hósdagur 10. juni 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 108 - 10. juni 2004
Nr. 108 - 10. juni 2004
17
Vinnulívið í Eysturoy
hevur leingi keypt
nógv el-tilfar frá
heilsøluni hjá Leif
Mohr og nú verður
nýggj deild latin upp
á Kambsdali
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Partafelagið Leif Mohr, tað
vil siga heilsølan við el
tilfari, er í ferð við at lata
upp nýggja Eysturoyar
deild, upplýsir leiðslan á
fyritøkuni. Felagið skrivaði
leigusáttmála við JT Elec-
tric á Kambsdali tann 3.
juni og flytir sum skilst inn
um hálvan juni.
»Jú, t’er rætt at vit flyta
inn í hølir hjá JT Electric,«
váttaði Hjalmar Jacobsen,
fíggjarstjóri hjá Leif Mohr.
»Vit hava fleiri ferðir tosað
um at opna eina deild har
fyri at gera tað lættari fyri
eysturoyingar at skjótt fáa
fatur á brúks tilfari og
øðrum til el arbeiði.«
Spurdur um stigið at
opna deild í Eysturoy hevur
nakað við Norðoyatunnilin
at gera, vildi Hjalmar Ja-
cobsen ikki svara beinleiðis
játtandi.
»Norðoyatunnilin
ger
sjálvandi
ikki
umráðið
minni áhugavert, men hann
er ikki sum so orsøk til av-
gerðina. Hinvegin eru í
Eysturoy fleiri stórir el
innleggjarar umframt eitt
stórt vinnulív við einum
rættiliga stórum tørvi á el
tilfari.«
Hjalmar Jacobsen legði
dent á at leigusáttmálin ikki
skal skiljast sum meira enn
ein leigusáttmáli.
»Hetta snýr seg als ikki
um nakra alliansu millum
okkum og JT Electric…
Hetta er eitt vanligt leigu-
mál millum tveir sínámill-
um neutralar partar. Vit
halda fram at tæna øllum
el-innleggjarum og vinnu-
lívinum yvirhøvur…«
Leif Mohr letur upp el heilsølu í Eysturoy
Arbeiðsgevarafelagið
er minni bjartskygd
enn búskaparfrøð-
ingar Landsstýrisins,
og órógvast av støðuni
í fiskivinnuni á landi
og alivinnuni nú
virksemið á virkjunum
av álvara er minkað
FLAKAVINNA
Føroya Arbeiðsgevarafelag
industry@industry.fo
Útlitini í útflutningsvinnuni
samsvara ikki við meting-
arnar hjá landsstýrinum,
meinar Vinnuhúsið. Fíggj-
armálaráðið metti um mán-
aðarskiftið at afturgongdin
í búskapinum var við at
steðga, men samstundis
staðfesta tøl frá fiskavirkj-
unum at útgjaldið frá
Fiskavirkisskipanini
er
dupult so stórt fyrstu 4
mánaðarnar í ár í mun til í
fjør.
Í sambandi við fíggjar-
lógarviðgerðina
segði
Bárður Nielsen, landsstýr-
ismaður í fíggjarmálum, at
tær nýggjastu metingarnar
hjá búskaparfrøðingunum í
Fíggjarmálaráðnum siga at
nú er afturgongdin í bú-
skapinum við at steðga.
»Metingarnar vísa at nú
sær heldur frægari út aftur.
Metingarnar vísa at næsta
ár fara inntøkurnar hjá
landskassanum enntá at
kvinka eitt lítið sindur
uppeftir aftur,« segði lands-
stýrismaðurin
sambært
Sosialin 23. apríl.
Hinvegin staðfesti Ar-
beiðsgevarafelagið á aðal-
fundi sínum 3. mai at um-
framt stóru afturgongdina í
alivinnuni, eru fiskavirkj-
uni eisini komin í trupul-
leikar. Tað er sera trupult at
fáa framleiðsluna at kasta
nakað av sær, og tí velja
virkir at koyra við lægri
blussi, ella at legga stilt
ávísar tíðir.
At sjón gongur fyri søgn
sæst við at hyggja at út-
gjøldunum frá Fiskavirkis-
skipanini. Henda skipan
rindar starvsfólki á fiska-
virkjum lønarendurgjald,
um einki arbeiði er á
virkinum
undir
einum
tíðarskeiði. Ein meting út
frá tølum frá fleiri av fiska-
virkjunum vísir at útgjaldið
úr Fiskavirkisskipanini er
dupult so stórt teir fýra
fyrstu mánaðarnar í ár sum
í fjør. Upplýsingar frá ALS
vísa at talið av móttakarum
av stuðli úr Fiskavirkis-
skipanini í mars í ár var
gott 600, móti umleið 200
seinastu 3 árini.
Í alivinnuni verða starvs-
fólk uppsøgd so hvørt so
fiskurin verður tikin, og
stórt sæð einki av smolti
verður sett út. Í alivinnuni
eru trupuleikarnir lágir
prísir og sjúkutrupuleikar.
Hjá fiskavirkjunum eru
trupuleikarnir at vaksandi
útreiðslur gera tað tvørligt
at fáa framleiðsluna løn-
sama. Hetta kann sigast at
vera partvíst sjálvgjørt um
vit
hyggja
at
lønar-
hækkingunum her heima,
sum hava verið nógv størri
enn hjá kappingarneytum
okkara. Men eisini viður-
skifti sum vit ikki kunnu
stýra eru eiga sín lut. Kapp-
ingin frá láglønarlondum er
munandi harðnað, og valuta
viðurskiftir
hava
eisini
verið ímóti okkum.
Tað er ikki bara útflutn-
ingsvinnan sum merkir
aftirgongd. Ringvirkning-
arnir av støðuni í alivinnuni
og á fiskavirkjunum merkj-
ast av álvara innan tær
vinnugreinar sum veita
tænastur til høvuðsvinn-
urnar, sigur Arbeiðsgevara-
felagið, sum samstundis
sigur seg hava ilt við at
skilja hvat tær bjørtskygdu
metingarnar hjá búskapar-
frøðingunum í Landsstýrin-
um eru grundaðar á.
Arbeiði á fiskavirkjum minkar í stórum
Rói Vang
nýggjur stjóri
á JT Electric
Tann 1. juni gjørdist
Rói
Vang
nýggjur
stjóri hjá el-innlegg-
ingarvirkinum
JT
Electric á Kambsdali.
Rói Vang hevur drúgv-
ar royndir bæði hjá JT
Electric og í egnum
virki; hann hevur fing-
ist við PLC stýringar,
tænastu og innstalla-
tiónir fyri virkir á
sjógvi og landi.
BT / PRnewsMedia.com
Færri arbeiðs-
tímar hótta
danska vælferð
Tað gerst alsamt meira
ein
samfelagsligur
trupulleiki at danir
arbeiða
minni
og
minni, siga OECD og
Dansk Arbejdsgiver-
forening. Síðani 1960
eru tímarnir sum ein
miðal arbeiðari er til
arbeiðis hvørt ár, falnir
úr 2.100 tímum til
1500 tímar. Hetta er
ein avleiðing av styttri
arbeiðsviku og meira
frítíð. Hendan mun-
andi lækking upp á 30
prosent sæst aftur í
einari nýggjari analysu
hjá Velfærdskommissi-
onen, sum varð al-
mannakunngjørd um
mánaðarskiftið mai-
juni. Avleiðingin av
teimum færru arbeiðs-
tímunum er at teir
almennu kassarnir eru
hungra eftir pengum í
og við at hvør skatt-
gjaldarin rindar færri
skattakrónir til teir
almennu
kassarnar,
skrivar Dansk Bygge-
ri.
industri.fo
Føroysk-íslendska
»IQ 4000« er ein
skipan til automati-
seraða reinskering av
flaki sum hevur vakt
altjóða ans: skal
kunna arbeiða fyri 8-
10 fólk, optimera
gagnnýtslu av fiski og
spara pening og tíð í
fiskaframleiðslu
ÍDNAÐUR
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Rustfrítt stál framleiðslu
virkið FJM í Runavík er í
samstarvi við ta íslendsku
fyritøkuna Skaginn á veg
við einari nýggjari flaka-
maskinu sum hevur vakt
altjóða ans. "IQ 4000"
byggir á kombineraða før-
oyska og íslendska vitan
innan fiskivinnu, maskin-
tøkni og teldufrøði; hug-
takið automatiserar rein-
skeringina av fiskaflaki og
sparir arbeiðsorku í fram-
leiðsluni,
umframt
at
leingja feskleikan í flaki og
tryggja at reinskeringin
gagnnýtir fiskin sum mest.
Ein prototypa av IQ 4000
verður í løtuni testað og
sambært FJM er ætlanin í
næsta ár at leggja út á
marknaðin fyri flakavirkir í
vón um góða undirtøku.
Longu nú er stórur áhugi
fyri IQ 4000, skilst. Ein
breiður áhugi kom eitt nú
til sjóndar á European Sea-
food Exposition í Brússel
herfyri; tað sigst at ein
kendur stjóri helt tá fyri at
»hatta var einasta veruliga
nýggjheit á messuni« og
eisini vakti básurin hjá
Skaginn og FJM ans mill-
um
tungar
týskarar
í
maskinídnaðinum.
»Tað tykist greitt at pro-
duktið hevur áhuga millum
mong,« segði Arne Carl-
sen, parteigari í FJM og
tekniskur
leiðari.
»Nú
skulu vit bara síggja til at
testa maskinuna tað sum
eftir er av árinum, og sam-
stundis gera klárt til at
koma út á marknaðin við
henni.«
Sambært FJM skal IQ
4000 roynast á einum ís-
lendskum flakavirki frá 1.
januar. Hugtakið byggir á
at fiskaflak sum fyrst verða
køld niður móti frostmark-
inum, verða førd við trans-
portbandi til høvuðseindina
ið avmyndar flakið og
skapar arbeiðsdata íroknað
identifikatión av teimum
ymisku økjunum fyri kíla-
bein, loins við meira, fyri
síðani at skera flakið eftir
hesum og annars teimum
data sum brúkarin framm-
anundan hevur tastað inn í
maskinuna.
»Reinskeringin
verður
útførd
við
datastýrdari
vatnstrálu og hendan tøknin
er einans møgulig í og við
at fiskurin fær ein heilt ser-
ligan konsistens orsakað av
niðurkølingini,«
greiddi
Arne Carlsen frá.
»Tað snilda er at skipanin
er so sera flexibul… Um-
framt til at reinskera við
kann hon eisini væl brúkast
til at analysera flak fyri
støddir og proportiónir so
væl sum onnur sjónlig við-
urskifti, til dømis sand-
maðk. Og so bestendur
heilin í skipanini av pro-
grammvøru ið er løtt at
broyta, uppgradera og dag-
føra, so valmøguleikarnir
fyri fjøltáttaðari nýtslu og
víðari menning eru stórir.«
Meðan Skaginn hevur
ment køliprocess og skeri-
eind, hevur FJM við egnum
fólki klárað programmer-
ing so væl sum samling og
plátuarbeiði. Tøknifrøðin í
IQ 4000 minnir um tøkni-
frøðina aftan fyri ‘fiska-
kennaran’, eitt projekt hjá
FJM, parað við royndirnar
hjá íslendingum við einari
serligari køliprocess sum
gevur fiski longdan fesk-
leika og hækkað søluvirði.
Satsa uppá menning
Tað tøknifrøðiliga tilfeing-
ið hjá FJM er vaksið nógv í
seinastuni. Felagið hevur
upprættað eina menning-
ardeild ið skal samansjóva
kunningartøknifrøði og ta
vitan fyritøkan eigur um
mekanik innan fiskafram-
leiðslu. Harafturat er teldu-
fyritøkan Tera, ið nú heldur
til í somu húsum sum FJM,
blivin ein alt meira inn-
bygdur partur av virksem-
inum.
»Vit rokna við at kunn-
ingar og samskiftis tøkni-
frøðin í komandi tíðum fer
at vaksa nógv sum partur
av virkseminum hjá okk-
um,« helt Arne Carlsen
fram.
Samstarvið við íslend-
ingar kom í lag aftan á at
partarnir høvdu lært hvønn
annan at kenna í sambandi
við arbeiði at installera
nýggjar maskinur á Kolla-
fjord Pelagic. Meðan ein
annar veitari frammanund-
an hevði trupulleikar og
mátti geva skarvin yvir,
eydnaðust installatiónirnar
eftir øllum at døma væl, so-
leiðis at Kollafjord Pelagic
endiliga kundi koma í
gongd.
»Vit leveraðu ávísar part-
ar meðan Skaginn leveraði
aðrar og arbeiðið gekk
væl,« segði Arne Carlsen.
»Tað slapst illa undan at vit
tosaðu saman og vit sóu
skjótt at møguleikarnir fyri
samstarvi framyvir vóru
góðir.«
Alt bendir á at IQ 4000
kann gerast ein sólskins
søga í hesum sparitíðum.
Flakavirkir eru undir stór-
um trýsti at rationalisera og
lækka kostnaðarstigið fyri
at fáa avlop og ein auto-
matiseraður
reinskerari
sum hvørki krevur yvirtíð
ella brýggjar seg um kulda
og sum skal arbeiða fyri 8-
10 fólk kann neyvan vera
annað enn áhugaverdur í
samanhanginum. Legg so
afturat tað økta søluvirðið í
fiskinum sum fæst burtur
úr tí serligu kølitøknini
sum verður brúkt, og sann-
líkindini fyri suksess gerast
enn størri. Men, sum Arne
Carlsen eisini vísti á: »Tann
langi vegurin niðaná kann
vera knorklutur…«
Upprunaliga stovnað í
1986, starvast í dag umleið
40 fólk hjá FJM. Felagið
hevur specialiserað seg
innan rustfrítt stál og tænir
fiskivinnuni á landi og
sjógvi sum framleiðari av
øllum frá flekilinjum til
heilar fabrikkir.
Flakamaskina til rein-
skering vekir ans
Arne Carlsen, tekniskur leiðari og partnari í FJM, sigur at áhugin fyri "IQ 4000" er stórur.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
C
M
Y
K
17
16