum minni bili, sum kann fylla á tangarnar, sum hóast alt ikki eru so nógvir í tali. Í øðrum kommunum er ikki ókent, at oljufeløgini sam- starva um goymslur, og tað átti eisini at borið til hjá elfelagnum at samstarva við skúvoyingar um olju. Skúvoy – ein søgulig náttúruperla Oljutunnur eru ein partur av bygdamyndini í Skúvoy Mynd: Vilmund Jacobsen Fyri nøkrum árum síðan fingu skúvoyingar bátahyl, men sum skilst á skúvoyingum, er lítil dugur í honum Mynd: Vilmund Jacobsen Á grøvini hjá Sigmundi Brestirsyni í Ólavsgarði í Skúvoy saman við ferðaleiðaranum, Jóhan Hentze Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 14